fríggjadagur 28. mai 2010síða 37
‹ fyrra síða allar 89 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Rákið – heimið mai 2010
Fyrr gingu ofta nógv ár, frá tí, at eini
hús komu upp, til eigararnir fóru at
hugsa um urtagarð. Summi fingu tað
ongan tíð í lag.
– Nú hugsa heilt nógv fólk beinanvegin
um at gera uttan um húsini.
Tað vísir seg eisini, at fer onkur í
grannalagnum undir at gera sær urta
garð, fara hini í grannalagnum eisini at
gera sær urtagarð.
Dan tosar um, hvussu gott hann hevur
tað, tá ið hann skavar í moldini uttan um
hús i ni. Hann nýtur at eygleiða, hvussu
væl alt veksur. Og so alt tað vakra. Hann
hev ur einki ímoti at vísa sín prýðiliga
urta garð fram.
– Tað er lítil meining í at hava
málningar eftir Ingálv av Reyni, krystall
og annað fínt inni, tá alt liggur sum eitt
runu díki uttanfyri. Tað, sum er úti, síggja
fleiri fólk.
Dan hevur sett nakað av føroyskum
plant um niður, men fleiri teirra breiða
seg í so nógv, tá tær koma í dyrkaða
mold.
– Eg ávari ímóti eitt nú bátsmanshatti,
reyð akku leygu, skøru og akurstisli, men
bjarga blóma og makja eru góðar plantur
at hava í urtagarðinum, og blákollur er
sum ein stauda, sigur Dan.
Tað eru nógv ár síðan, at Fuglafjørður
varð vetrarfriðaður, og tað er fyrsta
treyt in fyri at kunna hava urtagarð. Við
vetrar fri ð ingini slepst eisini frá at gyrða
seg inni við hegni ella rimaverki.
Ongantíð liðugur
Hóast planturnar í urtagarðinum eru
nógvir, heldur Dan fram við at taka ímóti
plant um og keypa nýggjar.
– Eg fari ikki fram við einum handli,
sum selur plantur, uttan at fara inn at
vita, um ikki okkurt nýtt er, sigur Dan.
Hann hevur sera gott samstarv við
Kris tinu Ellingsgaard á Kambsdali. Tey
hava samstarvað um plantur i fleiri ár,
hava býtt um plantur, og tá ið annað
teirra rennir seg fram á onkra sjáldsama
plan tu, keypa tey til hin partin eisini.
Eftir at Dan veruliga hevði fingið
áhuga fyri plantum, tók hann stig til at
stov na Fuglafjarðar Urtgarðsfelag. Á
fyrsta fundinum møttu 30 fólk, og fleiri
eru komin upp í felagið síðan.
Felagið hevur ein umbýtingardag á
hvørj um ári, og hetta hevur nógv at
siga serliga fyri nýbyrjararnar, tí plantur
kosta nógv at keypa.
Tey hava verið útferðir og hugt
eftir urtagørðum. Eina ferð vóru tey
í Klaksvík, har gartnarin Hans Hjalti
Skaale vísti teimum runt úti í Grøv. Tey
hava somuleiðis vitjað Gróðursstøðina
í Havn og fingu tá góða frágreiðing frá
Tróndi Leivsson.
Dan rósar Fuglafjarðar kommunu
fyri kappingina um vakrasta urtagarð, tí
tann kappingin eggjar veruliga fólki til at
prýða uttan um húsini. Onkuntíð hevur
komm unan eisini býtt út plantupakkar.
– Ein urtagarður verður ongantíð liðug
ur, tí vit broyta altíð okkurt. Men tað er
ikki nøkur byrða at hava urtagarð. Hug
ur in hjá mær at fara útum er altíð góður.
Hetta er ein deilig árstíð, og urtagarðurin
er so góður fyri sinnið, sigur Dan, sum
al tíð hevur onkrar nýggjr ætlanir.
Næst á skránni verður helst ein terassa
og kanska eisini ein pavillion.
Fleiri ymisk trø
standa runt
um húsini
Dan R. Petersen sigur, at at áhugin
fyri urta gørðum er eksploderaður
seinastu árini.
– Fyrr gingu ofta nógv ár, frá tí, at
eini hús komu upp, til eigararnir
fóru at hugsa um garð in. Nú gera
fólk í stand uttanum - Nú hugsa
heilt nógv fólk beinanvegin um at
gera uttan um húsini
Konan Marjun hevur stoypt hesi prýðiligu
bløðini. Eitt rabarbublað varð lagt oman
á sand, betong stoytt útyvir, og hetta var
úrslitið
Hugskotið til henda hjalsveggin fekk Dan eitt árið, hann var og feraðist sunnanfyri
Dan nýtir hvørja løtu úti millum allar sínar plantur