Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89 Sosialurin Áki Bertholdsen – Eg skilji væl, at Vágs Býráð leingist eftir einum svari. Eg skilji eisini væl, at tey halda, at fimm ár er long tíð at bíða eftir eini avgerð. Tað sigur Jóann es Eidesgaard, lands stýris­ maður í fíggjamálum. Hinvegin vísir hann á, at sjálvur hevur hann ikki umsitið málsøkið í meiri enn sløk tvey ár so hann heldur ikki, at hann kann ábyrgdast fyri, at tað hevur gingið so seint at avgreiða málið. Skjótt er ikki altíð gott Hann leggur dent á, at orsøkin til, at tað hevur tikið so langa tíð, er als ikki, at onki er hent í málinum. – Og tað er heldur ikki altíð, at ein skjót avgerð er tað, sum gagnar málinum best, leggur hann afturat. Hann sigur, at Fíggjar­ málaráðið og Vágs Býráð eru alla tíðina í samskifti um málið. Trupuleikin er sjálv­ andi tann, at Vágs Komm­ una er illa tyngd av skuld frammanundan. Og í sambandi við at nýtt ellis og røktarheim verður bygt í Vági, fekk kommunan fyri kortum fekk serloyvi frá fíggjarmálaráðið at fara upp um eina álíkning ið skuld, sum annars er tað mesta, ið lógin loyvir. Hann leggur afturat, at hann heldur ikki at tað er heilt rætt, at Vágs Býráð hevur bíðað í samfull fimm ár, tí fyri einum ári síðani høvdu tey ikki fingið tilsøgn frá bankanum um fígging. – Tað er í hvussu so er ein fortreyt fyri at barn­ agarðurin kann byggj ast, men tað er ikki bara tað, sum er trupulleikin, tí skuldin er stór framm an­ undan. – Síðani hava vit verið í støðugum samskift við kommununa og tað eru vit framhaldandi. Tórfør støða Landsstýrismaðurin í fíggj armálum staðfestir, at orsøkin til, at málið dregur út, er, at skuldin hjá kommununi er stór og at støðan av tí sama er tórfør. – Uppgávan hjá lands­ stýrinum er, at komm un­ urnar skulu ikki leiðast í óføri og tí hava vit ikki tikið avgerð um hesa umsóknina enn. Annars skilir hann væl, at vágbingar vilja hava barnagarð, tí tað er ein av teimum heilt fáu kommunum, ið ongan dagstovn hevur til børn og tað hoyrir ikki nútíðini til, tí trivnaðurin hevur stóran týdning. – Tað er eisini greitt, at í longdini hevði tað verið bíligari í rakstri, at tey kundu bygt ein dagstovn. Jóannes Eidesgaard sigur, at ofta er eitt skjótt svar eitt noktandi svar. – Men eg vænti eisini, at vit fara at finna eina loysn, sum í longdini er skilagóð, tó at loysnin ikki verður funnin beint nú. Hann leggur afturat, at Vágs Kommuna hevur ført ein fyrimyndarligan og ábyrgdarfullan fíggj­ arpolitikk, har skuld er goldin niður. – Eg havi stóran sam­ huga fyri teirra ynskjum og tí vænti eg eisini, at vit, sum frálíður, finna eina loysn, sigur Jóannes Eidesgaard. aki@sosialurin.fo Ein skjót avgerð er ikki altíð tað besta eftir m ár Áki bertholdsen Trupulleikin hjá Vágs Bý ráði er, at lániskuldin hjá kommununi er við raka loftið upp á eina álíkning, sum er tað mesta, ein kommuna hevur loyvi at skuldarbinda seg. Ein álíkning hjá Vágs Kommunu er slakar 34 milliónir, men láni skuld­ in er góðar 36 milliónir. Samstundis skal komm unan nú taka lán upp á 22 milliónir í samband við ellis­ og røktarheimið, sum verð­ ur bygt í Vági og harafturat roynir hon so at fáa loyvi til at taka lánið til barnagarðin, sum heilt runt roknað verður einar 10 milliónir netto. Tað merkir ikki, at láni skuldin hjá Vágs Komm unu kemur upp á 66 milli ónir, tá ið avtornar, tí komm­ unan betalir rentur og av dráttir hvørt ár. Men sleppur Býráðið at taka lán til barnagarðin, kann kommunan spara ein part av lánsgjaldinum aftur, tí útreiðslurnar til barna ans­ ingina fer at minka reiðiliga fitt. Hvussu stór sparingin verður er ikki heilt greitt, men í øllum førum er talan um nakrar hundrað túsund krónur. Fyri borgarstjóran hev ur tað størri týdning at veita borgarunum eina góða tænastu, heldur enn at hongja seg so nógv í skuldina, so leingi hon sjálvandi ikki er ófors­ varliga høg. aki@sosialurin.fo Heldur góða tænastu enn lítla skuld Óvissa um barnaansing Vágs Býráð hevur bíðað eftir eini avgerð í fimm ár og nú vilja teir hava at vita um tað verður egg ella ungi. Vendir Jóannes Eidesgaard tummilin upp, fara tey at bggja barnagarð. Vendir hann tummulin niður, verða pengarnir brúktir til okkurt annað aki@sosialurin.fo