Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-28, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Fríggjadagur 28. mai 2010 · Nr. 87 Sosialurin Góðir vanar gera teg til vinnara Rasmus Ankersen hevur skrivað bøkur um vinnarar, talent og toppleiðarar. Hann hevur avgjørdar meiningar um, hvat skal til fyri at náa toppin innan arbeiði, ítrótt ella annað. Vit tosa við hann um, hvat eyðkennir sterkar leiðarar, og hvørjar góðar vanar kunnu geva tær succes í lívinum. LeygarkvøLdið 29. mai kl. 19.00 Sterkari Mona leitar heim 18 ára gamla Mona Breckmann hevur roynt lívið sum fótbóltsspælari í Týsklandi, men kemur nú heimaftur til Føroya at búgva. Hon var bæði bangin og nervøs, tá hon fór avstað, men hon fótaði sær einsamøll í einum fremmandum landi. Vit tosa við Monu um, hvat hon hevur lært av tíðini í Týsklandi, og hvussu tað var at fáa eina eitt sindur kaldliga móttøku frá liðfeløgunum í Karlsruhe. Mona Breckmann Kjallarabólkur og nýggj trio Hesaferð fáa vit livandi tónleik frá tveimum tónleika­ bólkum. Annar er klaksvíksbólkurin Grandma’s Basement, sum í næsta mánaði gevur nýggja fløgu út. Tónleikarar í bólkinum spæla onkrar av nýggju sangunum live. Eisini vitja Uni Debes, Petur Háberg og Filip Mortensen, sum júst eru farnir at spæla saman. Teir bjóða okkum eisini góðan live­tónleik. Grandma’s Basement Akademiska poppstjørnan Hann hevur selt 30 milliónir fløgur kring heimin, hevur verið á tónatindunum bæði í Europa og USA, og hevur einar 120 framførslur um árið. Haddaway er kendur við 90’ara hittinum What Is Love, men hann er meira enn bert ein poppstjørna. Hann er væl lisin, dugir fleiri mál flótandi og hevur meiningar um nógv. Haddaway vitjar Hvonn Live leygarkvøldið. Haddaway Hvør vinnur Grand Prixið Tveir føroyskir tónleikarar hava roynt at sloppið til altjóða Tónleika Grand Prixið í ár. Vit spyrja Jógvan Hansen, hvat hann heldur um møguleikarnar hjá Íslandi, og Jens Marni Hansen sigur sína hugsan um danska sangin. Finalan í Eurovision kappingini verður leygarkvøldið. Hera Bjørk