Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89 18 Sosialurin Oyggjablaðið Nú nærkast av álvara til ársins fyrstu stevnu – Norðoya­ stevn una í Klaksvík. Henda stevnan verður í ár hildin á 74. sinni, og mong munnu ivaleyst minnast aftur á mangar hugnaligar løtur á stevnuni. Tíðirnar skifta, og spurningurin er, um stevnan hevur sama áhuga millum klaksvíkingar og norðoyingar í dag sum áður. Tann spurningin settu vit okkum at kanna. Inni í Inn­handlinum í Klaksvík hittu vit nøkur av viðskiftafólkunum. Spurningurin til teirra var hesin: Gleðir tú teg til Norðoyastevnu í ár? Fólk í handlinum Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang – Eg var meiri spentur fyrr, enn eg eri nú. Man er komin nakað upp í árini, men eg føli meg kortini ungan, hóast eg eri 56 ára gamal. Hesaferð verði eg tó ikki heima, tí vit fara avstað við Gadus áðrenn stevnuna. Jóhan Mørkøre, Klaksvík – Nei, eg er ikki spent, tí stevnan sigur mær so lítið. Maria Norðoy, Viðareiði – Eg gleði meg til kappróðurin og til at fáa fólk á vitjan Kári Purkhús, Klaksvík – Eg gleði meg kanska ikki beinleiðis. Men mær dámar væl at lurta eftir kappróðrinum, og at ganga ein túr gjøgnum býin við dóttrini. Elin Egilsdóttir, Klaksvík – Ja, eg gleði meg. Tað er so hugnaligt at ganga úti, serliga um veðrið er gott, tí so møtir man fólki og man fær eitt prát. Annars dámar mær sera væl at fara til útimøti um kvøldarnar. Selma Egholm, Klaksvík – Ja, eg eri ótrúliga spentur. Heðin Klakkstein, Klaksvík Stórt úrval av parfumum Vit ynskja øllum Viðskiftafólki eina góða norðoyasteVnu