fríggjadagur 21. mai 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 84 · 21. mai 2010
4
VIKUSKIFTI
Elna og John vu
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Øll sum atkvøddu fyri vinnaraparinum vóru við í lutakastinum um eitt
gávukort frá SMS á 1.000 krónur. Vinnarin gjørdist Annika Gaard av
Argjum.
Annika vann gávukortið
Kring allar Føroyar hava fólk klipt,
krossa og sent lepar inn seinastu
mánaðirnar. Pørini hava víst seg
fram í greinum í Sosialinum og í
práti við Rás2.
Fimm pør vóru við og kappaðust
um at gerast tann hepni vinnarin.
Elna Høgenni og John A. Poulsen
vóru tað par, ið fingu flest
atkvøðuseðlar - 3.411 seðlar.
Hini pørini vóru øll væl yvir
1.000 atkvøðuseðlar, og onkur eisini
yvir 2.000.
– Hetta kennist sum ein dreymur,
vit hava slettis ikki skilt, at vit hava
vunnið enn, siga tey bæði Elna og
John.
Tey hava verið nógv úti um seg
og roynt at savna seðlar inn, og
John, sum starvast sum portørur á
Landssjúkrahúsinum, hevur mint
fólk á at stemma uppá tey.
Høvdu tit væntað, at
tit fóru at vinna?
– Nei slettis ikki. Vit vóru heilt vís í,
at onkur annar longu hevði vunnið,
tá tit ringdu. Men vit gjørdust
sjálvandi sera, sera glað at tað vóru
vit.
Elna og John hava bíðað við
at bíleggja og keypa summi ting,
eftirsum tey vóru við í kappingini.
Nù kann planleggingin rættuliga
byrja, og nøkur av tingunum, tey
hava vunniðm høvdu tey ikki haft
ráð til annars.
– Brúðarbil og brúðarferðina
høvdu vit ikki roknað við í
brúdleypið, men tað fáa vit so nú.
Eftirsum lítla dótturin Guðrið
bara er tríggjar mánaðir, ætla tey
at bíða eitt ár við ferðini uttanlands.
Virðið á vinninginum er umleið
38.000 krónur. Umframt brúðarferð
og brúðarbil er eisini brúðarkøka,
hár, klæði, sminka, svitan á Hotel
Føroyum og mangt, mangt meira
við í vinninginum.
Tali av gestum er og verður
verandi 200. Tað er nøgdin av fólki,
ið fáa pláss í B36 húsinum, har
veitslan skal haldast.
Vígslan verður í Kaldbaks kirkju
10 juli.
Brúdleypskappingin hjá SoSialinum
og SmS gjørdiSt tann StørSta
kappingin nakrantíð í Søguni hjá
blaðnum. tilSamanS komu heilir
10.794 atkvøðuSeðlar inn