fríggjadagur 28. mai 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87
Sosialurin
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Børn & Ung
Endurlýsing eftir leiðara til nýggja
bú- og viðgerðarstovnin
Nýggi bú- og viðgerðarstovnurin, fyri børn
og ung við atferðar- og tillagingar trupul-
leikum, søkir eftir leiðara. Starvið verður
at seta skjótast tilber.
Endamálið við stovninum er, at virka fyri
menning og broyting hjá børnum og
ungum við serligum tørvi, við aliti til, at
tey fáa ta neyðugu hjálpina og um-
sorganina í mun til teirra trupulleikar. At
tey fáa eitt trygt og stimbrandi umhvørvi
at mennast í og gerast betri før fyri at
klára seg í samfelagnum eftir uppihaldi á
stovninum. Viðgerðin fer fram á stovni-
num, út frá eini viðgerðarætlan, ið stovn-
urin leggur í samráð við barnaverndar-
tænastunar.
Bú- og viðgerðarstovnurin verður í tveim-
um deildum, onnur deildin er Rókin á
Argjum og tann nýggja deildin, verður
uttan fyri Havnina, har endaliga stað-
setingin enn ikki er avgjørd. Børnini og
tey ungu upp til 18 ár (21ár) verða
innskrivað av høvuðsbarnaverndarnevnd
ini eftir tilmæli frá baranverndarnevnd-
unum.
Deildin, »Børn & ung«, er í støðugari
menning og undir skipan, tí skal leiðarin
tola broytingar og umskipanir innan økið.
Somuleiðis er ein treyt, at leiðarin hevur
eina ávísa fakliga breidd, tí tá ið talan er
um børn og ung við serligum tørvi, er
stundum neyðugt at seta serligar fyri-
skipanir í verk.
Høvuðsuppgávur:
• at leiða og fordeila arbeiði á stovninum
við atliti til tørvin hjá brúkaranum
• at hava ábyrgdina fyri øllum tí
fyrisitingarliga, umframt fíggjar- og
stravsfólkaviðurskifti v. m
• at leggja til rættis og taka lut í
starvsfólka- og fakligu menningini
• at samstarva við foreldramyndugleikan,
barnaverndartænasturnar o. o.
• at menna samstarvið millum
starvsbólkarnar og deildirnar
Vit bjóða:
• eitt sjálvstøðugt, avbjóðandi og
spennandi starv
• góðar møguleikar fyri fakligari menning
• eitt fakligt umhvørvi, ið er undir
støðugari menning
Útbúgving:
• Viðkomandi útbúgving frá hægri læru-
stovni, sum t.d. kandidatur innan náms-
frøði/sálarfrøði ella líknandi.
• Viðkomandi starvsroyndir
• Leiðsluútbúgving og/ella royndir innan
leiðslu og fyriskipan
• Kunnleika til almenna fyrisiting og kt
Persónligir eginleikar:
• Hevur áhuga fyri avbjóðingum og er
fús/ur at royna nýggjar leiðir
• Framsíggin og arbeiðir miðvíst fram
ímóti settum málum
• Kunna ganga á odda, arbeiða sjálv-
støðugt og duga væl at fyrisita/leiða
• Viðurkennandi leiðsluhátt
• Góð samstarvsevnir
Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av-
varðandi yrkisfelag. Setanarøkið er Nær-
verkið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Minnu Poulsen, leiðara, ella
Mary í Garði, stjóra, tlf. 360000
Umsókn:
Umsóknir skulu sendast til:
Nærverkið
Meginskrivstovan
Argjavegur 26, Argir
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
stílað: Minna Poulsen, leiðari fyri Børn & ung
ella til teldupostadressu:
naerverk@naerverk.fo
Umsóknarfreist: 14. juni 2010.
Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar
fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd
og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu
leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Børn & Ung. Umleið 1600 fólk starvast í
Nærverkinum.
Norðoya Listafelag
Postsmoga 285 · 710 Klaksvík
Tekna teg sum lim í Norðoya listafelag á dw@klaksvik.fo
Flyt limagjald á kr 110,- í Norðoya Sparikassa 9865 4954429
NorðoyastevNu
f r a m s ý N i N g i N
5. og 6. juni
Listaverk kunnu latast
okkum í Skúlanum við
Ósánna hósdagin
3. juni millum - kl. 16.00 og 17.00
Listaverkini skulu vera greið at heingja upp og
yvitlit við heiti og kostnaði fylgja við.
Norðoya Listafelagið skilar sær rætt til avmark-
ingar í mongd av myndum at sýna fram.
Dávur WiNTher TLF. 222097
ArchibALD bLAck TLF. 264707
Á hálsi · Smyrilsvegur 7 · tlf. 312138
Sosialurin 341800
tilboð
28. og 29. mai 2010
Vikuskiftis
0-16 ár
› Øll vøra frá
Grunt-Tiny Minymo
og Minymo
-20%
› AxumX jogging-
buksir og blusu
fyri setti bert
kr. 250,-
til gentur og
dreingir 8-16 ár
www.fodursolan.com · info@fodursolan.com · Telefon 21 19 96 Ókeypis úTkoyring í TÓrshavn og nærindis
Søcla (20 kg)
Turrfóður til hvølpar, unghundar og tíkir,
ið geva mjólk. Er eisini gott til aktivar
hundar. SØCLA inniheldur C-vitamin.
Fyri posan......kr. 540,-
Skyttens kat (15 kg)
Turrfóður til kettur við nógvum protein-
um frá fiski, flogfenaði og eggum. Inni-
heldur úrdráttir úr høsnarungalivur.
Fyri posan......kr. 390,-
Special (20 kg)
Turrfóður til vaksnar hundar. Er eisini
sera gott til hundar við húð- og pels-
trupulleikum og til eldri hundar.
Fyri posan......kr. 450,-
Kvalitetsfóður
til kettur og
hundar
Bílegg beinleiðis
á netinum
i