týsdagur 25. mai 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Týsdagur 25. mai · Nr. 85
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Janus D. Guttesen
Ein stórur partur av fríggja
degnum fór við at avhoyra
lita v iska mannin, sum førdur
varð úr Íslandi at vitna móti
lands monnum sínum.
Maðurin er varð halds
fongslaður í Íslandi, og á
vitjan ini í Føroyum gisti tí
eisini í varðhaldinum í Havn.
Ákæruvaldið vildi hava
henda mannin at vitna, tí
hann er ákærdur fyri at vera
høvuðs maðurin í Íslandi í
hesum stóra smuglara máli
num.
Maðurin fór úr Litava til
Ís lands fyri einum ári síðan,
og hann fór fyri at arbeiða.
Tað eydnðist tó ikki so væl,
segði hann.
Hann gisti hjá eini lita
visk ari kvinnu, sum undir
helt honum.
Litavin segði í rættinum,
at ein vinmaður í Litavia
hevði bið ið hann gjørt ein um
av sínum vinum eina tænas
tu. Tænastan var at keypa
ferða seðlar til tveir menn.
Hetta fekk hann vinkonu
sína at gera, av málsligum
or søk um. Kvinnan noyddist
sjálv at gjalda.
Eg havi skilt, at tað eru
teir báðir, sum nú eru her,
segði maðurin í rættinum.
Annars visti hann einki
um nakað. Kendi ikki teir
báð ar menninar, og heldur
ikki visti hann, at rúsevnini
vóru í bili teirra, og hvat teir
skuldu í Íslandi.
Ákærin kom við pá standi
num um, at onkur annar
hev ur sagt, at hann visti um
rúsevnini í bilinum.
Hesum vísti hann aftur.
Eingin kom fram
Um sama mundið, sum teir
báð ir litavarnir vórðu tiknir
í Føroyum, var ein litavi í
eina viku í Íslandi. Ymsar
frá grei ðingar vístu á, at hes in
maðurin skuldi taka rús evni
ni úr bilinum.
Hóast fleiri telefon av
lurt ing ar vórðu spældar fyri
manni num, latst hann ikki
um vón. Sat bara og smírdist.
Úr Litava hevði hann
fing ið at vita, at teir báðir
ákærdu litavarnir í Føroyum,
ikki vóru fram komnir. Litað
varð eftir teimum víða hvar,
og spurt varð eftir teimum
bæði hjá Smyril Line og hjá
politinum. Til Íslands vóru
teir ikki komnir. Ein møgu
leiki var, at teir vóru farnir
upp á drukk.
Telefonavlurtingar ben
du á, at onkur helt teir vera
stungnar av við rús evn u
num.
Vitnið vrð mint á, at hann
ikki altíð hevur sagt somu
søgu na um rúsevnini, hvat
hann visti um teyr, og hvat
teir báðir ákærdu í Føroyum
visti. Víst varð eisini til, hvat
onn ur vitni hava sagt.
Ákærin noyddist at gev
ast við at draga meira úr
manninum um henda spurn
ing in, og tað gjørdi hon við
hes um orðum:
Tað er ilt at skilja, at tú
framvegis noktar teg sekan í
rús evnis kriminaliteti.
Meðan
avlurtingarnar
vórðu spældar av, brustu teir
trígg ir litavarnir fleiri ferðir
í látur. Tað kom av, at alla
tíðina varð tosað so ófanta
ligt við nógvum grovum eið
um.
randi@sosialurin.fo
Segði Sum minSt
BMW-Málið Hóast ákærin gjørdi, tað hon var ment,
fekst lítið burtur úr íslendska høvuðsvitninum.
Nevndinatingið heldur fram alla hesa vikuna