fríggjadagur 21. mai 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84
30
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Peter var sonur Óla Peter
Lavesen, f. 1801, doyptur
í Havnar kirkju 3/2-1802.
Hann var húskallur í Kunoy,
har hann giftist 11/11 1824 við
Onnu Mariu Thomasdatter,
fødd á Skarði og doypt 19/6
1801. Hon doyði í 1844.
Óli var útróðrar- og trað-
armaður burturav. Sambært
Karl á Tórgarði skal hann
hava verið ein av teimum,
sum áðrenn 1863 løgdu traðir
inn av Húsagarðsfestinum.
Hesar komu at liggja innan-
fyri Stóragarð. Seinni sæst
abbasonurin Óli Lava Olsen
at hava yvirtikið hesa trønna
sambært matrikuleringina
frá 1925/26.
Børnini hjá Óla Peter og
Anna Maria kunnu kanska
sigast at vera tey sum mynda
Lavaættina í dag. Tað sigst at
Lavafólkini duga serliga væl
húsast fíggjarliga. Ein vissi-
liga tiltrongdur eginleiki!
Systkini á Lava vóru:
Peter Lave Olsen, nevndur
Per Lava, var føddur 28/6 og
doyptur í Havnar kirkju 3/7
1825.
Hann giftist við Sissal
Abrahamsen,
fødd
1815.
Per starvaðist sum kvarter-
meistari á skansanum.
Annars var Per Lava út-
róðrar- og traðarmaður her í
Havn. Peter Lava Olsen doyði
91 ára gamal tann 6/2 1917.
Eftirkomarar
Per og Sissal áttu dótrina
Susanne Katrine Olsen, fødd
20/11 1853. Hon giftist 28/11 1878
við Óla Fredrik Hansen ella Óla
á Velbastað, føddur 8/7 1853.
Tey búðu inni í Koytustovu
hjá Per Lava og fingu tríggjar
døtur og ein son.
Børnini vóru:
• Cecilie Pauline Sophie
Hansen, fødd 8/2 1880.
• Anna Jensine Hansen, fødd
29/4 1882
• Petra Fredrikka Hansen,
fødd 3/10 1884
• Hans Olaf Hansen, føddur
9/2 1891. Hann var nevndur
Hans hjá Per Lava, helst tí, at
hann vaks upp hjá abbanum.
Hans
Olaf
giftist
við
Magninu
Sofie
Fredrikke
Weihe, fødd 17/12 1896 í
Porkeri.
Hans hjá Per Lava var
útbúgvin skipstimbrari og
starvaðist
á
Tórshavnar
Skipasmiðju.
Tey búðu úti á Landavegn-
um, har samkoman Filadelfia
í dag heldur til. Har høvdu
tey trøð, fjós og kúgv á bási.
Systkini hjá Per
Thomas Pauli Olsen, føddur
17/1-1828. Hann gekk burtur
30 ára gamal í Høvdasundi
tann 1/7 1858. Hann átti ein
son við Onnu Joensdatter,
fødd 22/9 1829, á Hvítanesi.
Tey vóru vist ikki gift.
Sonurin
var
Fredrik
Thomsen, sum vaks upp
niðri á Lava saman við
systkinabørnunum
Óla,
Johan, Hans Paula, Andreas
og Jens. Hann fór sum ungur
til South Allovay í Skotlandi,
har familja hansara enn finst
undir navninum Thomson.
Malena Olesdatter, fødd
22/9 1830. Hon giftist við
Jóannesi, sum fekk sær
navnið Tauser. Hon átti sonin
Óla Tauser, (4/8 1863-13/6 1930)
við Joen Peter Nicolaisen,
áðrenn
hon
giftist
við
Jóannesi. Óli Tauser var
giftur við Johonnu fødd 11/1-
1880 í Hovi, deyð 20/12-1928.
Versonur teirra, Jóhannes
Tauser, gjørdist elsta manligi
føroyingur, 105 ára gamal.
Augustinus Olsen
var
føddur 27/7 og doyptur 11/8
1833 í Havnar kirkju. Agga
fór sum ungur til Kirkjubøar
at vera húskallur. Seinni
var hann eisini nøkur ár úti
í Dímun. Hann bar orð fyri
at vera av bestu svimjarum
og av bestu bjargamonnum.
Sagt varð um hann, at hann
kundi skjóta skarv og sjálvur
- sum ein veiðihundur - leypa
á bláman eftir honum. Í
Trøllhøvda
er
»Aggarók«
uppkallað eftir honum. Har
skal vera stórt loft, og er
Agga fyrsti maður, ið tikið
hevur hesa rókina.
