fríggjadagur 21. mai 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Fríggjadagur 21. mai 2010 · Nr. 84
Sosialurin
Ergoterapeutur
Ergoterapeutiska toymið á Psykiatriska
deplinum tørvar ein ergoterapeut til
setan 1. juli 2010. Talan er um eitt fast
starv 34 t. um vikuna.
Samstundis verður søkt eftir einum ergo
terapeuti til eitt avloysarastarv 35 t. um
vikuna í tíðarskeiðinum 1. august 31.
oktober 2010.
Vit bjóða tær eitt arbeiðspláss í stórari
menning, har tú fært møguleika fyri fak
ligum og persónligum avbjóðingum.
Um arbeiðið:
Ergoterapeutiska toymið er partur av
tvørfakligu viðgerðini av innlagdum og
ambulantum sjúklingum. Á Psykiatriska
deplinum verður arbeitt í toymisskipan
eftir visjónini um samskipaða røkt og
viðgerð. Ergoterapeutiska faktoymið hevur
týðandi leilut í hesi skipan.
Talan er um eitt áhugavert starv við sera
fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, og arb
eitt verður miðvíst við at menna skjal
prógvan. Vit nýta m.a. tað kanadiska
modellið sum fatanargrundarlag. Vit
hava fasta avtalu um at hava lesandi
frá ergoterapeutskúlanum í Esbjerg í
starvsvenjing.
Ergoterapeuturin:
Skal hava áræði, vera sjálvstøðugur,
vera opin fyri nýggjum tiltøkum og
vera við til at menna tað tvørfakliga
samstarvið. Vit leggja harumframt
dent á persónligar eginleikar sum
fleksibilitet, greiða talu, humor,
áræði og evni at innganga í plikt
að samstarv.
Nærri upplýsingar fáast við at
ringja á tlf.: 304500 og tosa við
Andrias Hansen, deildarergotera
peut, lokal 5785 og 5786
Lønar og setanartreytir sambært
sáttmála millum Ergoterapeut
felagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er 7. juni
2010 kl. 12.00.
Setanar samrøður verða
hildnar 9. juni 2010
Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið, Lønar og starvsfólkadeildin, FO100 Tórshavn ella við telduposti til umsokn@ls.fo
S
t
ø
r
v
á
L
a
n
d
s
s
j
ú
k
r
a
h
ú
s
i
n
u
m
w
w
w
.l
s
.
f
o
Trivnaður
Gransking & menning
Sjúklingurin í miðdeplinum
Sosialurin / KvR 34 18 00
EndUrlýsing: leiðandi yvirlækni og depilsleiðari á skurðdeplinum
Starvið sum leiðandi yvirlækni er leyst at
seta skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Skurðdepilsleiðsan er samansett av leið
andi yvirlækna, leiðandi sjúkrarøktarfrøð
ingi og leiðandi ljósmóðir. Skurðdepilin
umfatar serfrøðirnar ortopædkirurgi, gy
nækologi og obstetrik, parenkym kirurgi
og urologi umframt oto rhino og la
ryngologi, optalmologi og odontologi.
Hetta hevur við sær kanning, diagnosering,
viðgerð, røkt og rehabilitering av hesum
sjúklingabólkum. Deildirnar eru: kirurg
iskar seingja, operatións, eygna og
oyra nasa háls, føði/barnsburðardeild
við neonatalari eind, tannlæknastovu og
kirurgiskt ambulatorium við dagparti,
læknagongd við yvirlæknum, hjálpar
læknum og læknaskrivarum.
Ábyrgdarøki
Sjúkrahúsleiðslan hevur yvirskipaðu á
byrgdina av samlaða rakstrinum. Leiðandi
yvirlæknin hevur saman við leiðandi
sjúkrarøktarfrøðingi og leiðandi ljósmóðir
ábyrgdina av leiðsluni av Skurðdeplinum,
og eru tey staðgongufólk fyri hvønn
annan, tá ein er burturstaddur. Sí umframt
www.ls.fo fyri misjón, visjón, virðir og
fakta hjá Landssjúkrahúsinum.
landssjúkrahúsið leitar eftir einum
framskygnum, sterkum og treystum leið
ara við góðum yvirliti og góðum evnum
til at taka avgerðir. Tað hevur stóran
týdning, at tú bæði hevur hug og evni til
at samarbeiða i eini toymisleiðslu, har
trúfesti (loyalitetur) og opinleiki eru
grundarlag fyri avgerðum og gerningum,
sum depilsleiðslan tekur í mun til
strategiina hjá Landssjúkrahúsinum. Leið
arin hevur ábyrgdina av starvsfólkaleiðslu,
fakligari menning og førleika fyri allar
starvsfólkabólkar í deplinum. Tað er av
stórum týdningi, at depilsleiðslan ígongd
setir, stuðlar og tekur ein aktivan lut í
grannsking hjá deplinum, bæði lækna
fakliga og tvørfakliga.
