mikudagur 2. juni 2010síða 42
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
42
Sosialurin
Heilsanir
Góði fitti lítli beiggi
Eitt stórt tillukku við 30
ára degnum. Hevði ikki
vænta, at tú fórt at blíva ein
piparsveinur, tú sum vært
so vælumtóktur millum
genturnar sum smádrongur.
Men vit gleða okkum
at feira teg.
Alt tað besta,
systur tín
Góði fitti Benny mamba
Kenni ein piparsvein hevur
eingin damubein.. Nú er ov
seint, mikudagin 2. juni
fært tú PIPAR.
Jeanette
Góði Benny
Nú gert tú piparsveinur 2
juni, her á mynduni, stendur
tú í London og droymir um
konubein, men stakkalin
hevur bert voksfigurar at
røra við. Vit gleða
okkum til dagin.
Svágur tín
Góði piparsveinur
Benny við Sandá
Ja tú hevur roynt og roynt,
men tíverri eydanðist tað
tær ikki at finna damuna
áðrenn tú fylti 30 ár 2 juni.
Men tú fekk loyvi at fáa
eina mynd av tær og Susan
K, sum tú ert so errur av.
Hjartaliga tillukku við
degnum, við ynski um at tú
finnur eina damu ein dag.
Heilsan Daisy
Góði fitti
Benny við Sandá
Nú verður tú 30 ár 2.
juni, og gert sostatt
PIPARSVEINUR.
Hopi at tú fært eina
damu, men lær teg
fyrst ikki at hála
buksirnar so langt
upp. Gott ball.
vh Daisy
Góði fitti lítli beiggi
Benny við Sandá
Tillukku við 30 ára degnum,
og ikki minst piparsveina
heitinum. Her vart tú heilt
black and white, og vart
kosin ársins grýla.
Heilsan systur tín
við familju
Til allar damur
So verður hesin lekri
karlurin 30 ár 2. juni. Hárið
er ikki so stórt longur nú
man er vorðin eldri, men nú
hárið er rokið eru vøddarnir
blivnir størri eftir sera
harðari venjing í áravís.
Tillukku Benny, ynskja vit
Øllum tykkum sum gleddu okkum á 45 og 50 ára
føðingardøgunum, ið hildin var 10. apríl, tann dagin,
har vit eisini gingu saman í hjúnarlag, takka vit
hjartaliga. Hjartans tøkk til øll, sum við heilsanum,
sangum, talum og gávum, gjørdu okkum dagin góðan
og minniligan. Eisini takka vit hjartaliga fyri góða
hjálp, í samband við dagin.
Blíðar heilsur
Halljón Dam og Elsa Annika Dam Olsen, Norðskála
Tiltøk
Samkoman Immanuel.
Brekkutún 5, Hoyvík
Mikukvøldið kl. 20 Møti.
Barnaansing er fyri børn undir
skúlaaldur undir møtinum.
Verið hjartaliga vælkomin.
Evangeliihúsið, Tróndargøta
Sunnudagin kl. 11
familju- og morgunmøti við
sunnudagsskúla.
Argir, Kirkju- og
missiónshúsið
Hóskvøldið kl. 20 Bíbliutími
v/ Bergur D. Joensen
evni: Matt 18.
Sunnukvøldið kl. 18 Møti v/
Sólbjørg Símunarson, Argir
Fríkirkjan Oasan,
Kirkjustræt
Hóskvøldið kl. 20
ungdómsmøti.
Fríggjakvøldið kl. 19 After8,
Sunnudagin kl. 11
Guðstænasta v/Vitnimøti,
Torbjørn Láadal leiðir, kl. 12
sunnudagsskúli.
Ebenezer
Mikukvøldið kl. 20 Bønar- og
lærumøti. Einar Vang talar.
Dópur verður á møtinum.
Hósdag kl. 12.30 Andakt
kl. 20 Ungdómsmøti.
Sunnudag kl. 11 Minnismáltíð
Harrans. Barnaansing er
meðan møti er.
kl. 12 Sunnudagsskúli.
kl. 18 Evangelisktmøti.
Barnaansing er meðan møti
er. www.ebenezer.fo
Matiné í Havnar kirkju
Leygardagin kl. 11.30.
Agnar Lamhauge, kontrabas.
Jóhannes Andreasen, klaver.
Lívdin
Fríggjakvøldið og
leygarkvøldið Alive eru avlýst,
orsakað av Fjarðafestivalinum
Frelsunarherurin Tórshavn
Tórsgøta 19
Mikudagin kl. 15 Bønarmøti
kl. 19 cellugruppa fyri menn.
Missiónshúsinum við
Landavegin
Sunnukvøldið møti kl. 18
v/Andras Biskupsstøð.
Samkoman Marknagil
Fjalsgøta 2, Tórshavn
Sunnudagin kl. 10.30
Breyðbróting.
Sunnudagsskúli kl. 12.
Kl. 18 Evangeliskt møti.
Meinigheitshúsinum í Havn
Mikukvøldið Kl. 20 Meinig-
heitshúsið fyllur 25 ár
Lovsangur og bøn
Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti v/ Pól Johannesen
Ung í søkja Gud í bøn og
bíbliulesnaði
Hoyvíkar kirkja
Sunnudagin kl. 16 fara
strúkaranæmingar í Musikk-
skúlanum at hava konsert í
Hoyvíkar kirkju. Øll vælkomin.
KFUM og KFUK í Havn
Mikukvøldið kl. 19 í KFUM:
Ten-sing kórið venur.
Hóskvøldið kl. 19.30 í KFUK:
Bíbiltími
Sunnudagin Seinnapart-
samkoman og varðmenn fara
útferð til Gjáar. Tilmelding
neyðug á tlf. 311928 og
211824. Ring 211824 og
hoyr nærri.
