mánadagur 31. mai 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 31. mai · Nr. 88
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað var eitt rættiliga frambrot
innan millumoyggja sigling í
Føroyum, tá Ritan í januar
1972 kom til landið.
Gamla Ritan hevði framm
an undan røkt siglingina
millum Tórshavn og Nólsoy,
men hetta var at meta sum
ein luxuslinari, og nýggja
Ritan varð sett inn í siglingina
millum Tórshavn og Skopun,
meðan nólsoyingar máttu
taka til takka við Másanum,
Sild beranum
og
seinni
Pride.
Men tíðirnar broytast, og
Ritan fór at røkja Nóls oyar
siglingina burtur av. Tó so,
at onkur farmatúrur varð
gjørdur til Skúvoyar – mest
týsdagar.
Men tíðin krevur sítt, og
seinastu árini hava nóls
oyingar í alt størri mun róð
upp undir, at fáa eina ferju,
sum eisini kundi taka bilar.
Hartil kom so eisini, at
rættiliga óhøgligt var hjá
illa gongdum fólki og serliga
fólki í koyristóli, at sleppa
umborð. Heldur ikki ber til
hjá fólki í koyristóli at sleppa
niður í salongina, so í so máta
er Ritan ikki tíðarhóskandi.
Undir næstseinastu sam
gongu varð arbeitt við at
útvega eitt nýtt skip til Nóls
oyar leiðina,
men
hendan
ætlanin er síðani fyribils
slept, og møguleikin at seta
Ternuna inn á Nólsoyarleiðini
tók seg upp.
At byrja við var stór nøgd
at finna millum nólsoyingar
við hesa loysnina, men so
hvørt sum hon nærkaðist,
byrjaði eisini ivin at stinga
seg upp.
Skifti í morgun
Eingin ivast í, at Ritan hevur
roynst nólsoyingum framúr
væl, og tær ferðirnar, at
neyðugt hevur veirð at avlýst
ein túr, kunnu næstan teljast
á einari hond. Og nólsoyingar
eru fullgreiðir yvir, at soleiðis
fer ikki at verða, nú Ternan
røkir ferðasambandið millum
Nólsoynna og meginøkið.
Ritan fór á beding suðuri
í Vági síðsta týsmorgun og
roknað verður við, at um
væling og ábøtur fara at taka
umleið ein mánað at avgreiða.
Milum annað skal Ritan hava
ísettar bógskrúvur, so lættari
verður at manøvrera í truplu
atløguviðurskiftunum í Svín
oy og Fugloy.
Hartil skal salongin shin
ast upp umframt aðrar smá
vegis ábøtur.
Ternan hevur fingið ísett
ar stabilisatortangar, hevur
fingið lyftu umframt aðrar
ábøtur, eitt nú eru benkirnir
polstraðir av nýggjum.
Seinastu vikuna hevur
Silja Star røkt siglingina
um Nólsoyarfjørð, tí Ternan
hevur loyst Teistan av, meðan
hesin var til eftirlit, men í
morgun byrjaði so eitt nýtt
tíðarskeið fyri nólsoyingar.
Ternan er nú sett inn í
fasta rutu millum Tórs havn
og Nólsoy, og tað verð ur
áhugavert at síggja, hvussu
hetta skipið fer at royn ast.
Eingin ivi er um, at Ternan
er munandi meira tíðar
hóskandi enn Ritan, men tað,
sum nólsoyingar helst óttast
mest, er hvussu reglulig
rut an verður á hávetri við
nógvum vindi.
Enn er eingin rampa ella
ferjulega gjørd í Nólsoy, og
ein slík verður neyvan liðug
fyrr enn í fyrsta lagi einaferð
seint í heyst. Hinvegin er
neyvan heldur nakar trupul
leiki summarhálvárið, men
soleiðis sum landið eftir øll
um at døma liggur í løtuni, er
ætlanin at leggja ferjuleguna
í krókinum keiin/grótkastið,
og tað halda nólsoyingar
langt frá er besta loysnin.
Men hendan fyrsta túrin
hjá Ternuni gekk alt sum
eftir ánni, og ein býarmynd
er í hvussu er burturi, nú
eingin Rita aftur verður at
síggja við Bursatanga.
leo@sosialurin.fo
STRANDFERÐSLA Í 38 ár hevur Ritan verið føst býarmynd, og skipið hevur trúliga ligið við bryggju við
Bursatanga, haðani rutan Tórshavn-Skopun og nógvu seinastu árini Tórshavnð-Nólsoy hevur verið røkt
Nýtt tíðarskeið byrjað
BROYTING
Tað er eitt nógv snotiligari skip, ið nú røkir
Nólsyarleiðina; spurningurin er bara, hvussu
regulariteturin verður, serliga á vetrartíð
Mynd: Leo Poulsen
FARVÆL
Hvítusunnudag nýttu nólsoyingar høvið til at siga Rituni farvæl við einum túri runt um
Nólsoynna. 125 nólsoyingar – tað mesta Ritan hevur loyvi at føra – vóru við á avskéðstúrinum