fríggjadagur 28. mai 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
S
am var føddur í Søldar
firði. Pápin var Óli Olsen
(18241905) og mamman var
Elsa Hansdóttir (18341903),
ættað frá Gøtugjógv. Sam
var næstelstur av níggju
systkjum og elstur beiggi.
Pápin var bóndi, og Sam
stóð til at festa garðin. Hvat
ið var og ikki, so varð tað
beiggi hansara Hans, sum
festi. Ein sonur Hans var
kendi sálmayrkjarin Jacob
Olsen f. 1900.
Sam giftist við Onnu
Frederikku Olsen úr Havn.
Pápi
hennara
Óli
Olsen
(18501904) var bakari og
handilsmaður. Mamman var
Elisa f. Poulsen (18511930).
Hon var mostir Johannes
Olsen,
sum
hevur
verið
umrøddur í hesi røð. Hann
átti fyrsta bil í Føroyum
saman við Júst Sivertsen.
Tað var ikki fyrr enn
aftaná, at Sam var fluttur
til Havnar, at hann varð
róptur Sam. Táið teir gomlu
søldfirðingarnir komu inn,
spurdu teir ikki eftir Sam,
men eftir Sámal Jákup.
Sam fór heilt ungur til
Norðragøtu, har hann var
tvey ár í bóndahúsinum
Blásastovu. Síðan fór hann
í handilin hjá pápabeiggja
sínum Jóan Petur á Stong
unum í Klaksvík. Her varð
hann í 10 ár til hann fór
til Havnar at starvast við
Siemsens handil, sum konsul
Hansen tá stóð fyri.
Fekk egnan
handil
Í 1897 lánti Sam kr. 1.200 frá
konsulinum Hansen at keypa
Portugalið at handla í og
vørur til handilin. Sam bygdi
húsini eitt sindur um. Fyri at
fáa hita mátti hann byggja
kamin. Tískil varð hann
noyddur at spreingja tann
væl og illa kenda spískastein,
sum stóð í kjallaranum.
Sam byrjaði við vanligum
kolonialvørum. Men hann
kláraði ikki so væl at kappast
við teir stóru handlarnar
sum Restorff, Evensen og
Karl á Lag. Hesir handlar
høvdu skip og lótu menninar,
sum fiskaðu hjá teimum, fáa
vørur fyri fiskipartin. Hetta
hevði Sam ikki umstøður
til, og tí fór hann yvir til
ísinkram.
Anna kemur
uppí leikin
Sam
var
einsamallur
í
handlinum, og hetta var ofta
torført hjá honum. Tí fekk
hann eina konu at hjálpa
sær. Hendan konan hevði
ofta sína 15 ára gomlu dóttir
við sær. Sam sá, at hendan
gentan var ógvuliga fitt og
hartil røsk. Tey blivu góð,
hóast 20 ár vóru millum tey.
Tvey ár seinni giftist Sam við
Onnu. Hetta var í 1899. Árið
eftir var Hanneba føddur.
Anna hevði onga hjálp í
húsinum, og hon plagdi at
hava Hanneba liggjandi í
vøgguni undir diskinum í
handlinum. Tey plagdu at
flenna at, at Hanneba hevði
verið í handlinum, síðan
hann var føddur.
Tað vóru nógvir bygda
menn, sum á Ólavsøku fóru
niðan til Sam at keypa rívur
og líggjar til hoyggingina,
sum lá fyri framman
Handilin var úti í Portu
galinum í 18 ár. Tá flutti
hann niðan í tað sum í dag
er miðbýur í Havn, Niels Fin
sensgøta, har Radiohandilin
er nú. Men tá var hetta langt
uttanfyri Havnina. Fólk søgdu,
at nú var Sam blivin óður í
høvdinum, at hann fluttu so
langt við handlinum.
Men Sam hevði hoyrt, at
sanatorium skuldu byggjast
í Hoydølum. Tí roknaði hann
við, at høvuðsvegurin fór at
ganga framvið handlinum.
Og rætt hevði hann. Tá flutt
var niðan var hetta kallað
Liðagøta. Tað komst helst
av, at gøtan lá beint við
hagaportrið.
Tá ið Sam bygdi hesi hús
ini, var hann so framskygd
ur, at hann gjørdi sær eina
stóra kamin. Hann hugsaði,
at fór tað ikki at ganga við
handlinum, kundi hann altíð
leggja um til bakarí. Pápi
Onnu var nevniliga bakari.
