mikudagur 2. juni 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
24
Sosialurin
Oyggjablaðið
Randi Jacobsen
Bátasmiðurin Hans Jacob Fuglø
gevst ikki so við at gera modell skip.
Herfyri legði hann seinastu hond
á modellið av fiskiskonnartini Sjó
borg, og hann er longu farin undir
næsta verkið. Tað er skonnartin
Viðoyggin. Báðar skonnartirnar
vórðu í sínari tíð smíðaðar í Dan
mark.
Sjóborgin er nummar 27 í røðini
av modellskipum, sum Hans Jacob
Fuglø hevur smíðað.
Tað er ikki til at siga, hvussu
nógvar tímar, Hans Jacob Fuglø
hevur brúkt upp á Sjóborgina.
– Tímarnar havi eg ongantið
skivað niður, og tað er eisini ymist,
hvussu nógva tíð eg brúki upp á
hvørt skipið. Av og á verður eis
ini okkurt gjørt umaftur, sigur
Hans Jacob Fuglø, sum á sínum
modellskipum hevur minst til at
hava hvønn einasta smálut við.
Fleiri av modellskipum sínum
hevur Hans Jacob Fuglø selt, men
enn hevur eingin víst áhuga fyri at
keypa Sjóborgina.
– Tíðirnar eru so vánaligar,
at eg vænti heldur ikki, at nakar
fer at biðja um hana. Modellið av
Verdandi, sum eg gjørdi áðrenn
hetta, stendur eisini her framvegis,
sigur Hans Jacob Fuglø.
Endamálið hjá honum at gera
modellskip er tó ikki at selja. Hann
ger tað av áhuga, og fyri at eftirtíðin
skal fáa at vita, hvussu skip áður
sóu út.
Polo er størsta modellskipið, sum
Hans Jacob Fuglø hevur smíðað.
Sjóborgin tað næststørsta.
Modellið av Sjóborgini er 180 cm
frá sprydinum og aftur í hekkuna.
Frá borðinum upp í mastratoppin
er modellið 117 cm.
Um Sjóborg
Sjóborg, sum Dorius Hvidbro og
tveir brøður hansara lótu smíða í
Danmark, kom til Klaksvíkar í 1936.
Dorius Hvidbro førdi hana øll
árini.
Undir
seinna
heimsbardaga
flutti Sjóborg ísfisk úr Íslandi til
Ong lands.
Men sum hjá so nógvum før
oysku fiskiskipum í teimum árum,
gekk ein dag galið.
13. august 1941, tá ið Sjóborg
var á veg úr Íslandi til Ongland og
var komin einar 90 fjórðingar úr
Nólsoynni, var ein brestur undir
bógnum, og alt skipið framman fyri
formastina smildraðist sundur.
Tríggir menn spurdust ikki
afturíaftur.
Hinir fimm menninir fóru í ein
bjargingarbát, og stutt eftir sakk
Sjóborg.
Umborð á bátinum var eingin
kumpass, men teir miðaðu seg eftir
sól, vindi og aldu, og 29 tímar seinni
komu teir inn í Sumba. Teir vóru so
ókendir, so teir bíðaðu uttanfyri, til
sumbingar komu út eftir teimum.
Móttøkan í Sumba var hjartalig.
Beinanvegin vórðu menninir leiddir
til hús, har teir fingu turr klæðir og
mat og drekka. Um náttina gistu
teir i Vági, og dagin eftir fóru teir til
Havnar
Hildið verður, at ein kavbátur
gjørdi enda á Sjóborg.
Skrivligar keldur:
Havið og vit I
Stríðsárini 3
randi@sosialurin.fo
Næststørsta modell
skip hansara
Ítriv Nýggjasta modellskipið hjá Hans Jacob Fuglø í Klaksvík er av skonnartini
Sjóborg, og nú er hann farin undir at gera modell av skonnartini Viðoyggin
Nógvir arbeiðstímar liggja aftanfyri hvørt einasta skip. Hvussu nógvir, veit Hans Jacob Fuglø ikki talið á
Mynd: Jens Kristian Vang
– Eg geri
modellskip av
áhuga
HANDvErK