Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-05-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mai 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 31. mai · Nr. 88 Sosialurin Reytt er rætt Ein avgerandi for treyt fyri at kunna vera ljós maður er, at man elskar tónleik. Tað ger Poul Mart in í øllum førum. Hon um dámar væl at hyggja og lurta eftir bólkum sum spæla, – fyrst og fremst eftir tón leikinum, men eisini eftir hvussu aðrir ljós­ menn arbeiða. Sum komandi flog skipari veit hann alt um, hvussu týdn ingar mikið tað er, at tann reyða ávaringar lampan í stýri húsinum ikki fer at lýsa. Men sum ljós mað ur kann ein júst við litunum – eisini tí sterka reyða – vera við til at byggja upp undir tekst og lag hjá tí sum framførir. – Summir ljós menn pro gramm era alt framman undan, og seta bara ein diskil í fløguna, og so koyrir tað bara. – Mær dámar nógv betur, at vera til staðar og heldur arbeiðir beinleiðis á stað num og í »free­ style«. Tað gevur mær í øllum føru m meiri, sigur Poul Martin avgjørdur. Tónleikur er tónleikur Poul Martini dámar ymiskan tón leik, men fyri hann er eingin munur: – Nei, fyri meg er tónleikur tón­ leikur. Men tað kann sjálvandi vera munur á innihaldinum í tekstunum. Júst hetta er tað sum ger arbeiðið sum ljósmaður so spennandi: At ein sleppur at seta sín egna dám á framførsluna hjá einum tónleikara. Og hjá einum ljósmanni er tí líka­ mikið, hvat slag av tónleiki ið talan er um. – Eg hugsi bara sum so, at um tón­ leikurin er øgiliga góður og villur, so skal ljósið eisini fylgja við tí. – Hetta er okkara avbjóðing, sigur Poul Martin Joensen. – Við ljósinum kanst tú byggja upp undir tekstin í eini framførslu, sigur Poul Martin Joensen, ljósmaður í Kelduni í Skálafirði. Á Fjarðafestivalinum fara Poul Martin (vinstrumegin) og Pól Høj at skipa ljósið og roykin á pallinum Mynd: Jens Kristian Vang ljósið