fríggjadagur 28. mai 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Veddingin
gav átta
milliónir
Vedding So mikið var í Føroyum
spælt við í spølunum hjá Danske
Spil í fjør, at Ítróttavedding í
farnu viku kundi lata føroyskum
barna- og ungdómsarbeiði
tilsamans 8,1 millión krónur
Hilmar Jan Hansen
Í farnu viku hevði smá parta
felagið Ítróttavedding aðal
fund, og tá blivu tilsamans 8,1
milliónir krónur býttar út til
eigararnar av Ítróttavedding,
sum eru Ítróttasamband Før
oya, Føroya Ungdómsráð og
Føroya landsstýri. Hetta er
tann parturin av veddingar
peng unum, sum á hvørjum ári
kemur barna og ungdóms ar
beiði í Føroyum til góðar.
Hesa ferð fekk Ítrótta sam
band Føroya 4.861.000 krónur og
Føroya Ungdómsráð og Føroya
landsstýri fingu 1.620.000 krón
ur í part. Upphæddin skiftir
eitt sindur frá einum ári til
ann að, alt eftir hvussu nógv
verð ur spælt í Føroyum, og
hesar átta milliónirnar vóru
um leið sama upphædd sum
tey seinnu árini.
Hesi 13 árini, síðani smá
partafelagið Ítróttavedding og
Danske Spil fóru undir sam
starvið, eru yvir 90 milliónir
krón ur av veddingarpengum
komnir aftur til Føroya sum
eitt gott íkast til barna og ung
dómsarbeiði.
hilmarjan@sosialurin.fo
Trygvi Bech Árting frá Føroya Ungdómsráði, Petur Elias Petersen
frá Ítróttasambandi Føroya og Jørgen Meitilberg frá Føroya
landsstýri við tilsamans 8,1 millión krónum í føvninginum
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Fyri fyrstu ferð nakrantíð, skal Føroya Løgmaður ikki handa Løgmanssteypið í Havn, men ístaðin í Klaksvík.
Mynd: Álvur Haraldsen
VeddingARMiLLiÓniR
Upphæddin skiftir eitt
sindur, alt eftir hvussu
nógv verð ur spælt, og
hesar átta milliónirnar
vóru um leið sama upp
hædd sum tey seinnu árini
Steypafinalan
flutt til Klaksvíkar
LøgMAnssteypið
LøgMAnssteypið FSF boðaði í gjár frá, at finalan í kappingini um
Løgmanssteypið verður leikt í Klaksvík á Summarfestivalinum í ár
Tróndur Arge
– Seinastu árini hevur steypafinal
an verið leikt á ovara vølli í Gunda
dali, men tað er nú søga. Eitt av
høvðus stríðsmálinum hevur verið
kostn aðurin, ið Tórshavnar Komm
una hevur kravt afturfyri at steypa
finalan verður leikt á Ólavsøku.
Tann kostnaður liggur á 100.000 kr.
Hetta hevur FSF ikki vilja góðtikið
og tá Klaksvíkar Kommuna so bjóð
aði seg fram, tók FSF av tí møgu
leikanum heldur.
Semja er gjørd við fyrireikarar
nar av Summarfestivalinum um, at
einki tónleikatiltak verður, meðan
finalan verður leikt.
Eftir samráðingar við Klaks
víkar Kommunu mælti ein samd
kappingarnevd til, at finalan verð
ur leikt í Klaksvík á Summar festi
valinum.
Í gjór tók so starvsnevndin hjá
FSF undir við tilmælinum.
Eftir eina roynd at spæla final
una um Løgmanssteypið á Tórsvølli
í nøkur ár, valdi FSF aftur at flyta
hana á ovara í Gundadali. Eisini
tíðs punktið á finaluni hevur skift,
men í fjør var hon leit á Ólavsøku
fyri einum fullsettum Gundadali.
Sostatt verður finalan um Løg
manssteypið leikt fríggjakvøldið
6. august klokkan 18.00 í Klaksvík.
trondur@sosialurin.fo
Klaksvíkin verður í ár karmur um steypafinaluna.
Mynd: savnsmynd