fríggjadagur 28. mai 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Eg hevði ikki væntað, at
arbeiðarafeløgini fóru at fáa
so frægt í lønarhækking, sum
tey fingu.
Magnus Tausen, formaður
í Lærarafelagnum sigur, at
hann er ikki sørt imponeraður
av úrslitinum, sum tey fimm
arbeiðarafeløgini fingu í sátt
málanum við ar beiðs gev ar ar
nar, sum varð undirskrivaður
fyrr í mánaðinum.
Sáttmálin er galdandi í
tvey ár og tilsamans fingu
arbeiðarafeløgini eina lønar
hækking upp á 3,8%. Av tí
er tann størri parturin ein
beinleiðis lønarhækking og
ein minni partur verður lagt
afturat eftirlønini.
– Soleiðis sum tíðirnar eru.
Er hetta meiri enn eg hevði
væntað, sigur formaðurin í
Lærarafelagnum.
Hann sipar eisini til tær
ábendingar og tær útsagnir,
sum hava verið at hoyrt frá
politikarum og øðrum um,
at tað ongar lønarhækkingar
skulu vera næstu árini.
Ein fyrimynd
Magnus Tausen sigur, at sátt
málin, sum arbeiðara feløgini
fingu, er eitt gott útgangsstøði
hjá fakfeløgunum á almenna
arbeiðsmarknaðinum
at
hava, tá ið tey fara til samráð
ing ar um nýggjan sáttmála í
heyst.
Og hann dylir ikki fyri,
at hann ætlar at brúka
sátt málan hjá arbeið ara fe
løgunum sum fyrimynd.
– Hóast talan sjálvandi er
um hvør sínar samráðingar,
vísir veruleikin, at tað slepst
ikki undan at brúka teir
fyrstu sáttmálarnir, sum eru
gjørdir, sum fyrimynd, sigur
hann.
– Tað er altíð ein ávísur
samanhangur ímillum sátt
málarnar og tí fær úrslitið
hjá arbeiðarafeløgunum eis
ini ávirkan á okk ara sam ráð
ingar í heyst.
Er ein hækk
ing upp á 3,8%
í tvey ár so
eitt úrslit,
sum tey al ment løntu fara at
miða eftir í samráðingunum
í heyst?
– Eg má siga, at eg eri
nokk so bilsin av úrslitinum
hjá arbeiðarafeløgunum, tí
tað sær slett ikki so býtt út.
Eg haldi, at tað er eitt sera
posi tivt tekin, at feløgini
fingu 3,8% í hækking, um
framt aðrar ágóðar, tí tað er
ein himmalvíður munur á tí
og eini nullloysn.
– Hetta fara vit at brúka
sum eitt útgangsstøði í okk
ara sam ráð ingum, sig ur for
maðurin í Lærara felag num.
Góður gróðrarbotnur
Hann heldur tí, at gróðrar
botnur er fyri góðum sam
ráðingum í heyst, afturímóti
samráðingunum fyri nøkr
um árum síðani, tá ið fíggjar
málaráðið alla tíðina tvíhelt
um eina nullloysn.
– Tað ber ikki til at
samráðast við ein mótpart,
sum ikki hevur heimild til
nakað sum helst, uttan at
siga nei.
Nú er veruleikin eisini
tann, at í játtanarkarminum,
sum Løgtingið hevur lagt
fram, er onki sett av til løn
arhækkingar?
Tað er onki nýtt, so tað
skal ikki leggjast so nógv í
tað. Hatta er ikki ein partur,
sum vit ikki hava ávirkan á
og tað er heldur ikki okkara
borð. Vit hugsa eina og aleina
um at fáa so góðan sáttmála,
sum gjørligt. Hvussu ein løn
ar hækking so verður fíggj að,
er ein politiskur spurn ingur,
sigur Magnus Tau sen.
aki@sosialurin.fo
Vit hava
okkara
egnu krøv
LØNAR HÆKKING Forkvinnan
í Starvs manna felagnum er
ikki heilt samd í, at nýggi
sáttmálin ímillum arbeiðara
feløgini og arbeið sgevararnar
skal verða grundar lagið undir
øllum øðrum sátt málum
Áki Bertholdsen
– Hetta eru okkara sam
ráðingar og vit hava okk
ara egnu krøv.
Selma Ellingsgaard,
forkvinna
í
Starvs
manna felagnum legg ur
ikki líka stóran dent á úr
slitið av sam ráð ing un um
ímillum arbeiðarfeløgini
og arbeiðsgevarnar, sum
formaðurin í Lærara fe
lagnum, ger.
Fyrst av øllum fer
forkvinnan
í
Starvs
mannafelagnum
at
nýta høvi til at ynskja
arbeiðarafeløgunum og
arbeiðsgevarunum
ti
llukkku við nýggja sátt
mál anum.
Hon hevur eisini lagt
sær í geyma, at hvørki
ar beiðs gevarar ella ar
beið arafeløg søgdu, at
tey vóru nøgd við sátt
málan.
Forkvinnan í Starvs
mannafelagnum tví held
ur um at samráðingarnar
eru frælsar og tí tekur
hon sær ikki av, at
politik arar ikki boðað
frá, at lønin skal helst
ikki hækkað.
– Tað er ikki okk ara
borð og vit sam ráð
ast ikki við politisku
skip anina sum so, men
einans við fíggjar mála
ráðið um fáa eina so
góð an sáttmála, sum til
ber og ikki við politisku
skipani
Hóast hon ikki vil
siga nakað um krøvini,
vátt ar hon, at verða
nøk ur lønarkrøv, eigur
tað ikki at koma óvart
nakran.
– Dragna lønirnar
hjá okkum afturímóti
okk ara grannalondum,
er tað álvarsamt, sigur
hon.
aki@sosialurin.fo
Eg legði til
merkis, at hvørgin
parturin er nøgdur
Dragna
lønirnar
er tað
álvars ligt
Imponeraður av
lønarhækkingini
LØNARHÆKKING Tá ið tey alment løntu fara at samráðast um
løn í heyst, ætlar formaðurin í Lærarafelagnum at sáttmálan,
sum arbeiðarafeløgini fingu herfyri, við sær í lummanum
Góð fyRImyNd
Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum,
heldur, at sáttmálin, sum arbeiðarafeløgini
gjørdu fyrr í mánaðinum, verður góð fyrimynd,
tá ið lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar,
pedagogar og onnur almenn starvsfólk,
fara at samráðast við fíggjarmálaráðið
um løn í heyst. Hetta er forkvinnan í
Starvsmannafelagnum ikki heilt við upp á
Selma Ellingsgaard,
forkvinna í Starvs
manna felagnum
Er eri
bilsin av
úrslit inum
Eg hevði ikki væntað,
at tey fingu so frægt