Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-28, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87 32 Sosialurin Ítróttarblaðið Oddabrak í Fuglafirði vodafonedeildin Tað er heldur sjálvsamt, at ÍF er ein partur av oddastríðnum, men tað er veruleikin anno 2010. ÍF, sum hevur 18 stig á einum deildum fyrsta plássi, tekur ímóti NSÍ, sum liggur tvey stig aftanfyri á triðjaplássi oddabrak Nenad Saric hevur saman við hinum fuglfirðingunum verið vælkoyrandi. Í kvøld skulu teir takað ímóti hinum oddaliðnum, NSÍ, ið við fimm sigrum upp í slag, er formsterkasta liðið í Vodafonedeildini. Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Tróndur Arge – Tað kennist gott at liggja fremst, bæði fyri okkum og fyri fugl firð­ ingar. Eg vil ikki siga at tað er fót­ bóltsfebur í Fuglafirði, men vit merkja at fólk eru við at gerast spent, sigur Ábrham Løkin. Tá liðini hittust í fyrsta umfari í landskappingini í ár í Runavík, bríkslaði dómarin dystin av aftaná 18 minuttir vegna kava. Tá var NSÍ á odda 1­0. Í umdystinum vann ÍF 2­1 – Vit hildu tað var ein óheppin avgerð tá, men tað er ikki nakað vit fáa brúkt til nakað nú, hvørki positivt ella negativit. Vit hava lagt handan dystin aftur um okkum og hugsa ikki meir um tað, sigur Pauli Poulsen venjari hjá NSÍ. Í Fuglafirði hava tey eisini sína meining um dystin í fyrsta umfari. – Vit hava ongan dyst tapt uppá 18 minuttir. Vit vóru aftanfyri uppá eitt sjálvsamt mál, har hjálp­ ardómarin koyrir flaggið upp og okkara menn steðga. Dómarin dømir einki og NSÍ heldur áfram og skorar. Vit kunnu ikki brúka tann dystin til nakað. Vit høvdu spælið og teir skoraðu. Vit hava bara tapt ein dyst í ár og hann var í 93.minuttir. Eg kann ikki ímynda mær at teir koma her fyri at hevna tann dystin. Teir koma her fyri at vinna, sigur Ábrham Løkin. NSÍ hevur vunnið teir seinastu fimm landskappingardystirnar. – Vit hava havt nakrar góðar venjingar í vikuni og vit hava hvørki skaðar ella leikbann. Vit koma við øllum sum vit hava, sigur Pauli Poulsen. ÍF hevur vunnið fýra teir seinastu dystirnar í landskappingini. – Eg eri væl fyrireikaður. Eg havi sæð nakað av NSÍ í ár og so havi eg eisini fløgur av dystum hjá teimum. Eg kenni eisini teirra spælarar væl, tí eg havi vant og fylgt teimum í nógv ár. Tí veit eg eisini at tað er eitt sterkt lið vit møta. Høgni Zach ariassen og Rógvi Jacobsen eru skaddir og so hava vit nakrar smá skaðar, sigur Ábrham Løkin at enda. trondur@sosialurin.fo Eg eri væl fyrireikaður. Eg havi sæð nakað av NSÍ, og havi fløgur av dystum Argjamenn fáa Víking á vitjan vodafonedeildin AB fekk sítt fyrsta sigur til høldar, tá teir seinasta vikuskiftið vunnu botndystin ímóti FC Suðuroy. Víkingur misti eitt fet í oddastíðnum, tá teir taptu fyri grannunum úr Fuglafirði Tróndur Arge Tehe Aristide var stóra hetjan hjá argjamonnum, tá teir vunnu 1­0 á FC Suðuroy sunnudagin. Í átta royndum eydnaðist tað ikki AB at vinna ein dyst, men í níggjundini royndini eydnaðist tað so. Víkingur hevði vitjan av ÍF, sum fór avstað við øll­ um. Teir vunnu 3­1 í einari dramat iskari grannauppgerð, sum millum annað kostaði Vík inga lið skiparanum, Niclas Niclassen, reytt kort. Hann er sostatt leikbannaður til dystin í annaðkvøld. Liðini hitt ust í Sarpugerið í fyrsta um far­ inum. Tað gjørdist ein mál­ rík ur dystur við átta mál um. Víkingur vann 5­3. Dysturin á Argjum er fram­ skundur til leygarkvøldið kl. 18.00. B68 nærkast botninum vodafonedeildin B68 hevur bara fingið eitt stig í teimum seinastu fýra dystinum og nærkast botninum í hvørjum Tróndur Arge Tá B68 í fyrsta umfari vann heili 5­0 á B71 var tað lítið, sum bendi á at bara fýra stig fóru at skilja liðini eftir níggjunda umfarð. Tað er hinvegin sann­ leikin og vinnur B71 sunnu­ dagin á Sandi, so er bara eitt stig á muni. B71 hevur havt eitt trupult kappingarár, men nakrir glottar eru at hóma. Mill um annað hava teir fingið tríggj ar javnleikir á útivølli ímóti AB, ÍF og Víkingi. B68 tapti mánadagin 3­0 fyri EB/ Streymi. Hesin dysturin kann koma at broyta botnstríðið nógv um sandoyingar vinna.