Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. mai 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 84 · 21. mai 2010 23 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein DoKumEnTar um Kaj munK Danski presturin Kaj munk var stóri dramatikarin í 30’unum og 40’unum, men í januar í 1944 varð hann myrdur av Gestapo. munk var sjálvur hugtikin av Hitler og mussolini í 30’unum, men bjóðaði týsku hersetingarvaldinum av í prædikum, sjónleikum og talum undir krígum. Her verður greitt frá lívinum hjá Kaj munk. Kaj MunK Dr2 leygarkvøldið 22/5 kl. 18.20 AnnA heim At syngjA Føroyska X Factor stjørnan Anna nygaard kemur í komandi viku heim til Føroya at hava sínar fyrstu konsertir síðani luttøkuna í dr-kappingini. Anna fer at spæla í Løkshøll í runavík hóskvøldið og í norðurlandahúsinum í havn fríggjakvøldið. saman við Annu er eisini the X Orchestra, sum spældi undir hjá sangunum í X Factor. anna nygaard live Løkshøll hóskvøldið 27/5 norðurlandahúsið fríggjakvøldið 28/5 Prince OF PersiA Vælumtókta telduspælið er nú gjørt til film, har disney er við í framleiðsluni. søgan snýr seg um ein ævintýrhugaðan prins, sum finnur saman við einari prinsessu fyri at steðga einum óndum leiðari í at byrja ein sandstorm, sum kann oyðileggja allan heimin. Filmur verður frumsýndur í biohøllum hesa vikuna. Prince of Persia – the sands Of time Havnar Bio Frá hósdegnum 20/5 STronG oG lívSGlEðI Týsdagin heldur niclas Heri jákupsson tveir fyrilestrar í løkshøll í runavík. Tiltakið hevur fingið navnið “Út við strongd – Inn við lívsgleði”. niclas Heri fer í fyrra fyrilestrinum at tosa um orsøkir til strongd og munin millum positiva og negativa strongd. í seinna fyrilestrinum, sum hann kallar Born To Be alive, fer hann at tosa um lívsgleði, um at sansa og at liva her og nú. Út við strongd – inn við lívsgleði løkshøll í runavík Týsdagin 25/5 kl. 13.00 FyrstA sLAgið um hAVninA havnafeløgini hB og B36 taptu bæði í Vodafone deildini farna vikuskiftið. hB er framvegis á odda í deildini eftir góð úrslit, meðan B36 tykist verða stegðað nakað eftir eina góða byrjan. nú skulu hB og B36 so stríðast í fyrsta slagnum um havnina – og ikki minst fyri B36 hevur tað stóran týdning at fáa okkurt burtur úr dystinum. HB-B36 Vodafone fótbóltsdeildin sunnudagin 24/5 kl. 15.00 rOckrøddin tAgnAð ronnie james dio telist millum teir stóru sangararnar í klassiska rocktónleikinum. hann hevur verið vði í bólkum sum Black sabbath, rainbow og heaven & hell, og hann hevur eisini framført við sínum egna bólki, dio. um vikuskiftið doyði ronnie james dio 67 ára gamal. hann hevur verið sjúkur av krabbameini í búkinum. Á útgávuni holy diver frá 1983 ber til at uppliva nakað av tí besta frá ronnie james dio sum rocksangara. dio holy diver (1983) teknA Búmerki tiL eLLisheim Vágs kommuna hevur júst skrivað út kapping um at finna navn og gera búmerki til nýggja ellis- og røktarheimið í Vági. uppskot um hetta við frágreiðing um uppskotið skulu sendast Vágs kommunu áðrenn 1. juli. Virðislønin er 3000 krónur fyri bæði uppskotini, og velir dómsnevndin frá tveimum ymiskum uppskotum, eru virðislønirnar 2000 krónur fyri hvørt. navna- og BÚMerKjaKapping ellis og røktarheim í Vági Freistin er 1/7