mikudagur 26. mai 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86
4
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað var ikki uttan eitt ávíst sorg
blíd ni, at nólsoyingar søgdu farvæl
við Rituna Hvítu sunnudag.
Bæði tey, ið dagliga tey sein astu
ártíggjuni hava ferð ast um Nóls
oyar fjørð við Ritu ni, og tey, sum
sjáld an ella ongantíð eru í Havn,
høvdu hendan dagin valt at gera
ein seinasta túr við skipi num, sum
tíð liga í anuar 1972 kom til landið
at røkja sigl ing ina millum Havnina
og Skopun, men sum mongu tey
seinas tu árini hevur verið far leiðin
hjá nólsoyingum inn á meginlandið.
Ung sum gomul nýttu høv ið fyri
sein as tu ferð at sigla við hesum
skipi, sum so trúliga hevur tænt
nól s oy ing um.
Onkur hevði tikið ein gitt ara
við, men tað gjørdist ongan tíð tann
stóra veitslan. Til tess var túrurin
helst ov nostalg iskur.
Nólsoyarkvinnur eru til tik nar
góð ar matmøður, og teir tríggjar
tímar nar, túr ur in vardi, ruku øll tey
gott 400 smyrjibreyðini, sum tær
høvdu smurt. Tað skal so sigast, at
prísurin var sámiligur: fimm krón
ur fyri stykið, og tað uttan mun til,
um viðskerin var sjo koláta pá legg
ella turt kjøt.
Ritan sigldi kortini eisini ann an
hvítu sunnudag, men um kvøldið
varð leiðin løgd suð ur til Vágs, har
bóg skrúva skal setast í umframt
aðr ar ábøtur, og síðani gong ur leið
in norður til Hvanna sund, har hon
skal sigla upp á Fugloy og Svínoy í
fram tíð ini.
Nólsoyingar bíða so eftir Tern
uni, men hon loysir Teist an av, sum
er til eftirlit – og so klára nóls oy
ing ar seg við Silju Star, sum hóast
alt brúk ar stutta tíð um at sigla um
fjørð in.
leo@sosialurin.fo
Eitt seinasta farvæl til Rituna
Farvæl 125 nólsoyingar høvdu Hvítusunnudag teknað seg
til ein seinasta túr við Rituni. Góða, gamla nólsoyarferjan
sigldi ein túr runt um oynna, og fyri tey allarflestu var
hetta seinasti túrurin við Rituni – um hesar leiðir
seinastu Ferð
skipari
Tað var sum á ólavsøku, tá Ritan legði
frá landi í Nólsoy Hvítusunnudag
Karmal Olsen var skipari
hendan túrin, meðan Mortan
Mortensen var stýrimaður
Bjargingarbáturin LÍV fylgdi við Rituni
runt um oynna, og teir hugnaðu sær millum
annað við at seta ein mann upp á Kapilin
Nýggir, farnir, hálvir og heilir nólsoyingar við
vitanum og búðlonini á Borðuni í baksýni
Gutti Jacobsen, ið er hin skiparin á Rituni,
var eisini við á túrinum, tó sum ferðamaður
Summi nýttu høvið at fara við inn til
Havnar á eina Café Nátúr-vitjan, áðrenn
tey – fyri tey flestu galdandi – fyri seinastu
ferð sigldu um Nólsoyarfjørð við Rituni