Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mai 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. mai · Nr. 88 4 Sosialurin Ungu menninir í Humble Cry høvdu eina áhugaverda og uppfinnsama Kornsert á innipallinum í Kelduni í august mánaði 2007. Teir ungu menninir, sum nú eru vorðnir trý ár eldri, verða við aftur í ár. Eftir framførslu teirra í 2007 gav Oddur á Lakjuni teimum hetta ummælið á portal.fo: »Fyrstir at framføra leygardagin vóru nakrir ungir mans úr Meinig­ heitshúsinum í Havn. Bólkurin Humble Cry var stovnaður í sam­ band við HMU­Kornsertina í mars, og hatta var teirra næsta framførsla. Tað var popputur rokkur, sum onkuntíð varð meira melankolskur og dapur. Teir byrjaðu eitt sindur trilvandi, men mentu seg sum Kornsertin leið. Humble Cry er ein nýggjur og rættiliga ungur bólkur, og teir spæla eitt sindur óruddiligt og rótut. Forsangarin legði fyri við at siga: »Vit fara at hava eina eitt sindur snediga Kornsert«. Og har vóru onkur heldur annarleiðis ting við. Á pallinum stóð ein hvítur krossur. Tríggjar gentur í hvítum fóru ímillum fólkini at savna bønar evni inn á gulum lepum, og so vórðu hesir klistraðir uppá krossin. Genturnar lógu so á knæ og bóðu fyri hesum alla Kornsertina. Allir sangirnir uttan ein vóru á enskum. Tekstirnir vóru til tíðir á nokkso undarligum enskum. Tað snúði seg um trupulleikar og tankar, sum tanáringar hava, serliga um tað at vera kristin. Gittarin var allatíðina fremst í ljóðmyndini. Í sanginum »Black Holes Holy« sang gittarspælarin Sámal Jákup við hásari rokkrødd. Hetta var nokk besti sangurin. Í endanum spældi hann eisini blokkfloytu afturvið melankolska rokkinum. Og í seinasta sanginum var tað sum at hoyra Faith No More við »Easy”«. Fjølbroytt. Tað var ikki polerað spæl, men tað var fjølbroytt og uppfinnsamt, og tað menti seg til eina spennandi og annarleiðis Kornsert. Um teir halda seg til, kunnu teir uttan iva blíva heilt góðir. Humble Cry fara enn eina ferð á pall í Skálafirði á »Før oya­ kvøldinum«, leygar kvøldið kl. 21:15. Uppfinnsomu Humble Cry Gospelkórið VOX við á Fjarða festi valinum Humble Cry eru eyðmjúkir, men so sanniliga eisini øðrvísi Dagfinn Olsen Vox er eitt gospelkór, sum í 12 ár hevur sungið og framført á møtum og Kornsertum. Vox hevur ferðast í nógvum tónleikastílum. Mest hevur tað verið nútíðar gospel við íblástri úr Ameriku, men eisini hevur lættari kórtónleikur og jazzur verið á sangskránni. Leygarkvøldið á Fjarðafesti val­ inum fer Vox at hava eina Kornsert, har kórið bæði syngur nýggjar sangir, og sangir, sum tey hava sungið fyrr. Stílurin er blandaður, lívligt og meira friðarligt. Í VOX eru 12 sangarar og 4 tónleikarar. Kórleiðari er Ásbjørn Berthelsen. dagfinn@sosialurin.fo Vox fer enn eina ferð á pall í Skálafirði á »Før oya­ kvøldinum«, leygar kvøldið kl. 18:45. FjarðaFestivalurin Vox er kór, ið hevur savnað saman nógvar góðar røddir úr samkomum í Føroyum. Í mong hevur kórið bergtikið. Vox verður at hoyra á Fjarðafestivalinum 2010 Ásbjørn Berthelsen av Strondum stjórnar Vox