Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mai 2010síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 31. mai · Nr. 88 Sosialurin Dagfinn Olsen Høvuðsnavnið á Fjarðafestivalinum 2010 er eitt navn, ið fyri nøkrum árum síðani spældi harðan tónleik og sum livdi villa lívið við bólki sínum Korn. Ein bólkur, sum stendur eftir í tunga endanum av rocksøguni. Men mangt broytist og Brian P. »Head« Welch tók seg fyri nøkrum árum síðani úr bólkinum og legði lívsleið sína um. Hann gav lív sítt til Kristus og setti sær fyri at veita hjálp, har tørvur er. Leitar ein á internetinum, so finnur ein m.a. hetta um ársins høvuðsnavn á Fjarðafestivalinum 2010. Brian Phillip »Head« Welch er føddur tann 19. juni 1970 í Kalifornia. Hann var bert 11 ára gamal, tá hann tók gittar í hond og fann sítt kall. Eftir High School var Head við at stovna metal bólkin Korn. Bólkurin fekk skjótt viðgongd. Teir vunnu Grammy heiðurslønir og seldu fløgur í hópatal. Meðan Head var ein partur av Korn, fekk hann 6 Grammy nomineringar, vann tvær, og seldi uml. 40 milliónir fløgur runt um heimin. Tíðliga í 2005 skakaði Head tónleikaheimin, tá hann almanna­ kunngjørdi, at hann ætlaði at gevast í Korn. Head valdi at taka seg úr villa Korn lívinum, so hann kundi halda áfram at taka sær av dóttrini. Eisini gav Head sítt lív til Kristus við tí fyri eyga at nema við lívið hjá menniskjum, og at geva teimum, sum høvdu tørv á hjálp. Bert mánaðir eftir at Head var givin í Korn, fór hann til India og lat upp sítt fyrsta Head home. Eitt barnaheim, sum tryggjar heim, mat og útbúgving til umleið 200 foreldra leys. Head gjørdi eisini ym­ iskt vælgerandi arbeið í Amerika. Head legði stóran dent á, at hóast hann var givin í Korn, hevði hann ikki tikið seg úr tónleika­ og undirhaldsvinnuni. Gjøgnum tónleik og aðrar undirhaldsmiðlar, vildi Head broyta ungdómin. Við hesum í huga skrivaði Head sína lívssøgu, Save Me From Myself. Bókin gjørdist skjótt ein bók, ið lá ovast á sølulistunum, og forlagið vildi, at Head skuldi skriva eina bók afturat. Hendan bókin, Wash­ ed by Blood, var útgivin 24. juni 2008. Washed by Blood er ein endurútgáva av fyrru bókini, sum hóskar betur til ein yngri lesarar. Head er júst liðugur við sína triðju bók. Bókin verður útgivin í ár. Í 2008 gav Head sína fyrstu solofløgu út. Hon kallast Save Me From Myself. Head hevur sjálvur skrivað orð og løg, og eisini spælir Head lead gittar og syngur. Head fekk hjálp frá fleiri viðurkendum tónleikarum so sum Josh Freese, A Perfect Circle, Nine Inch Nails og Tony Levin, Peter Gabriel). Fyrstu mánaðirnar av 2008 legði Head síðstu hond á fløguna. Save Me From Myself kom inn sum nummar 13 á Billboards Hard Rock listan. Útgávan verður søgd at vera ein "heavy metal epic, with a positive message." Fløgan hevur fingið sera góð ummælir . Á vári 2009 kunngjørdi Head, at hann hevði valt tónleikarar til orkestrið – Michael Valentine (bass); Scott Von Heldt (gittar); Ralph Patlan (gittar); Brian Ruedy (tangentar, programmering) og Dan Johnson (trummur). Teir spældu nakað í 2009, og eru nú til reiðar turnera fulla tíð í ár. Head og bólkurin hava verið í Nashville í Tennessee, og tikið upp næstu fløguna saman við grammy nomi­ neraða framleiðaranum Rob Graves (RED, PILLAR). Fløgan verður útgivin í ár. dagfinn@sosialurin.fo Head høvuðsnavn á Fjarðafestivalinum FjarðaFestivalur Tað má sigast at vera eitt stórt og kent navn, sum Fjarðafestivalurin hevur fingið at standa ovast á breddanum í ár. Korn kenna nógv sum ein góðan, tungan og sera kendan tungmálmsbólk, og at eitt navn úr hesum bólki ger kanska nógv bilsin, men Brian Philip »Head« Welch tók seg úr Korn og hevur alment givið seg til kristna lívið og arbeiðir við at hjálpa, har tørvur er Tónleikur fyri øll Nógv fyrireikingararbeiði og nógvir tímar eru lagdir í at fyrireika Fjarða­ festivalin. Hóskvøldið kl. 20 vend­ ist ikki aftur, tí tá fer borg ar stjórin í Runavíkar kommunu, sum Keldan í Skálafirði liggur í, Magn­ us Rasmussen at seta festivalin. Beint eftir hetta fara systkini á Váli á pall in, síðani Victor og Mirj­ am Carlsen og at enda sangbólkurin Vitin. Áðr­ e nn fólk sleppa til hús verður filmurin »No great­ er love« vístur. Fríggjadagurin verður í stóran mun ein blandingur av tónleiki á altjóða støði og úr okkara egna landi. Kvøldið byrjar kl. 19:30 við Kirstin Olsen, áðrenn Brenton Brown fer á pall. Eftir hann fer Leigh Hjaltalin at framføra, áðrenn høvuðsnavnið á festivalinum Brian »Head« Welch sum tann seinasti fer á pallin at fram føra sín tónleik. Leygardagurin byrj ar tíðliga á degi, tí longu kl. 14 verður ein pall borðs­ fundur, áðrenn gyklarin Ásbjørn fer at undirhalda børn um og vaksnum. Síðani er skráin rætti­ liga tøtt við tónleiki, undir­ haldi og framførslum. Kvøldið end að við Heina Lützen og WOK Worship. Og hava fólk ikki fing ið nóg mikið av øllum fram­ førslunum, og kanska vilja uppliva eitt øðrvísi tiltak, so verður eitt festivalmøti sunnumorgunin kl. 11, har Pauli Høj fer at prædika. Hetta verður sein asta tiltakið á Fjarða festi val in­ um 2010. Brian »Head« Welch er høvuðsnavn á Fjarðafestivalinum í ár