fríggjadagur 28. mai 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87
22
Sosialurin
Farna vikuskiftið var ár liga
bátastevnan, fyri bils tann 9.
í røðini, í Vest man na. Stór
fingið tiltak, góð fyri reik ing,
óførur blíð skap ur og ikki
minst við trygdini í hásæti.
Har var nakað fyri øll:
børn, ung og eldri, á báti so
væl sum á landi og tað uttan
møð andi stevnuskrá at reika
til og frá, men miðsavnað á
bryggju økinum og har á leið
ini umframt at dansa uppi í
ítrottarhøllini.
Tað
er
undrunarvert,
at
eitt
hissini
hugskot
hjá einum klaks vikingi í
Vestmanna skuldi festa í
eina slíka góða og støðugt
mennandi
mentun ar sið
venju, sum árliga báta stevn
an í Vestmanna má sigast at
vera. Tó so, at til slíkt krevst
serligt áræði, nógv fyri r
eikingararbeiði, seiggj, hug
flog, samhaldsfesti og nógvar
hjálp andi hendur.
Havi frætt at sjálvboðin
fyri reikingarnevnd í longri
tíð hevur strevast við hesum,
men eftir avrikinum at døma
munnu so mong onnur eisini
hava latið sítt íkast, eins og
kommun an sjálv. Og ikki
minst vóru konufólkini
óføra kvik at matgera og
borð reiða til so mong fólk.
Og soleiðis eigur tað at
vera, tá tað er best og uttan
óneyðugt roks. Saman og í
felagi bera fleiri herðar nógv.
Gamaní er báta og hús
vag na mentanin
lutfalsliga
nýggj í Føroyum, men tað
legst alsamt afturat, og tí
hava slík bygdasamtøk allan
heið ur uppibornan fyri at
leggja sjálvbodnan rygg til
at skapa góðar, tryggar og
virði ligar karmar fyri slíkar
fólka sam verur
í
egnum
landi. Gamaní fara møgulig
yvirskot vanliga til okkurt
gott, lokalt endamál og í
Vest manna til bygdarítrótt,
men við tí ovurstóra ókeypis
blíð skapinum, man her ikki
liggja tað stóra eftir, tó dansi
bilett ir nar sjálvsagt muna
nakað.
Tað, sum tó mest hug
tek ur nú aftaná, er hvussu
ómeta liga væl var fyriskipað
í minstu smálutir og við
trygd ini í hásæti bæði á
sjógvi og á landi. Eitt ser
prent í Sosialinum við skrá
og hentari almennari kunn
ing gjørdi tað ikki verri.
Sama við myndafrásagnum
hjá kommununi.
Veður og streymur má sær
ráða, tó innsigling og atløga
var væl fyriskipað við sum
vant gamla postbátinum á
odda. Gamaní vilja altíð onk
ur ósmæðin troðka seg fram,
eins og onnur gera seg upp
við at fresa aftur og fram
og inn í millum hóvlig før,
so at tað órógvar og elvir til
óneyðugan ampa. Hugsaði
mítt har úti í sundinum á 90
ára gamlari skútu við javn
gomlum róðurgangara.
Í tungari undangongu, har
tað rak hart upp í ættina, var
und ir slíkum umstøðum nóg
trupult at halda báti beinan
og leysan av øðrum.Undir
slík um umstøðum, eins og
annars altíð, mátti tað verið
óneyðugt hjá onkrum serliga
skjót gangandi at fresa upp í
bógald una fram fyri stevnið
og tann vegin draga bátar av
kós.
Ovurstór
maskinorka
aftur við erpni og minimalum
sjó mans skapi
rigga
illa
saman, tó at slíkt kunnu fyri
reikar ar ikki gera nógv meira
við enn sum longu gjørt: at
veita góða forhondskunning
og at fáa staðkend saman við
heima og avbygda bjarg ing
ar bátum at fylgja og halda
skil á.
Í ivaveðri kennist tað
trygt at hava slík før í fylgi,
eins og felags heimferð burdi
ver ið skipað á líknandi hátt,
tó tað hjálpir væl, at bátafólk
av ráða sínamillum, nær og
hvussu siglast skal í felagi
aftur til húsa heim.
Samanumtikið enn ein
góð uppliving á bátastevnu
í Vestmanna og latið vest
menn ingar framyvir eiga
sína bátastevnu sum eina
fasta og góða, árliga siðvenju,
eins og norðoyingar skulu
eiga sín sjómannadag, eyst
ur oyingar sína báta stevnu,
sunda lagsfólk og nóls oy ing
ar sína regatta o.s.fr.
Takk fyri á hesum sinni.
Eyðun Joensen, Tórshavn
Herðaklapp til vestmenningar
- fyri Bátastevnuna 2010