mikudagur 2. juni 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
Sosialurin
Oyggjablaðið
Hugsa alternativt
Tá ein ber slíkt likamligt brek sum Atli
S. Justinussen ger, kundi tað í
stóran mun verið merkt av
avmarkingum og vánaligari
lívsgóðsku.
– Eg má tó siga, at eg
havi ikki merkt nak að
til tað. Eg havi onga
tíð verið happaður
og havi ikki havt
psykiskar niður
túrar, bara tí at
eg havi mist ta
einu hond ina,
slær Atli fast.
So løgið tað
ljóðar, eru tað
eisini ávísir
fyri munir við
bert at hava ein
vinstruhond at
líta á: Man verður
meiri alterna tivur.
– Eg haldi faktiskt, at
fólk sum bera brek, tey
hugsa meiri í dýpdini um
tað sum man kann gera við
einari hond, í mun til tey sum hava
báðar hendurnar tøkar.
Eitt dømi um hetta var ein dagin
herfyri, tá Atli skuldi seta
trampolinina hjá børnunum upp,
saman við nøkrum vinmonnum.
Teir rendu seg brádliga í trupul
leikan at spenna fjaðrarnar
fastar, tí krókurin til tað var
burtur.
– Annar teirra helt tá fyri, at
eg var handasterkur og vigaði
so mikið nógv, at eg saktans
kundi toga fjaðrarnar uppá
pláss. Eg fann so eina tong,
og segði við teir, at hetta er
ein av fyrimununum at bera
brek: Vit duga at hugsa
alternativt, og
at man tí
kann koma
við hald
góðum loysn
um, segði Atli
flennandi við teir.
GOTT LÍV
-–Eg misti hondina, tá eg var eitt ára gamal í hesum
Ballerup-miksaranum. Men eg havi kortini
rokkið teimum málum sum ein maður kann:
Eg havi konu, børn, hús og heim,
og havi eitt gott lív, sigur Atli
S. Justinussen í Árnafirði
ki mist