mikudagur 2. juni 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
32
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
»Norðoyastevnan nyttar einki long
ur« og »Festivalarnir eru komnir
ístaðin fyri allar hesar mongu og
einsljóðandi summarstevnurnar«!
Hesar útsagnirnar hava norð oy
ingar og onnur mangan havt á orði
tey seinastu árini. Fólk eru vorðin
troytt av øllum stevnunum, sum
onkursvegna hava staðið í stað, og
skráin í mangar mátar hevur verið
ein avskrift av teirri undanfarnu.
Fyri tey hava tónleika festi val
ar nir verið eitt kærkom ið og frísk
ligt avbrot í summ ar til tøk un um.
Hetta ger seg ikki minst gald andi
í Norðoyggjum, har ein eigur í
hópatali av ídnum og upp finn
somum fólkum.
Men í ár skal broyting koma í
norðoyastevnuna, soleiðis at hon
verður øðrvísi enn undanfarin ár.
Ja, ikki bert øðrvísi, tí verður tað so,
sum fyrireikararnir í NFÍ ætla, fara
fólk at uppliva eina munandi betri
stevnu í ár. Og næsta ár verður hon
uppaftur betri, skilst.
– Vit hava sett sum heiti, at
Norð oyastevnan skal verða fyri
børn og barnsligar sálir. Vit ynskja
í øllum førum, at stevnan skal verða
ein stevna sum skal spyrjast, leggur
Jógvan Andreas Joensen dent á.
Saman við góðum fólki hevur
nevndin nú savnað fleiri tiltøk
saman til eina áhugaverda skrá um
vikuskiftið. Í nevndini sita: Jógvan
Andreas Joensen formaður; Jákup
Anthoniussen, Atli Justinussen, Jón
Absalon Østerø og Eystan í Lon.
Líkt er til, at royndirnar hjá
Jógvan Andreasi sum mentanar
leiðari í eini norskari kommunu,
hevur givið sítt íkast til ársins
fyrstu summarstevnu í Klaksvík.
– Fyrst fortreytin fyri at vit
kunnu fáa eina góða norðoyastevnu,
er at fólk, feløg og felagsskapir
samstarva. Hetta er rætta leiðin
fram, fyri at geva stevnuni eitt
innihald sum kann vera fyri øll,
sigur ídni formaðurin í NFÍ.
Branda økið
Skráin fyri Norðoyastevnuna er
klár og er at finna aðrastaðni í
blaðnum í dag. Nógv av tiltøkunum
hoyra snøgt sagt bara til eina slíka
stevnuskrá.
Men dentur verður lagdur á, at
henda stevnan er bara byrjanin til
nakað nógv størri.
Komandi ár eru nevniliga liðin
75 ár síðani ta fyrstu Norðoya stevn
una, og tí er stevnan í ár at meta
sum grundarlagið undir nøkrum
størri og víttfevndari komandi ár.
Ein av stóru broytingunum er, at
nevndin í NFÍ ynskir at fara frá eini
støðu sum fyriskipari av stevnuni,
til heldur at virka sum samskipari
av stevnuni.
Í øðrum lagi er ynskið, at fáa tey
ymisku feløgini í økinum, komm
unurnar og fólkið savnað um at
skipa øll tiltøkini.
– Norðoyastevnan er ein ótrú
ligur møguleiki at branda alt
hetta økið. Nú vilja vit hava øll
við til hetta, sigur Jógvan Andreas
Joensen.
Endurreisn
Sum longu nevnt eru tað tey, sum
halda at summarstevnurnar hava
havt sína stórtíð, men at henda
tíðin nú er farin, ella er við at fara.
Fólk kunnu óivað minnast aftur
á onkra Norðoyastevnu við gleði,
men hvussu er støðan í dag? Er
stevnan bara ein av mongum? Ella
kann nakað gerast fyri at endur
reisa stevnuna, sum bæði átti og
skuldi havt so nógv at bjóða teim
vitjandi og fólkinum í økinum?
– Avbjóðingin hjá nevndini hevur
verið at taka støðu til, hvat vit vilja
og hvat vit ynskja á norðoyastevnu.
Hon hevur fyrr havt sín týdning –
eingin ivi um tað. Men hvat ynskja
vit av stevnuni í dag?, spyr Jógvan
Andreas.
Svarið uppá spurningin vald
ast, hvønn tú spyrt. Fyri NFÍ
nevndina kann tað býtast upp í
tvey: Annaðhvørt vil man halda
fram sum áður, soleiðis at stevnan
spakuliga sovnar burtur. Ella man
vil bretta upp um ermar, og gera
stevnuna til annað og meiri enn
kappróður, fótbólt og onnur meiri
sjálvskrivað tiltøk.
– Her eru nógvir møguleikar, –
eg meini: Hetta er stevnan, tá fyrsti
FMróðurin í kappróðuri er. Hetta
er eisini stevnan, tá rennikappingin
byrjar. Og hetta er somuleiðis
stevnan, har fyrsta FMkapping fyri
hundar verður fyriskipað. Jú, hetta
verður eitt spennandi vikuskifti,
sigur formaðurin.
Mong eru tey sum halda, at
Norðoyastevnan hevur líkasum
tapt áhuga og spenning í mun til t.d.
Summarfestival, Sjómannadagar og
aðrar festivalar.
Kann vera, at Norðoyastevnan
seinastu 1015 árini er fánað spaku
liga. Men nevndin í NFÍ ætlar nú
at seta ferðina uppaftur, soleiðis
at tann gamla stevnan nú verður
endurnýggjað.
Við hesum ynskir ein eisini, at tey
mongu feløgini og felagsskapirnir
í Norðoyggjum fara í størri mun
at samstarva um tiltøkini, eins
og ein longu fer at síggja tað um
vikuskiftið.
– Vit ynskja líkasum at venda
júst hesum rákinum, soleiðis at
stevnan aftur kann koma til heiður
og æru, sigur NFÍformaðurin.
snorri@sosialurin.fo
Gomul stevna í nýggjum hami
KlaKsvíK – Vit settu okkum simpelthen niður við einum spurningi á borðinum: »Hvat vilja vit við
Norðoyastevnuni 2010?«. Vit komu fram til nógv ymisk svar, og nú ætla vit so sanniliga, at fólk skulu fáa
eina øðrvísi og spennandi stevnu um vikuskiftið, sigur Jógvan Andreas Joensen, sum er formaður í Norðoyar
Frítíðar- og Ítróttarráði. – Og vit vóna sjálvandi at vit á henda hátt kunnu vera við til at branda Norðoyggjar.
sPYRJasT
Undir heitinum »Norðoyastevna – úr rundkoyringini
og út á høvuðsvegin« fara Jógvan Andreas
Joensen og hini í NFÍ-nevndini at samskipa tey
mongu tiltøkini um vikuskiftið. – Hetta skal
verða ein stevna sum skal spyrjast, sigur hann
Mynd: Jens Kristian Vang
Norðoyastevnan er ein ótrúligur møguleiki
at branda alt hetta økið. Nú vilja vit hava øll
við til hetta