Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87 vikuskiftisblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Poppsangarin Haddaway vitjar um vikuskiftið í Føroyum. Maðurin, sum er ættaður úr Trinidad, gjørdist kendur víðahvar, tá ið hann miðskeiðis í 1990’unum hittaði við sang inum What Is Love. Haddaway hevur síðani havt aðrar sangir á hit list­ anum, men stóri sangurin hjá honum er framvegis What Is Love. Haddaway dugir annað enn at syngja og gera løg. Hann hevur eina aka­ demiska útbúving í politikki og søgu frá Washington University, hann leggur eisini sín egna dans til rættis og skal verða góður at spæla amerikanskan fót­ bólt. Komandi dagarnar vitj ar Haddaway í Føroy­ um, her hann áður hev ur verið. Seinast hann hevði framførslu á dansi stað­ ið í Havn var veru ligur gravgangur eftir atgongu­ merkjunum, og alt varð útselt eftir stuttari løtu. Nú fáa fólk so aftur møgu leikan at uppliva Haddaway til 90’ara kvøld í Rex leygarkvøldið. Haddaway leggur eisini leiðina fram við í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir leyg­ arkvøldið. Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Leygarkvøldið hevur Hans Fróði Hansen stóra veitslu í danska høvuðsstaðnum. Høv­ ið er lanseringin av raki krem­ inum Below Your Belt, sum er til at raka sær við í neðra. Eitt sonevnt Release Party verður í náttklubbanum Zen, sum Remee eigur og rekur. Har eru fólk boðin í veitslu fyri at markera, at vørurnar hjá Below Your Belt nú av álvara eru komnar á danska marknaðinum. Í næsta mánaði kemur Hans Fróði til Føroya at halda líknandi veitslu á dansi staðnum Deep í Havn. t að vóru so føgur orð frá Menta málaráðnum fyri nøkr­ um árum síðani, tá ákoyr ing­ arnar fyri vánaligu Pisa­úrslitini hjá føroysku fólkaskúlanæmingunum høvdu ljóðað eina tíð. Og yvir skrift­ irnar í bløðunum vóru áhugaverdar: »Pisa­átøk geva 10­15 nýggj størv«. Mentamálaráðið boðaði til­ døm is frá, at til skúlaárið 2007/08 fóru at verða áleið 15 størv av teimum nýggju 50 lærara størv­ un um, sum beinleiðis vóru úr slit av Pisa­átøkunum. Og løg ting ið samtykti umfatandi broyt ing ar í fólkaskúlalógini beint áðrenn tað fór í summarfrí í 2007. Ein týð­ andi broyting varð, at byrjunar­ undir vísingin nú verður styrkt við fleiri tímum. Næmingarnir í 1. flokki fingu tríggjar tímar afturat, næmingarnir í 2. flokki fingu somuleiðis tríggjar tímar afturat, meðan 3. flokkur fekk tveir tímar afturat. Eykaútreiðslan av hesum var – sambært deildarstjóranum á fólkaskúladeildini – 10,6 milliónir krónur hetta skúlaárið, sum nú er. Vit viðgjørdu eisini fólkaskúlan á hesum stað mikudagin – um at ætlanin hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í menta málum, um at niðurleggja smærru skúlarnar og at brúka sparda peningin til ábøtur í skúla­ verkinum, varð skotin í senk. Men tað er ætlanin at bøta um vána liga Pisa­úrslitið so sanniliga eisini. Skúlarnir hava fingið boð um at spara. Mitt í hesum skúlaárunum skuldu skúlarnir spara tvey prosent eyka. Hetta gekk í nógvum førum út yvir vikartímar við tí úrsliti, at næm­ ingar róku fyri vág og vind, tá lær­ arar høvdu forfall við øllum tí ampa, sum tað fær á undirvísingina og viðurskifitini í skúlanum ann ars. Skúlar í Havn hava nú gjørt av, at komandi skúlaár verður skarvað burtur av tímunum hjá 1., 2. og 3. flokki. Tveir vikutímar frá hvørjum árgangi. Og hví verður hetta gjørt? Jú, tað er tí, at hesir tímar eru ikki lógarbundnir. Hetta eru jú »bara« tímar, sum eru lagdir oman á undirvísingina fyri at stykja Pisaúrslitið, og tað er ikki neyðugt, tá landið er komið sær í so svára fíggjarkreppu ­ skilst. Tað er ikki lætt at vera skúla­ leiðsla – ella fyri tað almennur stovns leiðari. Men tað er bæði látur ­ ligt og grátuligt, at føgur polit isk ynski og átøk enda við líka so tápu­ ligum fíggarligum skerj ingum. Gott hevði verið, um politiski myndugleikin eisini meldaði greitt út, tá føgur átøk soleiðis aftur verða niðurlaðað til tess at vit skulu verða komin akkurát líka vítt sum sítt – fyri síðani at staðfesta, at góð Pisa­ úrslit eru marglæti. Ikki er neyðugt við góðum Pisa-úrslitum – skilst... Fólk flokkast um Haddaway So ruku PISA-tímArnIr Eitt av mest tiltiknu verk un­ um í rocksøguni er The Wall hjá Pink Floyd. Verkið frá 1979 verður ofta umrøtt sum eitt meistaraverk, og nú kann The Wall aftur upplivast á palli. Roger Waters, sum var partur av Pink Floyd, er høvuðsmaðurin fyri einari nýggjari uppseting av The Wall. Tann framførslan, sum kemur tættast Føroyum, er í Parkini í Keypmannahavn tann 7. mai næsta ár. Tað verður rættiliga gravgangur eftir bilettunum til The Wall í Parkini, og skalt tú tryggja tær eitt pláss, mást tú liggja fram við beinanavegin, tá tær verða settar til sølu. Billetlugen.dk og Fona fara at selja atgongumerkini, og tey verða sett til sølu 30. august kl. 9.00 føroyska tíð. So tað ræður um at leggja ein alarm inn á telefonina ella telduna beinanvegin. Hans Fróði vísir rakikrem fram Frælsi er ikki ein spurningur um at sleppa undan Høgni Hoydal kjak á síðu 10 Vargur kemur í av nýggjum føroyskum uni arge Tíðargrein á síðu 13 Set alarmin 30. august