Agga á Lava giftist í 1860
við
Onnu
Thomasdatter,
fødd 10/12 1832 í Skúvoy. Tey
flyta inn til bróður hennara
Mikkjal
Thomassen
á
Dunganum. Men tá hesin
giftist árið eftir í 1861, flyta
tey inn í eini lítil hús uppi við
Lið, sum Agga helst sjálvur
hevur bygt.
Við fólkateljingina í 1870
standa Augustinus Olsen, 37
ár, Anna Thomassen, 37 ár, og
børnini Óli Gudmund Olsen,
9 ár, Sunneva Maria Olsen, 3
ár, at búgva uppi við Lið. Við
fólkateljingina í 1880 stendur
Anna Thomassen 48 ár, at
vera einkja. Við fólkateljingina
í 1890 stendur Anna Tausen
Olsen 59 ár og Johanna
Thomina Margreta Olsen, 18
ár, at búgva uppi við Lið.
Anna stendur fyri at
vera einkja, men Agga er á
lívi. Hann fór burtur í heim
og varð horvin í nógv ár. Tí
hann verið hildin at vera
deyður. Men um aldarskiftið
kemur hann aftur, og hann
doyr nøkur ár seinni. Petur
Alberg skrivar um hann í síni
dagbók.
Anna
Elisabeth
Oles
datter, fødd 31/10-1836, varð
nevnd Kiskulingurin á Lava
helst av teirri orsøk, at hon
hevur verið nakað ómøgulig.
Hon átti eina dóttur, hóast
hon ikki var gift, nevnd
Olevina Olsen, fødd 23/12-
1870. Pápin var Peter Chr.
Olsen úr Havn. Olevina bar
orð fyri at vera sera vøkur.
Hon vaks upp í heiminum hjá
Pedda Weis, sum var næsta
húsið niðaneftir hjá teimum
á Lava. Sum tilkomin flutti
Olevina saman við móðir
síni til Svendborg í Danmark
at búgva, har hon giftist við
einum skipara.
Jákup
á
Lava,
sum
eitt tíðarskeið sigldi við
skonnartini »Sjey Systrar«
hjá Valdemar Lützen, var
einaferð, meðan hann sigldi
við hesum skipinum, og
vitjaði tær báðar.
Ole Olsen Tauser var
føddur 6/4 1840, men doyði
hann bert 19 dagar gamal
tann 25/4 1840, men vit kenna
ikki orsøkina til, at hann
doyði so lítil.
Óla
Hans
Olsen
var
føddur tann 21/3 og doyptur
í Havnar kirkju ¾ 1842, har
hann varð konfirmeraður
28/6 1857. Hann gekk burtur
í Høvdasundi 1/7 1858 saman
við
bróðrinum
Thomas
Paula og tveimum øðrum
monnum.
Kirkjubókin sigur frá, at
1/7 1858 gingu burtur “Thomas
Pauli Olsen, ungkarl, søn af
Ole Lava Pedersen i Thors-
havn, 30 år, Ole Hans Tausen,
førstnævntes
broder
af
Thorshavn, 16 år, Joen Pauli
Simonsen, ungkarl, søn af
Simon Johannesen af Thors-
havn, 23 år, og Samuel Peder
Joensen, søn af afdøde jæger
Joen Pedersen, ungkarl, af
Thorshavn, 18 år.
Jacob
Tauser
Olsen,
føddur 3.8 1845, giftist við
Elsebeth Hansen f. 28.8 1846
ættað úr Funningsstovu í
Havn. Tey bæði hava fyrr
verið umrødd í hesi røð.
Tað er langabbasonur teirra
Johan Restorff Jacobsen, sum
er kelda til greinirnar vit hava
havt um Lavaættina og eisini
til aðrar greinir í hesi røð.
Lavasøgan:
Tveir brøður gingu burtur í Høvdasundi
Lavaættin er ein kend og stór ætt í Havn. Tí er hon eisini væl umboðað í gamla kirkjugarði
í Havn. Hesa ferð umrøða vit »Peter á Lava Olsen’s familjugravstað«
Komandi partur
Í komandi viku umrøða
vit Onnu og Sam Olsen
Hans hjá Per Lava
Høvdasund, har tveir av beiggjunum hjá
Petur á Lava sjólótust 1/7-1858
Peter Lava Olsen, nevndur Per Lava
Koytustova úti á Reyni, har Per á Lava búði
PETER Á LAVA OLSEN’S FAMILIUGRAVSTAÐ