Hanneba byrjaði longu
sum skúladrongur at arbeiða
í handlinum. Tá hann var
liðugur við realskúlan fór
hann til Týsklands, men
kom heim aftur, tá ið pápin
gjørdist sjúkur.
Seinni var hann so nøkur
ár í Canada.
Tá ið Sam doyði í 1921, hann
varð jarðaður ólavsøkudag,
rak Anna handilin víðari
undir
navninum
Sam
Olsens Enke. Men í 1951 lat
Anna handilin til Hanneba.
Handilin lat aftur í 1979.
Í 1936 kom eldur í á lofti
num. Tað hendi eingin mann
skaði, men tað var stórur
eldskaði.
Hevði uppboðssølu
Sam fekst annars við nógv
sum yngri. Eitt, sum var
hildið at vera sera stuttligt,
var aktiónirnar, sum Sam
plagdi at hava á ólavsøku.
Tá kom nógv fólk úr øllum
oyggjum.
Var
veðrið
til
vildar, hevði hann aktiónina
uttanfyri
handildin,
men
tá tað var ringt, helt hann
aktiónina í pakkhúsinum
niðri undir Bakka, og so var
føroyskur dansur aftaná.
Hetta var sera stuttligt.
Vit hava fyrr umrøtt
Rasmus Olsen, pápabeiggja
Sam. Hann kom til Føroyar
í 1899 eftir at hava búð nógv
ár í Svøríki, har hann hevði
eitt virki. Sam tók sær av
Rasmusi, sum tó doyði stutt
eftir at vera komin til Føroya.
Sam syrgdi eisini fyri, at
Rasmus fekk ein gravstein.
Tað varð sagt, at konan, sum
var eftir í Svøríki, unti ikki
manninum gravstein.
Børnini
Sam og Anna fingu hesi
børnini:
Johannes, Hanneba (1900
1988) giftur við Hannebettu.
Tey áttu eina fosturdóttir,
Solveig.
Frits (19021987), giftur við
danskari konu, Karen. Tey
fingu sonin Óla.
Edith
(19051969).
Hon
giftist við Magnus Skæling,
ein annar kendur handils
maður í Havn. Tey fingu
Onnu og Gudmund.
Rolf (19082003), giftist
við Almu Jacobsen úr Vest
manna. Tey doyðu bæði
í Herlev. Tey áttu børnini
Sam, Freddie, Teddy, Ervin
og dóttrina Ásbjørg, sum býr
í Australia
Adler (19151986), giftist
við
Siggu
Simonsen
úr
Sørvági. Tey fingu Sam,
Arnbjørn og Vagn.
Borghild f. 1921 giftist við
dananum Børge Nielsen. Tey
fingu børnini Jonna, Jørn og
tvíburarnar Sten og Søren.
Anna giftist aftur við
Johannes
Olaf
Lambaa
(18931933),
sonur
Lamba
Jóannes,
eisini
kendur
handilsmaður. Hann arbeiddi
saman við pápa sínum. Tey
fingu Torfinn f. 1930, sum
býr í Danmark. Tað vóru
annars 32 ár millum menn
inar hjá Onnu. Sjálvt um
Anna var gift tvær ferðir,
kom hon at sita einkja í
nógv ár. Men í deyðanum
sameindist hon við báðar,
og hon liggur millum teir í
kirkjugarðinum.
Keldur:
Myndablaðið Nú
Keraldið/Maria Jacobsen
Anna Sam er jarðað millum báðar sínar menn
Sam Olsen var ein kendur handilsmaður í Havn. Kona hansara Anna var ikki
minni kend, eisini sum handilskvinna, tá hon tók við eftir mannin
SAM OLSEN
F. 10-4-1861
D. 22-7-1921
TAK FOR DE GODE MINDER
ANNA LAMBAA
F. 5-5-1882
D. 28-6-1962
OLAF LAMBAA
F. 28. SEPTEMBER 1893
D. 4. MARTS 1933
Komandi partur verður um Ingu og Jákup Frederik
Olsen, handilsmann í Havn og Oyndarfirði
Anna og Sam Olsen saman við børnunum f.v.
Frits, Johannes (Hanneba), Edith og Rolf
Fyrsti handilin hjá Sam
Olsen úti í Tinganesi
Handilin í Niels Finsensgøtu. Í trappuni standa
Hanneba og Hannebetta, sum róku handilin
aftaná á fyrst Sam og síðan Onnu