fríggjadagur 28. mai 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tá útróðrarmaðurin, Mortan
Egholm í Klaksvík, sum er
ættaður úr Streymnesi, fór
ein túr út í Leirvíksfjørð
í bátinum Borgini miku
kvøldið, var hann í iva um,
hvørt hann skuldi seta línu
na ella ikki.
Mortan egnir við trakt,
sum tað verður rópt, og
hann hevði gággur við sær í
báti num. Men av tí, at hann
lotaði av landnyrðingi norði,
sum er keðilig ætt eystanfyri,
hevði hann ikki so góðan hug
at seta línuna hetta kvøldið.
Meðan hann siglir úti í
Leir víks firði um 21tíðina
hetta kvøldið, sær hann eitt
hvørt, sum flýtir í sjónum.
Eg var einsamallur á
báti num og gjørdi av at
fara at hyggja, hvat hetta
var. Tá eg kom nærri, sá eg
á klæðum og skógvum, at
hetta var ein deyður maður,
sum fleyt í sjónum við ryggi
num uppeftir, sigur Mortan
Egholm.
Ringdi til løgreglu
Mortan sigur, at tá hann
hevði staðfest, at hetta var
lík ið av einum deyðum man
ni, ringdi hann beinanvegin
til løgregluna, sum bað hann
royna at fáa fast í mannin.
Eg fekk eitt net, sum eg
hevði í bátinum, undir mann
in og helt honum soleiðis til
bátin, meðan eg bíðaði.
Hann
sigur,
at
tað
gekk ikki long tíð, til væl
mannaður bátur við fimm
monn um kom úr Leirvík og
út til hansara, og tá hevði
hann eisini tikið seglið fram,
sum hann hevði í sínum báti.
Líkið varð síðan rullað
inn í seglið og fingið umborð
á bátin, sum kom úr Leirvík,
sigur Mortan Egholm, sum
síðan sigldi heim aftur til
Klaks víkar.
Saknaður maður
Útróðrarmaðurin sigur, at
hetta var avgjørt ikki tað,
hann hevði væntað sær á
hesi ferðini í Leirvíksfirði í
miku kvøldið.
Men eg eri fegin um at
hava gjørt mítt til, at ein
sakn að ur maður kemur aft
ur í aftur.
Mortan Egholm dylir ikki
fyri, at hann hugsaði um
mannin, sum hevur ver ið
saknaður í Føroyum í long ri
tíð – uttan tó at vita, at hetta
IkkI tað
eg hevðI
væntað
LÍK Á SJÓNUM – Nei, hetta var avgjørt ikki tað, eg hevði væntað, men eg eri glaður fyri at
hava gjørt mítt til, at ein saknaður maður kom afturíaftur, sigur Mortan Egholm, sum var
maðurin, ið fakk líkið í Leirvíksfirði mikukvøldið, tá hann var á veg til útróðrar
Myndir: Dávur Winther