Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mai 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 31. mai · Nr. 88 Sosialurin Randi Jacobsen Fyri góðum tveimum mán­ að um síðan vóru Anna og Tormóður Stórá í Skopun illa við, tí fleiri herverk vóru framd móti ognum teirra. Tað bar av, tá ið tey ein dag fingu at vita, at umfatandi herverk var framt móti barnaheimi hennara á Sandi. Ellivu rútar vóru knústir. Húsini undir Skarði eiga hon og beiggin. Tey ivaðust ikki i, at onkrir unglingar høvdu verið upp á spæl. Men nú er komið unda n kavi, at tað vóru barna garðs­ børn, sum framdu herverkið. Okkurt barn hevur fortalað seg. Anna Stórá var fegin, tá ið eini foreldur ringdu til henn­ ara. – Tað er dámligt, at for­ eldrini sjálv venda sær til okkara, sigur Anna Stórá. Hon er hørm um tað, sum hent er, og nógv verður at taka upp, tí glassplintur eru farin um alt húsið. Børn eru børn – Hetta er keðiligt, men vit mugu kortini minnast til, at børn eru børn, sigur hon. Politiið hevur sum so ikki verið inni í málinum. Lagt er upp til at loysa málið millum húseigararnar, foreldrini og barnagarðin, sum er í gamla skúlanum beint við illa við­ farnu húsini. Til ber at spyrja, hvussu børn, sum verða ansað í barna garði, kunnu sleppa til at gera so umfatandi herverk, ið neyvan er framt eftir eini lítlari løtu. Leiðarin í barnagarðinum hevur onga viðmerking. randi@sosialurin.fo Smábørn gjørdu herverkið Herverk Meðan børnini vóru í barnagarði á Sandi, snýktu nøkur seg til at gera umfatandi herverk á eini fólkatóm grannahús Ellivu rútar knústu børnini Randi Jacobsen Nú er líkt til, at keðiligi tátt­ urin í søguni hjá føroyska skipinum Hallarkletti er við at fáa ein enda. Reiðarin Bjarti Mohr hev ur tikið avgerðina um, at í næstum fara fýra­fimm menn eftir skipinum. Søgan er eitt sindur fløkj­ ut. Bjarti Mohr leigaði Hallar­ klett út til eitt rissikt felag, sum gav skipinum navnið Kasablanka. Fyri smáum trimum árum síðan varð skipið tikið fyri at hava ov nógva veiðu, og tá ið russiska reiðaríið ikki megn­ aði at gjalda bótina, varð hald lagt á skipið. Kasablanka hev ur síðan ligið í Ålesund. Líka síðan hevur Bjarti Mohr togast við norsku mynd ugleikarnar og havna­ myndugleikarnar um at fáa skipið aftur, men einki er kom­ ið burtur úr samráð ing unum. – Havnamyndugleikarnir halda fast við, at vit skulu gjalda havnagjaldið, umleið 400.000 krónur, fyri at fáa skipið leyst. Men mín pástandur er, at norsku mynd ugleikarnir mugu gjalda, tí skipið var leigað út, tá ið tað varð tikið, sigur Bjarti Mohr. Nú vil hann gera alt fyri at fáa skipið aftur. Helst verður tað til, at hann leggur sjálvur út fyri havnapengarnar, og so ber til at fáa trætuna avgjørda í rættinum. – Hallarklettur er eitt dei­ ligt skip, sum er væl hildið, og tað krevur ikki nógv at pussa hann uppaftur, sigur Bjarti Mohr. Hallarklettur hevur onga kvotu, men Bjarti Mohr sigur seg hava góðar møguleikar fyri at fáa hendur á kvotum uttanlands. Fara til Noregs eftir Hallarkletti Sambært Bjarta Mohr fer Kasablanka ella Hallarklettur skjótt at loysa Skipamál Tað hevur ikki eydnast reiðaranum Bjarta Mohr at fáa norsku myndugleikarnar at gjalda havnaútreiðslurnar fyri Hallarklett, Kasablanka, sum í næstan trý ár hevur ligið í Ålesund. Men nú vil hann hava skipið leyst og leggur í yrsta lagi út sjálvur