fríggjadagur 28. mai 2010síða 36
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Rákið – heimið mai 2010
í børnini, tí flestu teirra hava urtagarð í
dag.
So hvørt sum hann hevði planerað eitt
petti, fekk hann plantur frá mammuni.
So kom hugurin at keypa fleiri plantur,
og hann setti seg at lesa um plantur, og
um hvar hvør planta hóskaði best, alt í
mun til sólargang, lívd og mold.
Nógvar steinplantur
Vestan fyri húsini eru nógvir stórir stein
ar, og allastaðni millum teir er plantað.
Tað mesta grótið er frá einum kráarlagi
hjá verfaðirinum á Kambsdali. Í hesum
parti num av urtagarðinum eru fleiri sløg
av steinplantum, ymisk steinbrot, og
eina stað ni hevur hann til stuttleikar sett
eina kaktusplantu. Hann fekk at vita, at
plant an toldi frost, so hví ikki royna.
Annars er Dan ikki millum teirra, sum
draga avleggar heim úr útlondum. Allar
hansara plantur eru úr gomlum urt a
garð um, plantur hann hevur fingið ella
keypt.
Í garðinum eru tún av brotsflísum.
Tún ið legði hann fyri fleiri árum síðan,
keyp ti litað sement, stoypti stórar flatur
og breyt tær so sundur.
Fjølbroytni
Hinumegin húsini er eitt stórt blómubeð
við alskyns staudum.
Ein lítil hylur er við gullfiskum í. Hann
hev ur gjørt eitt springvatn og lagt ljós út
í glaskúlur, sum flóta í hylinum.
– Ljósið riggar ómetaliga væl um
kvøld ið, sigur hann.
Beint oman fyri hylin tendur ein stór
whiskytunna. Tunnuna keypti hann í
einum handli í Havn til sankutøð. Gras,
greinastubbar og ókrút fer í hesa tunnu
na, og tá ið eitt ár er farið, hevur hann
frálíka góða mold.
Tann nógvi vøksturin í urtagarðinum
dreg ur fugl til. Eitt kvørveggjupar hevur
reið ur í plantingini upp eftir bilhúsinum.
Steggin er so spakur, at hann fer ikki
undan hondini hjá Dan. Nú er Dan bara
bang in fyri, at ketturnar kunnu fara av
stað við tí spaka steggjanum.
Positivt at herma
Dan fegnast um vaksandi áhugan fyri at
hava urtagarð.
– Áhugin er vaksin ógvuliga nógv
sein as tu árini, eg vil siga, at hann er eks
plod er aður.
Í urtagarðinum er ein lítil hylur við gullfiskum í. Eisini er eitt springvatn og í hylinum
flóta glaskúlur við ljósi innaní.
»Nú er Dan fegin um, at Marjun
gav honum sparkið at fara útum«
Stóra whisky-tunnan er prýðilig, men hon hevur eisini eina uppgávu. Tunnan verður brúkt
til sankutøð. Alt ókrút, følnað og gras fer í tunnuna, og árið eftir fæstóføra góð mold