mikudagur 26. mai 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. mai 2010 · Nr. 86
28
Sosialurin
Oyggjablaðið
Best um øll bør
Kunoy – Eg havi
gingið her frá 1.
flokki. Og hetta er
ein góður skúli, sigur
Jón Josephsen, sum
gongur í 5. flokki
í Kunoyar skúla.
Spurningurin nú er,
um Jón framvegis
sleppur ganga her,
ella um øll børnini
verða koyrd í hin
skúlan í oynni, tann
í Haraldssundi
Snorri Brend
Hetta er sum einhvør annar skúla
tími í Kunoyar skúla. Ein lær ari og
næmingar hansara í eini og somu
skúlastovu.
Teir fýra næmingarnir – Jón,
Ivan, Rannvá og Ronja – sita so
huga góðir við síni borð og lesa. Og
hví skuldu teir ikki tað?
Beint frammanundan hava tey
verið uttandura og hildið fríkorter
eina løtu í einum av landsins minstu
ella størstu og vakrastu skúla gørð
um.
Niðanvert skúlan rennur áin.
Líta tey upp í loft, reisa fjøllini seg
prúð og høg yvir bygdina. Og hyggja
tey úteftir, gevur Kalsoyarfjørður
teim um eitt útsýni sum broytist
fleiri ferðir um dagin.
Nú eru tey komin inn aftur í
skúlastovuna. Inn aftur til álvaran
og skyldurnar í skúlanum. Og inn
aftur til ein væl upplagdan lærara,
Jóhannes Johannessen sum er úr
Klaksvík.
– Jú, mær dámar væl at ganga
her, sigur elsti næmingurin í Kun
oyar skúla, Jón Josephsen, sum
gong ur í 5. flokki.
Onkur av hinum næmingunum
vil eisini geva sítt íkast til prátið, og
heldur, at lærarin í Haraldssundi er
nokkso strangur.
– Her hjá okkum er nógv best,
kemur tað sannførandi frá einum
øðrum næmingi.
Tað verða so í øllum førum ikki
tey sum koma at taka ta endaligu
avgerðina um framtíðina hjá skúl
unum í oynni.
Men tað verða hinvegin tey sum
koma at merkja fylgjurnar av av
gerðini sum einaferð verður tikin.
Tey til okkum
Jón og skúlafelagar hansara hava
neyvan hoyrt um tann fundin, sum
skúlastýrini í Norðoyggjum høvdu
fyri tveimum mánaðum síðani.
Har tosaðu tey um framtíðar
skúlabygnað í Norðoyggjum, út
frá teim ætlanum sum menta mála
ráð harrin, Helena Dam á Neystabø
hevur um ein nýggjan skúla re
form.
Á hesum fundinum varð skúlin
hjá Jón, Ivan, Rannvu og Ronju
eisini nevndur. Hann var ikki bara
umrøddur, men spurningurin varð
settur, hvørja framtíð ið hann
hevur.
Skúlastýrini eru í øllum førum
sinnað til at tað í framtíðini bert
verður ein einstakur skúli í oynni
annaðhvørt tann í Kunoy ella tann
í Haraldssundi.
Sjálvt um hetta er ein stórur
spurn ingur fyri ein 11 ára gamla
drong, so ivast Jón ikki, tá hann
leys liga verður spurdur um hetta:
– Eg haldi, at tað er best, um
SKÚLAGARÐuR
– Hetta er ein fínur skúli, men
eg haldi, at vit áttu at havt eitt
spælipláss í bygdini, sigur Jón
Josephsen sum gongur í 5. flokki í
Kunoyar skúla. Saman við honum
eru tríggir aðrir næmingar – uttast
vinstrumegin bróðir hansara
Ivan Josephsen, og honum við
lið tær báðar Ronja Erlingsdóttir
Høgnesen og Rannvá Andreassen,
sum báðar ganga í 1. flokki
Mynd: Jens Kristian Vang
Okkum dámar
væl at spæla teldu,
hoppa í trampolin,
sparka og sóritt
Her hjá
okkum er
nógv best