Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað var ein sjáldsom sjón hjá fólki í Vestmanna at síggja trý skip loysa í senn, sum øll fóru av landinum – sama dag. Partrolararnir Norna­ gest ur og Kolumbus, sum P/F Vár í Vestmanna átti, eru lagdir og hava verið til sølu. Fiskidagarnir, sum hesi skip áttu, eru flutt ir yvir á onnur skip – í hesum førnum yvir á partrolararnar Nón ham­ ar og Fjalshamar, sum vestmenningar hava keypt frá P/F Christiani í Gróti­ num í Klaksvík. Teir, sum eiga P/F Vár í Vestmanna, eru Dánjal Jacob sen og Tummas Christoph ersen, sum eisini eiga onnur skip og bátar. Í nøkur ár hevur felag­ ið hjá Dánjali eisini átt gamla og fyrrverandi ferða­ manna skipið Pride, sum ætlan in var at umbyggja til frítíðarsigling. Sum tíðin leið, og um­ støð ur broyttust, er ætlanin at umbyggja Pride slept, og nú P/F Vár gjørdi av at selja Nornagest og Kolumbus til upphøggingar, fór Pride sama veg. Gekk væl Mána kvøldið loystu øll trý skip ini í Vestmanna við kós móti Grenå í Danmark, har stóra upphøggingarfelagið Forna es hevur keypt skip­ ini. Á leiðini úr Føroyum hevði Kolumbus gamla ferða mannaskipið Pride upp á sleip, og í fylginum og við egnari hjálp var hin par trol ar in, Nornagestur. ­ Vit hava verið tríggir mans við ávikavist Kolum­ busi og Nornagesti á ferðini til Danmarkar, meðan Pride hev ur verið mannleysur. Um borð á hvørjum skip hava verið maskinmaður, stýri maður og skipari. Tað sigur Bjarni Jacob­ sen, sonur Dánjal Jacobsen, sum hevur verið skipari á Kolum busi á ferðini. Dánjal er eisini stjóri í parta felagnum Vár. ­ Vit hava havt eina góða ferð til Danmarkar. Alt hev ur gingið væl, og nú tú ringdi, eru vit júst komnir til Grenå og hava bundið skip ini. Hann sigur, at Roc Amado ur, sum áður er seld­ ur til upphøggingar í Grenå, liggur í somu havn, og nú liggja eisini hesi trý skip­ ini í horninum, sum danir til stuttleikar rópa ”færø­ hjørnet”. ­ Hann hevur verið høg­ ur í ættini, og vit hava tí havt góðan byrð á ferðini til Dan markar. Síðan vit komu um Lindesnes í Noregi, hava vit havt stilli, sigur Bjarni Jacobsen. Lop uppeftir Skiparin og stjórin í P/F Vár hevur ikki hug at siga ítøki­ liga, hvat teir hava fingið fyri skipini, men hann vísir á, at prísurin á jarni ný liga hevur gjørt eitt lop upp­ eftir, sum hann tekur til. Dánjal Jacobsen, reiðari, hev u r áður sagt, at høvdu teir fingið eina miljón fyri hvørt av skipunum, Norna­ gest og Kolumbus, høvdu teir ivaleyst selt. Men Bjarni vísir á, at so góð ur er prísurin á jarni held ur ikki. ­ Vit hava ikki fingið eina miljón fyri báðar bátarnar, legg ur hann aftrat. Ætlandi koma Bjarni Jacob­ sen og hansara menn heim­ aftur úr Danmark longu í dag. vilmund@sosialurin.fo Trý skip til upphøgging í Danmark UPPHØGGING Tá skip verða send til upphøggingar, fer samstundis ein partur av føroyskari skipasøgu í søguna – um vit so kunnu siga. Mánakvøldið fóru trý skip í senn av Vestmanna, og í morgun komu tey til Grenå í Danmark, hagar tey eru seld og verða høgt upp sum gamalt jarn ... hann hevur verið høgur í ættini, og vit hava havt góðan byrð á ferðini til Danmarkar... BJARNI JACOBSEN GAMALT JARN Mánakvøldið loystu trý skip í Vestmanna og løgdu leiðina til Danmarkar, hagar skipini eru seld til upphøggingar Mynd: Birgir W. Høgnesen ­ Eg fekk eitt net, sum eg hevði í bátinum, undir mannin og helt honum til bátin, meðan eg bíðaði, sigur Mortan Egholm, sum fann líkið av deyðum manni í Leirvíksfirði mikukvøldið LÍK Á SJÓNUM var líkið á júst tí mann i ­ num, hann hevði funnið á sjón um. ­ Eg sá ongantíð andlitið, sum lá niður í sjógvin, og eg kendi heldur ikki saknaða mann in. Mortan Egholm sigur, at hann sjálvur hevði ein vin mann, sum datt oman og doyði, og sum ongantíð kom aftur í aftur. ­ Eg skilji væl, at tað hóast stóru sorgina yvir at missa ein av sínum kæru, hev ur sín týdning fyri tey avvarðandi, at fólk, sum farast til bjarga ella á havi­ num, koma afturíaftur, sig­ ur útróðrarmaðurin, Mort­ an Egholm. vilmund@sosialurin.fo ... eg var einsamallur á bátinum og gjørdi av at fara at hyggja, hvat hetta var, sum eg sá... MORTAN EGHOLM