týsdagur 25. mai 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
týsdagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Um
vikuskiftið
gift ist Simon Kvamm
Stine Ellerbæk, ið
er tíðindakvinna.
Kendi sanganrin
í
Nephew
og
Stine eiga sam
an dóttrina Eli
nor
Kvamm
Eller bæk, ið er
3 ár.
Brúdleypið
var á Samsø og
millum gest ir
nar taldust hinir
í
Drengene
fra Angora, har Kvamm
eisini tek ur lut. Eisini vóru
onnur gávurík innan satiru
og undirhald millum teir
112 gestirnar, ið nærum allir
gista á Brundby Hotel, har
veitsla hevur verið Hvítu
sunnudagarnar.
At so nógv innan undir
haldsheimin eru við fær
Ekstrablaðið at ivast í, hvørt
talan bert er um enn eina
upptøku til Krysters Kartel
ella Drengene fra Angora.
M
ikil
orðadráttur
hevur
verið um Heimsatlasið, síð
an tað á fyrsta sinni kom
út á føroyskum í 1993. Í síðstu viku
var fundur í Miðlahúsinum við tí í
hyggju at fáa fólkið á tal um, hvørja
leið vit skulu ganga, nú Føroya
Skúlabókagrunnur á øðrum sinni
fer at geva út føroyskt heimsatlas.
Fyri okkum sum gingu í skúla
við donskum og týskum atlasum
og landakortum var tað kærkomið
at síggja eina føroyska útgávu av
heiminum – tí vit hava nógv landa
og býarnøvn, sum vit heilt nátúrliga
skriva á føroyskum: Vit siga Svøríki,
Italia, Avstralia og Keypmannahavn,
hóast vit í skúlanum lósu Sverige,
Italien, Australien og København.
Men alt sjálvandi við máta. Tað
kann ikki vera nøkur meining í at
umseta púra fremmand landa
og býarnøvn úti í stóru verð til
føroyskt bara soleiðis hissini. Fleiri
dømi eru nevnd um tað, sum ikki
skulu vera endurtikin her. Men at
geva nøvnum nátúrligt føroysk snið
og endingar, tað er nakað annað.
Hinvegin kunnu vit geva Sjúrði
Skaale, løgtingsmanni, rætt, tá hann
mælir til, at nøvnini verða skrivað
við teimum »útihýstu« stavunum,
sum løgtingið hevur samtykt at
fáa í føroyska stavraðið soleiðis
at Chile verður stavað Chile og ikki
Kili, og at Mexico verður stavað
Mexico og ikki Meksiko.
Vit skulu vera fegin um, at vit
hava havt so nógv eldhugað stríðs
fólk gjøgnum tíðirnar, sum hava
strembað so mikið, at vit hava
varðveitt okkara móðurmál – og
enntá endurkonstruerað skrift
málið. Meðan føroyskt varð talað,
so varð danskt skrivað – eyð vitað
nógv ávirkað av danska skrift mál
inum. Hetta eiga vit ikki at forsmáa.
Men vit skulu kortini vera varin, at
vit ikki fara í hina grøvina, har vit
ræðast alt, sum líkist donskum.
Føroyska og danska málið eru
runnin av somu germansku rót, og tí
líkjast tey nátúrliga, tí eiga vit ikki at
vera ov fundamentalistisk í okkara
uppfatan av góðum føroyskum
mál burði. Viðlíkahaldið av føroyska
mál inum eigur at snúgva seg um
so nógv annað, enn um Kristian
eitur Christian ella Viktor eitur
Victor. Her eiga vit í nógv størri
mun at hugsa um málbygnaðin,
um endingar, um ljóðlæru og ikki
minst um dialektirnar, sum vit fyri
alt í verðini mugu varðveita, tí tær
ríka málið og gera tað fjølbroytt.
At gera eitt heimsatlas er annað
og meira enn málfrøði. Tí er tað so
sjálvsagt, at landafrøðin – geografiin
– eigur at takast upp á ráð. Fyrsta
føroyska heimsatlasið er gott. Men
tað ger einki, um útgevarin tekur
eitt sindur í egnan barm og á tann
hátt ger tað enn betri.
At gera eitt heimsatlas er
meira enn málfrøði
Í morgun varð »spakin«
settur í til at byggja nýggja
Keypsamtøku í Klaksvík.
Teir er farnir undir at taka
asfaltið av og annars at gera
fyrireikingar til bygging av
Keypsamtøkuni, sum skal
liggja við Nólsoyar Pálsgøtu
niðan fyri býráðshúsini.
– Spakin er skiftur út
við ein stóran fresara, so as
faltið kann verða tikið av. Í
gomlum døgum hevði flagið
verið loyst av av einum haka
– so broytist, sigur Dávur
Winther, mentanarleiðari
hjá Klaksvíkar kommunu,
sum hevur tikið myndina.
Keypssamtøkan
skal
byggja um 1100 fermetra
stór an handil í Klaksvík.
Drúgv tilgongd hevur
verið at fáa sett skjøtil á
hesa bygging, sum byrjaði
sína gongd miðskeiðis í 80
unum.
Men nú er byggingin so
byrjað og skal vera liðug um
ársskiftið.
Á myndini sæst ein
gul strípa, sum sigur hvar
bygningurin skal standa.
HEimurin á føroyskum
Stjórin á Rás2 avsannar, at
tað er brostið kríggj á millum
Rás2 og Kringvarpið, soleiðis
sum tíðindini í Útvarpinum
annars søgdu leygardagin.
Rás2
segði
seg
hava
gjørt eksklusivar avtalur
við Víking og EB/Streym
um at útvarpa seinnu hálv
final urnar í kappingini um
løgmanssteypið, men Kring
varpið avvísti, at Rás2 kann
gera slíkar avtalur og fáa
einkarrætt at útvarpa ávísar
fótbóltsdystir.
– Eg var kløkkur av at
hoyra orðingina um, at tað er
kríggj millum Rás2 og Kring
varpið, tí tað er tað á ong an
hátt, sigur Jonhard Hammer,
stjóri á Rás2.
–
Samstarvið
millum
okkum og Kringvarpið hevur
verið betri seinastu tíðina,
enn tað ofta hevur verið, og
samstarv fer eisini at loysa
seg í longra lagi, sigur hann.
Hinvegin ætlar Rás2 sær
ikki at útvarpa fótbóltsdystir,
um Útvarpið eisini er til
somu dystir.
– Tað er eingin meining
í, at vit standa við síðuna
av
Útvarpinum
og
út
varpa fótbóltsdystir, og fer
Útvarpið at siga frá seinnu
hálvfinalunum
í
steypa
kapp ingini, og gera vit tað
ikki. Vit gera tað bert, um vit
fáa einkarrætt til dystirnar,
sigur Jonhard Hammer.
– Vit eru tó altíð til reiðar
at siga frá dystum, um fe
løgini
ynskja
tað,
sigur
hann.
Einki kríggj
Gesta
blíðir
muslimar
heini olsen
kjak á síðu 34
Makrel
urin sum
profilering
bjørn kalsø
kjak á síðu 13
FK í Klaksvík
sett spakan í
Simon Kvamm giftur