Tórshavnar
Hvítusunnusamkoman
Yviri við Strond
Sunnudag kl. 18 er Evangelisk
møti. Øll eru vælkomin.
Filadelfia Tórshavn
Mikudagin kl. 16.30
Bøn fyri Ísrael og býnum.
Fríggjakvøldið kl. 20
mammur samlast til bøn.
Leygarkvøldið kl. 21 Flare.
Sunnudagin kl. 11
Morgunmøti við familjumøti.
Missiónshúsið í Skopun
Mikukvøldið kl. 19.30
bønarløta. Kl. 20 bíbliutími
Efes. 5,1-14. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Sunnudagin kl. 14
sunnudagsskíli. Kl. 18 møti
v/Klæmint Sólsker og Niels
Jóhannes Tjaldrastein. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið á Sandi
Mikukvøldið kl. 20
er sang- og bønarløta.
Sunnudagin er sunnudags-
skúli kl. 14 og møti kl. 18
Manskórið luttekur.
Glæman í Kvívík
Sunnukvøldið kl. 18 verður
sangmøti í Glæmuni í Kvívík
við Húskórinum í Vestmanna
o.ø. Aftaná verður drekka. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Eysturoyar Gongufelag
Gongutúrur á Svarbakstind
sunnudagin 6. juni. Vit møtast
norðanfyri rundkoyringina við
Norðskálatunnilin kl. 14.
Túrurin er tungur. Nevndin
Keldan, Skálafirði
Fjarðafestivalurin verður
settur hóskvøldið kl. 20.
Heldur fram fríggjakvøldið
og leygarkvøldið. Sí skánna á
www.fjardafestival.com
Sunnudagin kl. 11, Morgun-
møti við Paula Høj. Barnamøti
kl 11. Vælkomin í Kelduna.
Tjørnuvík
Leygarkvøldið kl. 19 verður
útimøti í Tjørnuvík við
Útimøtibólkinum. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Lívsins Orð, Saltangará
Mikukvøldið kl. 19.30
Bønarmøti. Kl. 20.30
Ungdómsmøti.
Missións- og Ungdómshúsið
á Glyvrum
Mikudagin kl. 6 Bøn
kl. 20 Bíbiltími verður heima
hjá Óla Finnsson.
Fríggjakvøldið kl. 21
Ungdómsmøti v/Jónsvein
Simonsen. Evni: Heilagi andi.
Sunnudag kl. 17
Felagsmøti v/Jóhannes
Johannesen úr Klaskvík.
Evni: Gleðir og sorgir í
familjuni. Streingjakór lutekur,
innsavnan og drekka.
Siloa, Fuglafirði
Bøn, bíbliulæra og hugnalig
samvera við drekkamunni
verður í Siloa mikukvøldið
kl. 19.30. Richard Danielsen
talar. Evni: Rómbrævið. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Soli Deo Gloria
Mikukvøldið kl. 19.30 samlast
dreingja og gentubólkarnir
Hóskvøldið kl. 20
ungdómsmøti v/ Jónfríðu
Justesen
KFUM & K í Klaksvík
Mikukvøldið kl. 20 Bíbliutími
við Hjørleif Poulsen, Malakia
profetur.
Getsemane, Stangaskákið 1
Hóskvøldið kl. 20.30
ungdómsmøti.
Leygarkvøldið frá kl. 20 -
03.00 Lovsangs/Bønarløta
Sunnukvøldið kl. 18
Møti og sunnudagsskúli.
Frelsunarherurin Vágur
Mánakvøldið kl. 20 bønarløta
Týsdagin kl. 9.30 orðið á borðið
Tvøroyrar kirkja
Fríggjakvøldið kl. 19 hevur
Kristiliga sangkórið eina
sangløtu í kirkjuni.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14 verður
sunnudagsskúli. Kl. 18 møti
við Jónsvein Bech, presti. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Tilhaldið í Tórsgøtu
Tlf: 316491/286491
tilhald@torshavn.fo
Opið er mánadag til hósdag
kl. 09-17 og fríggjadag
kl. 09-16. Drekkamunnur er
at fáa hvønn dag, eins og
bløðini eru til taks.
° Nú Tilhaldið hevur fingið
rógvumaskinu o.o. amboð
verður byrjað við vegleiðing
av hesum amboðum, týs- og
hósdag kl. 9. Instruktørur
verður Arnhold Fjallstein.
Tilmelding: 316491.
Hósdagin
Kl. 9 Vegleiðin av rógvumask-
inu o.ø amboðum Arnhold
Fjallstein. Tilmelding: 316491
Kl. 10 Fimleikur, Greta
Ellingsgaard
Kl. 14 Boccia í kjallaranum,
Alma Poulsen. Øll eru
hjartaliga vælkomin
Fríggjadagin
Kl. 9 Bindiklubbur vit halda
til á veghæddini. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Kl. 14-16 Prát.
Tað er altíð ein krókur í
Tilhaldinum - um tygum
ikki fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Føroya Felagið í London
Føroysk summargudstænasta
verður i London sunnudagin
6. juni í donsku kirkjuni kl.
14.30. Prestur - Heri Jogvan
Joensen.Tað er í -The Danish
Church, 4 St. Katharine's
Precinct, London NW1 4HH,
meira a www.danskekirke.org
Fyrst verður sjalvtøkuborð/
lunch frá kl. 12.30 og
kl. 14.30 kirkjugongd,
so verður kaffi og kakur
aftaná kirkjugongdina. Øll
eru vælkomin og um til ber
er best at tekna seg hjá
formanninum Ottar - ottar_
schroter_holm@hotmail.com
tel. 07762818985