mikudagur 2. juni 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
T
að má sigast at vera upp á
tíðina, at okkurt veruligt
verður gjørt við tilbúgvingina
í samband við oljudálking. Hóast
fleiri kommunur eru illa royndar
av ógvusligum oljudálkingum, so
tykist kjakið um samskipaðu til
búgv ingina at dovna so hvørt, sum
fólk hava gloymt hendingarnar.
Vit kunnu nevna hendingina tá
Olshana sakk í Tangafirði, ella
tær ferðirnar, tá SEV hevur dálkað
Vágsfjørð. Nógv tos, men einki
hendir.
Men nú slær Kommunu sam
skipan Føroya nevan í borðið. Her
í blaðnum mánadagin segði Eyð un
Christiansen, aðalskrivari í Komm
unusamskipanini, at nú skal full
greiða fáast á, hvør hevur ábyrgdina,
og hvør ið skal hava ábyrgdina av
upptakinum, tá ein stór oljudálking
verður í Føroyum. Sum støðan er
nú, so eru tað kommunurnar, sum
hava ábyrgdina, men hetta vilja
tær – sum vera man – ikki góðtaka.
Tilbúgvingarnar hjá kommununum
eru heilt einfalt ikki førar fyri at at
basa eini umfevnandi oljudálking,
hóast tær samstarva væl tvørtur
um kommunumørk.
Oljudálkingarnar kosta komm
un unum nógvar pengar, tí tær
mugu leggja út, og tá dálkarin
ikki verður funnin, so er eingin at
senda rokningina til. Men tað sum
órógvar kommunurnar er, at um
vit verða rakt av eini umfatandi
oljudálking, so eru vit prísgivin. Og
vandin er til staðar. Vit hava stórar
oljugoymslur á landi, sum vit av
beiskum royndum vita ikki eru
nóg tryggar, og stór tangaskip sigla
fram við okkum.
Tað er væl skilligt, at kommun
urnar ikki vilja sita við hesi ábyrgd.
Og tað gevur heldur ikki serliga
meining, at kommunur hvør í sínum
lag skulu skipa dýrar tilbúgvingar,
sum sjálvandi nátúrliga áttu at
verið samskipaðar á einum stað og
undir landinum.
Tá Olshana sakk kom so týðu liga
til sjóndar, hvussu illa vit eru fyri.
Har var eingin skipað tilbúgving,
men farið var fram eftir fummum.
Nógv tos var um stóra vandan, tá
oljan fór til botns við Olshanu,
men eingin veit enn, hvussu nógv
olja kom úr vrakinum ella hvussu
nógv olja fer at koma.
Fyribyrging er sjálvandi besta
trygdin fyri at tann stóra van lukk
an ikki skal henda. Men tá vit vita,
at vandin lúrir, so eiga vit at hava
eina góða tilbúgving, so vit eru til
reiðar. Tí kunnu vit bara vóna, at
Kommunusamskipan Før oya fær ljóð
fyri sínum ynskjum um eina sam
skipaða tilbúgving, so ábyrgdin verð
ur lyft av herðum komm unanna.
Kemur ein stór oljudálking,
eru vit prísgivin
Ábyrgdin skaL miðsavnast
Í annaðkvøld 3.juni klokkan
19 fer danski sálarfrøðingurin,
Tonny Andersen, at hava
almennan
fyrilestur
um
migrenu,
pínuhandfaring
og pínuviðgerð. Hann er
serfrøðingur
í
pínu
og
umframt at arbeiða við at
hjálpa fólki við migrenu,
hevur hann seinastu tíðina
eisini
arbeitt
við
fólki,
ið hava pínu orsakað av
piskesmæld.
At hava migrenu inniber
í minni ella størri mun at
hava ógvisliga pínu í aðrari
helvtini av høvdinum, og tað
eru nógv fólk við migrenu,
ið ikki megna at dagligar
uppgávur og at hava eitt
starv, orsaka av ringari pínu.
Tað eru fleiri kvinnur enn
menn, ið hava migrenu. Tað
eru nógv sløg av migrenu
og ógvuliga ymiskt, hvussu
fólk verða rakt av sjúkuni.
Summi eru nógv verri fyri
enn onnur.
Í Føroyum eru nógv, ið
stríðast við migrenu, og tí
hevur danska sjúklinga fe
lag ið hjá migrenusjúkum
fólki, sett á stovn ein før
oysk an
migrenubólk,
ið
hev ur til endamáls at stuðla
fólki við migrenu, at skipa
fyri kunnandi tiltøkum um
migrenu og annars virka
sum ein hjálparbólkur, har
fólk kunnu hittast og tosa
saman um støðuna og fáa
góð ráð og stuðul frá hvørjum
øðrum. Limirnir hittast av og
á, mest í Havn, men eisini úti
á bygd.
Tiltakið í Miðlahúsinum
hevur til endamáls at savna
so nógvar føroyingar sum
gjørligt, bæði migrenusjúk
og teirra fam ilj ur, vinfólk
og avvarandi ann ars. Høvi
verður at fáa nýggjast vitan
um pínu, pínuhandfaring
og pínu viðgerð. Eisin kunnu
fólk seta Tonny Andersen
spurningar.
Føroyski
migrenu bólkurin vónar ar
síggja nógv fólk til tiltakið.
Tiltakið er ókeypis og
øll eru vælkomin, siga fyri
reik ararnir, sum er Føroyski
migrenubólkurin
og
Migræniker forbundet www.
migraeniker.dk
Lítið
kvink
rætta vegin
Rolf guttesen
kjak á síðu 12
Veðrið
avlýst
helgi abRahamsen
kjak á síðu 14
Fyrilestur um migrenu
í Miðlahúsinum
Í kvøld klokkan 19 til 21
verður tiltak í Miðla hús
in um, nevnd »Rús drekka
trupulleikar
ávirka
alla
familjuna«. Tað er Birgit
Trebacz, sum fer at greiða
frá.
»Kann eg gera mun«, er
heiti á skeiði, sum Birgit
Trebacz
hevði
mána
dagin. Hon fer í kvøld at
greina
orðið
rús drekka
bundinskapur og skaði l ig
nýtsla av rúsdrekka. Somu
leiðis fer hon at greiða frá,
hvussu vit kunnu stuðla
børnu n um og teim ungu, tá
mis nýtsla er í heiminum.
Birgit
hevur
skrivað
fleiri bøkur um júst hesi
evni og hevur fleiri ára
royndir innan arbeiði við
av varðandi. Les meiri á
heima síðu hennara www.
trembacz.dk
Skaðilig nýtsla
av rúsdrekka