mikudagur 2. juni 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
30
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Nógv fólk var samankomið við
havnalagið í Árnafirði dýra biði
dag.
Henda dagin var stoltleikin í
bygdini – áttamannafarið Árn
firðingur – flotaður. Og teimum
so líkt í Árnafirði, gekk hetta ikki
stillisliga fyri seg.
Byrjað varð við morgunmati í
snotuliga kappróðrarneystinum í
bygdini, og síðani varð Árnfirðingur
flotaður.
Tá fyrsti FMróðurin verður
leygardagin í Klaksvík, fara teir
umborð at gera sítt til at liggja í
fremstu røð.
– Ja, vit hava góðar vónir, sigur
Julius Steffensen, sum er ein av
manningini.
Sambært heimasíðuni hjá fe
lagn um – arf.fo – var hann ein
av stigtakarunum til at byrja
kappróður í bygdini í 2005.
Tað var eisini hesin sami Julius,
sum tók stig til at manna Árnfirðing
aftur til allar róðrarnar í summar.
Hann er eisini einasti rógvarin,
sum hevur verið við øll árini fram
til í dag.
Tveir nýggir bátar
Tá teir í síni tíð byrjaðu at rógva
kapp í Árnafirði í 2005, var tað sum
at byrja av nýggjum.
– Eg kann minnast, at tað var ein
rímiliga hørð byrjan hjá okkum, sigur
hann. Teir byrjaðu í roynd og veru við
gamla Árnfirðinginum frá 1965.
– Hóast eg hevði havt frí frá
kappróðri í nøkur ár, var eg tann
einasti av manningini sum hevði
róð kapp fyrr.
Teir róðu ímóti nýggjum bátum
og ímóti royndum manningum,
men tað vísti seg, at tað gekk tað
frægari og frægari sum tað leið út
á summarið.
– Vit vóru so ongantíð aftast,
slær royndi rógvarin fast við heima
síðuna.
Góðu úrslitini gav teimum mót
til at fáa nýggjan bát bygdan hjá
Sámali Hansen. Í dag kann ein bara
staðfesta, at nógv er broytt síðan
2005: Í dag standa tveir nýggir bátar
í kappróðrarneystinum í Árnafirði
Árnfirðingur sum kom í 2007 og
Katla sum kom í 2008.
Steypið manglar
Úrslitini hjá Árnafjarðar Róðrar
felagi hava sum heild verið góð tey
seinnu árini. Nógv heiðurstekin
eru komin í hús, men enn manglar
eitt steyp.
– Hetta vóna vit at kunna broyta
í ár, sigur Julius við einum smíli.
Nú stendur nýtt kappróðrarár
fyri framman, og tað er ikki frítt, at
rógvararnir í Árnafirði hava góðar
vónir.
Teir eru fimm sum halda fram frá
í fjør, og so hava teir fingið tríggjar
royndar mans aftrat umborð.
– Vit hava trenað hvør sær,
men síðani í mars mánaði hava
vit allir trenað saman, sigur Julius
Steffensen.
Hann er vitandi um, at nógv
áttamannafør verða við í ár, og
harvið verður óivað talan um eina
harða kapping.
– Men eitt er vist, sigur Julius.
Árnfirðingur fer at gera alt, fyri at
fáa fyrsta steypið í hús í ár.
snorri@sosialurin.fo
Nú skal steypið í hús
Árnafjørður – Tað er einki steyp komið í hús enn. Men í ár ætla vit at tað skal verða, sigur ein av ídnu
róðrarmonnunum hjá Árnafjarðar Róðrarfelag, Julius Steffensen. – Okkara partur skal so ikki liggja eftir.
Vit vóru
so ongantíð
aftast
ÍDnIr:
– Vit hava góðar vónir í ár, sigur Julius Steffensen (næstuttast
vinstrumegin) í práti við Hendrik Askham Olsen
Mynd: arf.fo
Venja á Kollafirði
So løgið tað ljóðar, búgva allir sum manna
Árnfirðingin í mið staðar økinum.
Tí hava teir tikið avgerð um, at Árn
firðingur kemur at halda til í Kolla firði í
ár.
– Hetta er ein góð loysn, sigur Julius. –
Hóast vit ikki venja í Árna firði, er tað
eingin ivi um, at vit rógva fyri Árna fjarðar
Róðrar felag og Árna fjørð.
SteypIð manglar:
– Í ár skal tað verða, sigur ídni rógvarin hjá árnfirðingum, Julius Steffensen,
sum her situr á lærbekki stýriborðsmegin umborð á Árnfirðingi
Mynd: arf.fo
Vit ynskja øllum viðskiftafólki
okkara eina góða norðoyastevnu
tín brilluhandil
KlaKsvíKsvegur 40 | 700 KlaKsvíK | Tel. 455203