mánadagur 31. mai 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. mai · Nr. 88
32
Sosialurin
Rigmor Dam
Anna Faroe, sum Anna Nygaard
nú eitur, bergtók føroyingar við
fjølbroyttu rødd síni, tá hon hevði
konsertir í Runavík og í Havn í
síðstu viku.
Undirritaða hevði tikið 10 ára
gomlu dóttrina við til kon sert ina
í
Norðurlandahúsinum
fríggja
kvøldið. Hon er, eins og so mangar
aðrar smágentur, ein rættil igur
Anna Nygaard fjeppari, og hetta
sást eisini aftur millum áskoð
ar arnar. Har vóru nógv flestar
kvinnur, bæði ungar og eldri, og
sera nógvar møðgur. Hugnaligt eina
mentanarnátt.
Tónleikarar í heimsklassa
Við sær á pall hevur Anna Faroe
tað
upprunaliga
The
X
Or
chestra, sum eisini fylgdi øllum
tónlistafólkunum í teimum stóru
XFactor livesframførslunum. Hetta
eru tónleikarar í heimsklassa, og
sera forvitnisligir at uppliva á før
oysk um palli. Í sjálvum sær ein
framúr
konsertuppliving.
Ikki
minst okkara egna gittarleikara,
Hjalta Joensen, sum, saman við
Onnu, hevur ligið á føroyska hitt
listarnum í fleiri vikur við lagnum
Change the Wolrd.
Spennandi samstarv
Konsertin
var
býtt
sundur
í
tveir partar. Í fyrra parti hoyrdu
vit øll tey vælkendu løgini frá
Xfactorsendingunum,
líka
frá
fyrsta degi, til Anna púra óvantað
varð ripað út við James Bond
sanginum 'Tomorrow never Dies'
aftan á 5. livesendingina.
Eftir ein heldur drúgvan steðg,
framførdi Anna Faroe nøkur av
hennara yndisløgum, og til endans
sluppu vit at hoyra brot úr nýggju
fløguni »Beacuse I Want To«, sum
kemur út í dag, 31. mai.
Fløgan er framleidd av Pete
Smith, ið eisini hevur framleitt fyri
Sting, Joe Cocker, Gary Moore og
Randy Crawford.
Tíbetur fyri okkum goggaði
hann í Onnu Nygaard, sum hon æt
tá, beint sum hon varð blakað úr
sendingini, og bjóðaði henni eitt
samstarv. Tí løgini frá konsertina
vóru bæði spennandi og persónlig.
Kulan verumáta
Anna Faroe er heilt vist enn ein
stjørna í perlurøðini av føroyskum
sangstjørnum. Hon hevur fult tam
arhald á støðuni á pallinum. Vit
eru í tryggum hondum og kunnu
bara vænta tað besta. Eisini hevur
hon sjáldsama gott tamarhald á
røddini, bæði tá hon syngur høgt,
men serliga, tá hon fer niður í lágu
leguna. Tulkingarnar av sangunum
eru persónligar og meistarliga væl
frambornar. Faktiskt var hetta
fyrstu ferð, at eg kendi stóra salin í
Norðurlandahúsinum alt ov lítlan,
tí hon kundi fylt nógv meira, um
hon slapp.
At
hon
harumframt
hevur
eina fullkomiliga »down to earth
attitude« ger hana til eina óvanliga
vakra stjørnu, bæði á at líta og á at
lýða.
Stílur ella ikki stílur
Klædnastílurin er eftir øllum at
døma eitt heilt kapittul fyri seg, tá
tað snýr seg um at stíla føroysku
sangstjørnurnar.
Hvør minnist ikki ta allarstørstu
(eftir mínum tykki) stjørnuna,
vakra sangfuglin Guðruna Sólju, tá
hon ferð eftir ferð varð misstílað
av DR. Og so Eivør Pálsdóttir, sum
altíð er gudavøkur á palli.
Fyrra partin av konsertini var
Anna Faroe í einum bedárandi og
sera hóskandi ullintum, gráum
»hjulskornum«
spensara
við
kulørt um mynsturbordum. Helst
frá Jóhonnu av Steinum, ið sum
kunnugt hevur sniðgivið fleiri
pløgg til songkvinnuna. Perfektur!
Men í seinna parti hevði onkur,
dugdi ikki at síggja hvør, tí eg kendi
ikki stílin, draperað hana inn í
ein risastóran músagráan toga,
sum mest av øllum líktist einum
kilometri av »nervøsum floyali frá
Skemmuni«. Sum tá smágenturnar
spæla fínar konur. Ikki pent!
Meira enn eitt stjørnuskot
Tíbetur eru klæðini ikki tað mest
spennandi, tá vit hoyra feitan
tón leik. So lat okkum heldur tosa
um tónleikastílin, sum er diva
kendur við einum løttum jazz og
swing huglagi. Í støðum rætti liga
avancera, og neyvan ætlað yngsta
ættarliðinum, sum higartil bert
kennir songkvinnuna sum Xfac
torstjørnu. Men kanska fari eg skeiv
har, tí dótturin legði beinanvegin
billet inn til eina fløgu, tá konsertin
var av.
Tað mest hugaliga var tó at
upp liva eina unga kvinnu, sum
hevur játtað at vera við í einum
fløgusamstarvi við einari sjangru,
sum helst ikki liggur allar ovast á
hitlistunum hjá lættisoppa meiri
lutanum. At hon velur tað, sum
heldur, eisini í morgin – tí sum
kunnugt: »Tomorrow never Dies«.
Vanliga verður sagt, at dygd
heldur. Við at velja sær ein meira
spennandi tónleikastíl enn tann,
sum liggur fremst fyri, fær Anna
Faroe vónandi fest seg á stjørnu
himm alin sum eina livandi stjørnu
– og ikki bara sum eitt stjørnuskot.
Tí hon hevur nógv, nógv meira
»Xfactor« til bara at vera »Stjerne
for en aften!«
Anna er meira enn
eitt stjørnuskot
Tónleikur Ein væluppløgd Anna Nygaard, nú Anna Faroe, prógvaði, at
»Tomorrow never dies« í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið
At hon har
um framt hevur
eina full komi
liga »down to
earth attitude«
ger hana til eina
óvanliga vakra
stjørnu, bæði á
at líta og á at
lýða
Mynd: Jens Kristian Vang