Depilsleiðslan skal planleggja, samskipa
og fáa sum mest burturúr rakstrinum og
tilfeingisnýtsluni, soleiðis at tað verður
veitt ein so góð tænasta til brúkaran sum
møguligt innan teir til eina og hvørja tíð
galdandi karmar. Umsøkjarar skulu vera
greiðir yvir, at ein týðandi partur av
starvinum hevur leiðsluuppgávur við sær.
Arbeiðsuppgávur
• Tilfeingisbýti og fíggjarstýring
• Raðfesta leiðsluuppgávuna høgt og
arbeiða fyri einari vælvirkandi
depilsleiðslu í samsvar við nýmótans
leiðsluaðalreglum
•Tryggja karmarnar fyri dagliga
rakstrinum og starvsfólkatrivnaða
• Seta mál fyri depilin og eftirmeta tey,
herundir eisini serfrøðina hjá deplinum
• Seta grannsking í gongd,
góðskutrygging og menning fakliga og
tvørfakliga
• Seta í gongd og fullføra serligar
serfrøðir og bygnaðarbroytingar
Førleikakrøv
• Kirurgiskur serlækni innan relevanta
serfrøði
• Leiðsluroyndir í minsta lagi frá
fyrisitingarligum yvirlæknastarvi
• Leiðsluútbúgving og fíggjarligt innlit
ella útbúgving ella vilja til at
gjøgnumføra hetta
• Royndir við leiðslu av
broytingartilgongdum
• Dugnaligur at útbýta tilfeingið innan
depilin, bæði starvsfólk og annað
tilfeingi.
• Evni til at hugsa og virka strategiskt og
langskygt
• Kunna planleggja og strukturera
mannagongdir og arbeiðshættir hjá
deplinum
• Gjarna kliniskar royndir frá fleiri
sjúkrahúsum
• KTførleiki á brúkarastøði
lønar- og setanartreytir
Starvið er áramálssett til 6 ár og kann
leingjast eftir avtalu í upp til 3 ár.
Starvið verður innskipað eftir avtalu við
FAS og Fíggjarmálaráðið.
Aðrir upplýsingar fáast við at venda sær
til Tummas í Garði, varastjóra og
yvirlækna, teldupost lstumga@ls.fo
telefon +298 234592 ella Bente
Wennerberg, menningarstjóra, teldupost
bw@ls.fo telefon +298 234598
Umsøkjarafreistin er 23. juni 2010
Varaleiðari til B8
Eitt avloysarastarv sum varaleiðari á B8 er leyst at søkja til setan
skjótast gjørligt til og við 31. mai 2011.
B8 er ein medisinsk kardiologisk deild við 13 seingjarplássum. Vit
hava bæði akuttar og elektivar innleggingar og hava tætt samstarv
við kardiologisku starvsstovuna og hjartarehabiliteringina. Vit taka
ímóti lesandi frá sjúkrarøktarfrøðiskúlanum og heilsuskúlanum.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
• saman við deildarleiðara menna deildina
• virkandi leiðari, tá deildarleiðarin er burturstaddur
• ábyrgd av lesandi í klinikkini
• vera við í klinisku røktini at viðgera og røkta hjartasjúklingar
Vit kunnu bjóða:
• innleiðslu
• fjølbroytt arbeiði, og avbjóðingarnar gera starvið sera spennandi
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samstarv
Krøv til umsøkjarar:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• fakligan førleika í røkt og viðgerð til kardiologiskar sjúklingar
• fakligan førleika í kliniskari vegleiðing
• áhuga í leiðslu
• áhuga í fakligari menning av starvsfólkum
• góð tvørfaklig samstarvsevni
• sjálvstøðugur, kreativur og hava visiónir
• teldukunnleiki
Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava:
• kardiologiska útbúgving
• leiðsluútbúgving
Lønar og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Starvslýsing og fleiri upplýsingar fáast við at ringja
304500 til Poulu Jacobsen, deildarleiðara, lokal
6068, lspouja@ls.fo ella til Ingun Gaardbo, leiðandi
sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102, lsingga@ls.fo
Umsóknarfreistin er 7. juni 2010 kl. 12.00
Bioanalytikari Umsóknarfreistin er 25. mai
introduktiónsstarv í Psykiatri Umsóknarfreistin er 4. juni
sjúkrarøktarfrøðingur til B7 Umsóknarfreistin er 10. juni
læknaskrivari til skurðdepilin Umsóknarfreistin er 11. juni
Yvirlækni til Med. depilin (pædiatri) Umsóknarfreistin er 15. juni
Yvirlæknar í gynækologi/obstetrik til skurðdepilin Ums. er 25. juni
Onnur leys størv (sí meira á www.ls.fo)