Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-28, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Rákið – heimið mai 2010 Randi Jacobsen Vit eru á vitjan hjá Dan Reinert Petersen í Fløtugerð, ovast uppi í Fuglafirði. Henda dagin er lýtt, logn, og sólin er við at kaga fram. Uttan um húsini er alt líka snøgt. – Her var nakað so ófantaligt. Stórur jarðar munur og næstan ógjørligt at koma til húsini. Konan Marjun júkaði, at eg mátti fara í gongd. Hon segði, at allir menn arbeiddu uttan um húsini, og tað var stór skomm, at eg bara sat inni og las, sigur Dan. Hetta vildi hann ikki hava sitandi á sær, men hugurin var alt annað enn góð­ ur tá. – Eg hevði ikki eyga fyri tí, og alt sá bara so meiningsleyst út. Hann byrjaði í einum horni, og so skjótt sum hann hevði fylt eitt petti upp, plant aði hann í tað. – Tá ið eg so sá, at tað riggaði, var eg spent ur eftir at fáa meira at planta í, og so leið is gleið arbeiðið fram, sigur Dan, sum fór undir arbeiðið í 1984. Nú er hann fegin um, at Marjun gav hon um sparkið at fara útum. Hon lut tek­ ur eisini í arbeiðinum, men hann hevur størri áhuga fyri plantum enn hon. Drúgt Eina ferð mundi hann mist mótið. Ein mað ur kom fram við og segði, at tað fór at taka minst 12 ár at fáa ein líkinda urta­ garð. Hetta helt tó ikki, tí eftir átta árum var longu vakurt uttan um húsini. Dan vaks upp í húsum við urtagarði, sum mamma hansara helt einsamøll. Tá hevði hann ikki áhuga fyri plantum, men okkurt man mamman kortini hava lagt Urtagarðurin er balsam fyri likam og sál Tá ið Dan Reinert Petersen í 1984 fór undir at gera urtagarð í Fugla firði, vóru fáir vakrir urtagarðar í bygdini. Men Urta garðs felag ið, kappingin um vakrasta urtagarð og vetrar frið ing in hava havt við sær, at alt fleiri fáa sær urtagarðin sum ítriv »Tað er lítil meining í at hava málningar eftir Ingálv av Reyni, krystall og annað fínt inni, tá alt liggur sum eitt runudíki uttanfyri« Litríki urtagarðurin sær út til at vera liðugur. Men ein urtagarðurin verður ongantíð og skal heldur ikki nakrantíð vera heilt liðugur. Eigarin finnur altíð uppá at broyta okkurt