fríggjadagur 28. mai 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Veitslu pli
• Brúka ikki toyserviettin at turka munnin við. Hann skal liggja á
fanginum, meðan tú etir
• Borðharrin situr vinstrumegin damuna, og hann sær til, at hon hugnar
sær undir borðhaldinum – eisini um hon er ein gomul tanta
• Tað er ein ósiður at dominera skiparan í føroyskum dansi
• Brúka fyrst tað uttasta bestikkið, og síðan tað næstuttasta og so
framvegis.
• Tosa ikki um viðbrekin evni við fólk, tú ikki kennir væl. Til dømis
politikk, religión, fólkasløg og pengar.
• Borðplanurin verður lagdur soleiðis, at nærmasta familjan situr næst
vertunum. Síðan vinnur aldur yvir ungdóm.
• Kom til tíðina ella innan fyri eitt kortér ov seint. Kom ongantíð ov
tíðliga.
• Ein góð røða er stuttlig og kærleiksfull. Hon skal snúgva seg um
høvuðspersónin og ikki um røðaran. Tað er óskikkur at særa
høvuðspersónin í røðu ella sangi.
So er daman
í galla og
fjong…
H
urráaa vit eru boðin í veitslu. Ein ordiliga eina av
slagnum. Í bygdarhúsi við sangheftum, kókikonu,
plastikstólum og tað heila. Hilla-di-hey og hopsassa!
So skal frúan oman aftur í Brúksina at keypa sórnar
sokkabuksir, sum glinsa og halda øllum innanborða. So hon
verður ein ordilig sild hesa náttina við sildasalat og sildavalsi til
tann stóra papptallerkin.
Og vit finna eina gávu, sum hóskar akkurtát til móttakaran
– ein fýrakantaðan pengaseðil í einum hvítum brævbjálva.
Genialt!
Og allar yvir 40 fara til somu frisør, so allar verða líka: stutt,
svart við løgnum frunti og klimateriureyðum refleksum. Soo
fínt!
Og fara upp á Nupo, tí tað bér also til at tapa seg 2½ kilo upp
á pulvur í eina viku – man skal baaara drekka massar av vatni
eisini. So passa vit kanska tjóðarbúnan eina veitslu afturat.
Onki problem!
Og kroysta okkum niður í sórnar undirbuksir, sum stramma
búkin inn og reyvina upp og út. Ordiliga sputnikk!
Og eta onki tann dagin, ballið skal standa, og vit svíma út á
seinnapartin, men drekka bara meira vatn. Huff!
Og fara til sól sama dag og gloyma skeltið við »nýggj rør«.
Russari!
Og vilja bjaga taintinum við sjálvbrúnara, og enda sum ein
flekkut súgv. Kiksað!
Og sjálvandi ein nývaknaðan bums mitt á pannuna. Plettskot!
Og keypa nýggjar skógvar, sum eri sooo penir, men áttu at
verið gingnir til í nakrar vikur. Av!
Og punktum verður sett við einum svallig um
sjussi, meðan lebastiftin knekkar, lumma ullin
verður rist úr selskapstaskuni og neglalakkið
turkað undir einum hysteriskum fønara.
So er daman í galla og fjong ... og klár at blaka
seg í song!
Rigmor Dam
Klumman
»Luncheon of the Boating Party 1880«, Pierre-Auguste Renoir (1841-1919)
Rákið – heimið mai 2010
16