fríggjadagur 28. mai 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Sundalagsmenn
aftur í Gundadali
Dystirnir millum B36 og EB/Streym hava mangan verið tættir og spennandi, við nærdystum og
høgari fer. B36 liðskiparin, Klæmint Matras, verður tó ikki við sunnudagin vegna leikbann.
Mynd: savnsmynd
vodafonedeildin Sunnudagin hittast B36 og EB/Streymur aftur
í Gundadali. Liðini hittust í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini
fyri einari góðari viku síðan. Tann dystin vann B36 2-1
Tróndur Arge
– Tað hevur sjálvandi eina sálarliga
árvirkan at vit vunnu tann dystin,
men hetta er ein nýggjur dystur,
sig ur Klæmint Matras, liðskipari
hjá B36.
EB/Streymur byrjaði fyrru hálv
finaluna við at leggja seg á odda,
men í seinna hálvleiki vendi B36
dystinum
– Vit mugu hyggja eftir gongdini
í landskappingini, heldur enn at
hyggja eftir hálvfinaluni. Har hava
vit klára okkum væl í seinastuni,
meðan B36 kanska ikki hevur koyrt
so væl. Vit vóru væl nøgdir við
fyrra hálvleik í Gundadali seinast,
men serstakliga ónøgdir við seinna
hálv leiki, so vit skulu byggja uppá
tað, sum vit gjørdu í fyrra hálvleiki
tá, sigur Pætur Dam Jacobsen.
B36 var í vikuskiftinum partur
av einari spennandi og dramatiskari
grannauppgerð, ið fekk eitt óheppi
eftirspæl ímóti endanum av dyst
um. B36 leikararnir og viðhalds
fólk ini vóru í øðini um eitt kolldømt
mál.
– Vit í hópinum eru samdir
um, at nú hugsa vit ikki meir um
tað. Vit hava havt nógvar avgerðir
ímóti okkum í ár. Vit fingu bóltin í
málið og eg haldi tað var mál, men
tað er farið og nú mugu vit hyggja
frameftir, sigur Klæmint Matras,
sum sjálvur varð útvístur stutt fyri
dystar enda.
EB/Streymur vann mánakvøldið
30 á B68. Ein sigur, ið merkir at
sundalagsmenn aftur eru við í
odda stríðnum.
– Vit vistu áðrenn dystin ímóti
B68, at við einum sigri var ikki so
langt upp til toppin longur. Tað var
týdn ingarmikið fyri okkum, at vit
hildu málið reint ímóti B68. Tað
hava vit ikki klára nóg væl í ár, sig
ur Pætur Dam Jacobsen.
Fyri EB/Streym er Alex dos
Santos skaddur, mean tað er óvist
við Dánial Davidsen og Rene Tór
garð. Fyri B36 er Klæmint Matras
leik bannaður, meðan Símun Joen
sen og Ingi Højsted eru skaddir.
Tað er eisini óvist um málmaðurin,
Mein hard Joensen, verður klárur
eftir skaða.
trondur@sosialurin.fo
Sjálvandi
hevur tað
eina sálarliga
árvirkan at vit
vunnu dystin,
men hetta er
ein nýggjur
dystur
Símun á
gamlar gøtur
vodafonedeildin Fyri HB leikaran,
Símun Samuelsen, er dysturin
leygardagin ímóti FC Suðuroy í Vági
serstakur. Hann er uppvaksin í suðri
og spældi sum ungur í táverandi VB
Tróndur Arge
– Tað er sjálvandi stuttligt. Eg
havi fingið mín fótbólts upp
vøkstur har og tá eg kom til
Føroyar í vetur stóð valið ímill
um FC Suðuroy og HB, sigur
Símun Samuelsen.
Fyri leikarnar í FC Suðuroy
er dysturin hinvegin ikki so
ser stakur.
– Hetta er ein dystur sum
allir aðrir, men vit vita væl at
HB er eitt gott lið, ið ligg ur í
oddinum, sigur Palli Augustin
ussen, liðskipari hjá FCS.
HB misti um vikuskiftið
odda sessin til ÍF, men tað
tykist ikki hava tikið mótið
før oya meist aranum.
– Lagið í hópinum er gott
og vit eru á einum deildum
fyrsta plássi, bara við verri
mál úrtøku. Vit tapa okkara
fyrsta dyst í áttinda umfari í
Fuglafirði, sum er eitt torført
stað at spæla. Vit vildu eisini
gjarna vinna á B36, men tað er
ongin skandala at tann dyst
urin endaði við javnleiki, sigur
Símun Samuelsen.
Í Suðuroy eru tey klár at
taka ímóti Símuni Samuelsen.
– Hann hevur verið her fyrr
sum GÍ leikari, so tað er ikki
nakað nýtt fyri hvørki okkum
ella hann. Símun kemur sjálv
andi at hoyra fyri at hann nú
spælir í HB, men hann er væl
dámdur her suðri, sigur Palli
Augustinusen.
Tá liðini hittust í fyrsta um
fari, endaði dysturin eitt sindur
óvænta við 44 javn leiki.
Teir góðu okkum ein kvøkk
tá, men hesa ferð eru vit klárir,
sigur Símun Samuelsen, ið hev
ur spælt allar dystirnar fyri HB
í ár.
Í Suðuroy er málið fyrst og
fremst at verja tað eina stigið.
– Tað hevur gingið illa hjá
okkum í seinastuni, so vit
mugu binda fyri í verjuni og
so fáa vit at síggja hvussu
langt tað røkkur, sigur Palli
Augustin ussen at enda.
trondur@sosialurin.fo
Landliðsleikarin,
Símun Samuelsen, valdi
føroyameistararnar HB
framum FC Suðuroy.
Mynd: Álvur Haraldsen
nr. lið
dyStir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
Stig
1 ÍF
9
5
3
1
14
7
+7
18
2 HB
9
5
3
1
17
13
+4
18
3 NSÍ
9
5
1
3
18
9
+9
16
4 Víkingur
9
4
3
2
18
15
+3
15
5 EB/Streymur
9
4
2
3
15
11
+4
14
6 B36
9
3
4
2
16
15
+1
13
7 B68
9
3
1
5
17
20
-3
10
8 FC Suðuroy
9
1
3
5
11
18
-7
6
9 AB
9
1
3
5
12
20
-8
6
10 B71
9
1
3
5
9
19
-10
6
Føroyska Vodafonedeildin
dagf.:
dystur:
dómari:
28.05
ÍF - NSÍ
Eiler Rasmusen
29.05
FC Suðuroy - HB
Lars Müller
AB - Víkingur
Rúni Gaardbo
30.05
B71 - B68
Ransin Djúrhuus
B36 - EB/Streymur
Páll Augustinisen
Vodafonedeildin 10. umfar