Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mai 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Danski standi- skemtarin Mick Øgendahl vitjar í Før oyum næsta vikuskiftið. Hann fer at undirhalda í Norður landa- hús inum 4. juni, og tá kunnu fólk vænta sær eitt væl umtókt og frískt show frá Øgendahl. Seinasta árið hava 50.000 danir keypt atgongumerki til Propaganda-showið hjá Mick Øgendahl, og samanlagt hev ur hann 80 framførslur á skránni í hesum árinum. – Eg eri sera takksamur fyri, at fólk taka so væl ímóti showinum, sum eg havi arbeitt við í eitt heilt ár. Eg havi tað fantastiskt á pallinum, og tá fólk í so stórum tali koma til mínar framførslur, er tað trupult at verða í ringum lag, sigur Mick Øgendahl. s jey smáir bygdarskúlar verða niðurlagdir í summar. So - leið is skrivaðu vit í gjár, eftir at inn skrivingarnar til kom andi skúlaár eru greiðar. Deild ar stjórin í fólka skúladeildini í Menta mála- ráðnum segði, at orsøkin bara partvís er, at eingi skúlabørn eru eftir í bygdunum. Orsøkin er eisini, at foreldur hava ynskt at flyta børn síni úr smáum bygdarskúlum í størri skúlar í grannabygdum. Deild arstjórin metir eisini, at fleiri bygd ar skúlar fara at hvørva í fram- tíðini. Gamalt var, at skúlin var ment- anarstovnurin í bygdini. Fór skúl- in, stóð bygdin fyri falli. Men soleiðis er ikki longur, nú vit hava minkað so nógv um landið við væl útbygda undirstøðukervinum. Vit hava brúkt hundraðtals milliónir til góðar vegir og tunlar gjøgnum fjøll og undir firðir – og tað er eyðsæð, at hetta má síggjast aftur í rakstrarligum rationaliseringum. Men tað ger tað ikki í nóg stóran mun. Tað eru ikki nógvir mánaðir síðani, at Helena Dam á Neystabø proklameraði sín politikk um at skipa landið í sjey skúlaøki – sum fór at bera í sær, at smáu skúlarnir fóru at hvørva. Føroya Lærarafelag tók undir við hesi ætlan, tí lyft- ið var, at spardi peningurin skuldi varðveitast innan skúlans gátt – ella við øðrum orðum, at spardi peningurin fór at føra til dygd ar- betri skúlar. Tað er eftir hondini breið semja um, at smáu bygdarskúlarnir ikki eru pedagogiskt besta loysnin – sam anhildið við dýra raksturin fyri hvønn næming, tá lærari kann telja næmingar sínar á aðrari hond- ini. Tað sigur seg sjálvt, at tá vit upp á fáar minuttir kunnu flyta næmingarnar til størri skúlar – so at siga uttan eykaútreiðslu, so eigur hetta at verða gjørt. Men tað er stórt spell, at lyftið um ikki at taka pengarnar frá skúl anum, verður brotið. Øll duga at síggja, at tað valla eru pengar til at økja samlaðu játtanina til skúlaverkið – men hví ikki lata skúl- an varð veita ta játtan, hann hevur, og lata sparingar og rationaliseringar koma skúlaverkinum til góða? Besta loysnin er uttan iva at savna næmingar í hósk andi stór ar skúlar á hóskandi økjum. Tí er ver- andi gongd – við at smáu skúlarnir fækka – uttan iva tann rætta, tó at motivið ikki er tað rætta. Men tað skal ein ávís stødd av skúla til tess at næmingurin fær besta tilboðið, og tað er jú sakin í einum nøtuhylki! Øll vita, at sparingar í fólka- skúlanum fara at ganga út yvir veikastu næmingarnar - men tað tykist so kyniskt, at okkara kosnu menn og kvinnur tykjast góðtaka tað. Spardi peningurin skuldi varðveitast í skúlanum Í gjárakvøldið var fyrsta undanfinalan í Grand Prix. 17 lond kappaðust um 10 pláss í finaluni leyg- ar kvøldið. Íslendska Hera Bjørk eydnaðist, at koma viðari. Finland noyddist tó heim aftur uttan finalu- pláss. Hóskvøldið er næsta undanfinalan og tá kappast Danmark og Svøríki. Norra, ið er vertland í ár, hevur longu tryggja sær pláss í finaluni. Hesi londini komu víð- ari: Ísland Bosnien-Herzegovina Moldova Russland Grikkaland Portugal Hvitarussland Serbia Belgia Albania Hera Bjørk kom víðari Niðurleggja smáar skúlar Nú gosið við Eyjafjallajøkull er minkað burtur í at kalla einki, eru íslendsku jarðfrøðingarnir farnir at kanna, hvussu nógv kom upp úr gosopinum tær vik urnar, sum gosið vardi. – Tað er komið meiri upp úr hesum gosinum enn tí gosinum, sum var í Heklu í 1947, og tað bleiv hildið vera eitt stórt gos. Í veruleikanum er hetta gosið størri, enn eg helt, sigur jarðfrøðingurin Reynir Böd varsson, sum starvast á lærda háskúlanum í Upp sala, við svenska útvarpið. Hann sigur, at 300 milli- ónir tons av øsku er kom in úr gosinum við Eyja fjalla jøkull. – Stundum hevur tað verið so ógvusligt, at tað, sum kom upp um se kund ið, vigaði líka nógv sum 100 persónbilar, sigur jarð frøðingurin. Íslendskir jarðfrøðingar hava sagt, at gosið kann gott kykna aftur, og Reynir Bödvarsson sigur tað sama. Goysti 300 mill. tons upp í loft Propaganda frá Øgendahl Tøkk til Rituna T. M. SMiTh kjak á Síðu 12 Trygg KT-skipan TíðindaSkriv á Síðu 12 eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo