Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89 4 Sosialurin Í mikudagsblaðnum ummæla skiftandi fólk fjølmiðlarnar. Hava bíðað svarið í fim 110 børn Barnagarðurin, sum Vágs Býráð roynir at fáa bygdan, er ein av teimum stóru. Tilsamans verður pláss fyri 110 børnum í vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla. Barnagarðurin kostar einar 13 milliónir at byggja, men tað hevur kommunan ikki fíggjarliga orku til uttan víðari. Skal barnagarðurin gerast veruleiki, verður sostatt neyðugt at fíggjarmálaráðið gevur Vágs Býráði loyvi at taka lánið, sum verður umrøtt í hinari greinini. Í heilt rundum tølum er talan um eitt lán upp á einar 10 milliónir, sum kommunan má fáa loyvi at taka fyri at kunna byggja barnagarðin. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, sigur, at bankarnir hava játtað at veita kommununi lán. Barnagarðurin er ein íløga í trivnaðin hjá ungum húskum í Vági. Men talan er eisini um ein beinleiðis sparing. – Sum støðan er nú, húsast barnaansingin í Vági tríggjar ymiskar staðir við vøggustovu, barnagarði, dagrøkt og frítíðarskúla og tað hevði verið bíligari hjá okkum at sloppið at bygt ein barnagarð, sigur borgarstjórin. Vágs Kommuna hevur verið í sambandi við Sunda Kommunu, sum líkist Vági í fólkatali, men útreiðslurnar hjá sundalagsfólki til barnaansing eru munandi minni enn tær eru í Vági. Áki Bertholdsen – Nú kundu vit gott hugsað okku at fingið eitt greitt svar Kirstin Strøm Bech, borg arstjóri í Vági er farin at ótoln ast. Í hesum døgum eru tað fimm ár síðani at Vágs Bý­ ráð søkti landsstýrið um loyvi til at taka lán til at byggja nýggjan barnagarð fyri. Umsóknin hevur havt eina umskiftiliga til veru í landsstýrinum, tí upp runa ­ liga varð hon send inn­ lendis málaráðnum, men seinni varð hon flutt yvir í fíggjar mála ráðið. Og har liggur hon fram­ vegis, tí enn hevur býráðið onki svar fingið. – Nú vilja vit hava at vita um tað verður egg ella ungi, sigur borgarstjórin. Býráðið hevur sjálvt sett tríggjar milliónir av til barnagarðin og nú vilja tey hava at vita um tey sleppa at læna til barnagarðin. – Verður svarið úr fíggjar­ málaráðnum noktandi, vita vit tað og so kunnu vit brúka peningin til onnur átrok andi endamál, sigur Kirstin Strøm Bech. At umsóknin um lán ikki avgreidd, merkir ikki, at málið hevur ligið heilt stein deytt. – Stutt eftir at vit sendu umsóknina í 2005, fingu vit svar frá landsstýrinum, har tey bóðu okkum bíða eitt hálvt ár og so venda aftur. Men so varð løgtingsval og málið varð flutt yvir í fíggjarmálaráðið og síðani hevur verið fundast og skriv ast aftur og fram. – Vit hava havt tríggjar skrivligar umbønir, eins og vit hava havt fundir við fleiri landsstýrisfólk, bæði í innlendismálum og í fíggj­ ar málum. Borgarstjórin sigur, at seinast tey frættu úr fíggj­ ar málaráðnum er ikki so langt síðani. – Men tað gongur strilti, tí í fíggjarmálaráðnum blíva tey við at hava nýggjar fyri­ spurn ingar og seta nýggj krøv. Tað hevur ikki gjørt málið einfaldari, at eitt lán til ítróttarhøllina og fót­ bólts vøllin í Vági er tengt upp í málið. – Býráðið betalir lán ið til fótbóltsvøllin og ítróttar­ høll ina, hóast tað er ein sjálvs ognarstovnur, sum stendur fyri láninum. – Sleppur býráðið at yvir taka lánið, sum vit betala kortini, høvdu vit spart 200.000 í mvg um árið. Men tað vil fíggjar­ mála ráðið treyðugt. Kirstin Strøm Bech sig­ ur, at nú hevur hon sent fíggj ar málaráðnum eina áheitan um at taka eina avgerð í málinum, so at vit vita um tað verður egg ella ungi – Tað ber ikki til at blíva við at liva í óvissuni. Nú vilja vit hava eina avgerð, so at vit kunnu arbeiða víðari. Verður svarið ja, kunnu vit fara und ir barna garðin. Verður tað nei, kunnu vit brúka peningin til onnur endamál, sigur borg­ arstjórin í Vági. aki@sosialurin.fo BÍÐITÍÐ Nú eru fimm ár síðani at Vágs Býráð søkti landsstýrið um loyvi at taka lán. Enn er onki svar komið men nú vilja vágbingar hava at vita um tað verður egg ella ungi vágs Kommuna Hevur ført ein fyrimyndarligan fíggjarpolitiKK eitt sKjótt svar er ofta eitt noKtandi svar