fríggjadagur 28. mai 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87
24
Sosialurin
Serlig hús í Klaksvík
Sí fleiri hús á inni.fo
PF inni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
– trygt og ómakaleyst til hús
Húsini eru sjarmerandi, hugnalig og livilig
Fyrsta fatanin
Fyrsta fatanin, tá tú kemur til húsini,
er, at her er talan um eini sera
hugnalig eldri hús, sum eru væl
hildin, og sum eru dagførd við
millum øðrum nýggjum taki, ketli,
oljufýri og bjálving.
Húsini standa í barnavinaligum og
friðarligum umhvørvi, og tætt er til
allar hentleikar.
Ljós og luft – stílur og snið
Komin inn um hurðina, fært tú somu
fatan. Her er ein serligur hugni,
litirnir eru lættir og ljósir. Húsini eru
sett í stand við lættari hond, so
upprunadygdin er varðveitt. Har er
gongd við góðari trappu upp á loft.
Á loftinum eru 4 stór kømur,
baðirúm við baðikari og stórt útiloft.
Fert tú innar í stovuna, kemur tú inn
í eitt stórt rúm við stórum vind-
eygum. Tú kennir teg ikki innilok-
aðan á nakran hátt, men tvørturímóti
sum ein part av umhvørvinum,
landslagnum og náttúruni. Tað er
sera høgt millum loft og gólv, og
hetta ger at húsini hava nakað
hábærsligt yvir sær. Alt er ljóst og
svalligt. Í niðastu hædd er góð
sjálvstøðug íbúð. Húsini standa sera
væl fyri á Stangavegi 56, og hava
avbera gott útsýni. Hugnaligt øki er
rundan um húsini við garði, har væl
ber til hjá børnum at spæla.
Urtagarðurin og umhvørvið
Húsini eru umgird av garði. Hevur tú
børn er hetta eitt satt paradís. Húsini
standa sera væl fyri á Stangavegi,
har er veðurgott og panorama
útsýni.
Fakta
Adressa ...........Stangavegur 56,
Klaksvík
Byggiár: ...........1932
Hæddir:............3
Gólvvídd:..........204 m2
Grundøki:.........692 m2
Hjallur: .............Ja
Íbúð: ................Ja
Prísuppskot: ...Hóskandi boð