fríggjadagur 28. mai 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tekning: Janus D. Guttesen
Nevningatingið hósmorg un in
byrjaði við, at juridiski dóm
arin gav teimum tólv nevn
ingunum, sum døma í mál
in um móti teimum ákærdu
litavunum, eina leið beining.
Hann minti nevningarnar
á, at teir ikki vóru heftir av
sjónarmiðum hansara, men
hann nevndi, hvat hann helt,
at nevningarnir skuldu hefta
seg við, og hvat hann helt
hava týdning.
Hann nevndi m.a. fleiri
ákærupunkt, sum hann ikki
helt prógv verða funnin fyri.
Møguleikin fyri frídøming
hekk líkasum í luftini.
Nakað fyri klokkan trý
seinna partin vóru nevn ing
ar nir komnir til sína niður
støðu.
Tann 22 ára gamli maðurin
varð funnin sekur í at hava
smuglað umleið fýra kilo av
sterkum rúsevnum í bili til
Føroya. Hin varð frídømdur.
Ríkiskassin rindar allar
sakarmálsútreiðslurnar.
Orsøkin til munin kann
hugsast at vera, at tann frí
dømdi ikki kendi leik ararnar
í smuglara málinum, men tað
gjørdi hin. Tann frídømi kom
bara við, tí bileigarin settist
aftur.
Tá
ið
dómarnir
vóru
sagd ir, segði tann frídømdi
maðurin nøkur orð:
– Eg eri fegin um, at tit
trúðu mær og frídømdu meg.
Tá ið nevningarnir komu
við niðurstøðuni, var lagið á
tí yngra manninum alt ann
að enn gott. Tað var eisini
hann, sum bukkaði undir í
isolasjónini.
Uggaði tann dømda
Tann frídømdi var sjálvsagt
ovurfegin
og
klemmaði
sak førara sín Jógvan Páll
Lassen.
Úti í túninum fóru teir
báðir litavarnir til viks, og
tað sást, at tann frídømdi
royndi at ugga hin, sum
løtu eftir varð fluttur aftur
í varðhaldið, har hann hevur
sitið nú í meira enn hálvt ár.
Hin og sakførari hansara
høvdu einki ímóti at práta.
Jógvan Páll Lassen var
fegin um, at maður hansara
var
frídømdur.
Hinvegin
harm aðist hann um, at hin
varð dømdur sekur.
Eitt stórt smíl sendi tann
frídømdi
Genrik
Karuzel
áhoyr arunum, tá ið hann
segði, hvussu fegin hann var,
og hann rósti verja sínum,
sum hann helt vera ein av
teimum best hugsandi sak
førarunum.
Heim at giftast
Genrik Karuzel er trúlovaður
heima í Litava, og hann
gleddi seg til at koma heim
til hennara.
– Nú skulu vit giftast,
segði hann.
Sjálvt um tað hevur ver
ið hart at sita avbyrgdur í
varðhaldinum,
er
Genrik
Karuzel komin nógv betur
gjøg num teir tríggjar mán
aðirnar í isolasjón enn makk
ari hansara. Hann kropsvandi
og díkti so nógv á við at rippa
húkar, at hann kundi senda
pening heim til síni í fátæka
landinum Litava.
Fær væl burturúr
Við tað, at hann hevur sitið
varðhaldsfongslaður og varð
frídømdur,
fær
maðurin
end urgjald frá úr danska
ríkiskassanum.
Og tað er ikki einki. Gjaldið
er 5.300 krónur fyri fyrsta
samdøgrið, og síðan 650
krón ur fyri hvørt samdøgur.
Í isolasjón er gjaldið 900
krónur fyri samdøgrið.
Ein leyslig útrokning sig
ur, at maðurin hevur rætt
til góðar 160.000 krónur í
endurgjaldi.
Ikki so galið hjá mann in
um at fáa, nú hann fer heim
at stovna familju.
Úr rættarhølunum fylgd
ist frídømdi maðurin við sak
førara sínum.
– Nú er hann fríur maður,
og vit fara oman í býin at fáa
okkum ein góðan bita, segði
Jógvan Páll Lassen.
randi@sosialurin.fo
Annar maðurin er
nú fríur fuglur
BMW-Málið Teir báðir litavarnir, sum hava sitið varðhaldsfongslaðir í Føroyum síðan 13. november í
fjør, fingu ikki sama dóm. Øðrum stendur frítt at fara heim, men hin skal í fongsul, helst í Danmark