Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 45

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

45 Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89 Sosialurin Jan Müller Henda ávaring kemur í kjal­ ar vørrinum á dálk ingar­ van lukkuni í Meksikanska Flógvanum, har oljufelagið BP misti tamarhaldið á oljuframleiðsluni eftir eitt óhapp umborð á einum olju­ palli. Greenpeace sigur í tíð­ inda skrivi hósdagin, at stór­ ur váði er við at fram leiða olju frá olju keld um vest an fyri Hetland. Christian Bussau, lív­ frøðingur hjá Greenpeace í Týskalandi sigur, at ein oljudálking lík henni í Meksi­ koflógvanum kann henda í Norðsjónum ella á djúp um vatni vestan fyri Het land nær tað skal vera ella sum hann málber seg »any time«. – Vanlukkan í Meksiko­ flógvanum vísir, at tað ber ikki til at meta um váðan við at framleiða olju offshore. Hann vísir á, at serstakliga stóran váða útgera tey bæði framleiðandi oljuskipini (FPSO) hjá BP vestan fyri Hetland, sum taka upp og goyma oljuna frá Foinaven og Schiehallion keldunum á meira enn 400 metra dýpi. – Tess djúpri vatn, tess størri er váðin. Um eitt óhapp hendir í hesum um­ hvørvinum, so fer eingin at kunna koma niður til borihøvdið. – Kavarar kunnu bara arbeiða á upp til 200 metra dýpi. Um eitt óhapp hendir, so verður fyristøðufelagið noytt til at brúka ómann­ aðar robottar, sum hava víst seg ikki at kunna brúkast í Meksikanska Flógvanum higartil sigur Bussau frá Greenpeace. BP: Góðar royndir her Ein umboðsmaður fyri BP sigur sambært Shetland News ma.: – Vit hava sera góð hagtøl fyri væleydnaða leiting og framleiðslu á djúpum vatni vestan fyri Hetland. Bæði Foinaven og Schiehallion keldurnar hava verið sera væleydnaðar og hava verið í drift í meira enn 15 ár. Hann leggur aftrat, at allir upplýsingar og vit an frá óhappinum í Meksi ko­ flógvanum, fara sjálvandi at verða brúkt í bretskum øki eisini. Stjórin fyri »Oil Spill Prevention and Response Advisory Group« (OSPRAG), Mark McAllister, og stjóri í Fairfield Energy sigur, at einki »well blowout«, óhapp við boring, hevur verið seinastu 20 árini, men tíðin er kortini komin til at endurskoða allar skipanir í hesum sambandi. Greenpeace skuldsetur eisini oljuídnaðin til at halda fram við at dálka umhvørvið við at koyra oljuvatn í havið. Sambært eini kanning, sum OSPAR, ein felagsskapur, sum hevur til uppgávu at verja umhvørvi á sjónum í norður og eystara partinum av Atlantshavi, gjørdi í 20017, so fóru umleið 10.000 tons av olju í havið í Norðsjónum. Greenpeace sigur víðari, at kanningar úr luftini, sum felagsskapurin hevur gjørt, vísa, at olja sæst á hav­ yvirflatuni rundan um fleiri av oljupallunum í Norð­ sjónum. Amerikanska stjórnin hevur annars eftir stóru dálkivanlukkuna steðg að øllum boring við ameri­ konsku strendurnar í hesum árinum. jan@sosialurin Greenpeace ávarar móti boring á Atlantsmóti Ávaring Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace ávarar nú staðiliga móti oljuboringum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Neyvan vandi her Ein oljudálking lík henni í Meksi ko flógvanum kann henda í Norðsjó num ella á djúpum vatni vestan fyri Hetland, nær tað skal vera Greenpeace Herfyri spurdi Sosialurin Meinhard Eliassen, sum hev ur ábyrgdina fyri trygd ini, tá borað verður við Føroyar, um nakað er at óttast í Føroyum, nú bor­ urin aftur verður settur í undirgrundina: Hann svaraði: – Tað haldi eg ikki. Tá eitt felag fær loyvi at bora brunnar á føroyskum øki skal felagið gera eina fullfíggjaða váða­ grei ning, har allir vand ar verða viðgjørdir. Í tí sam­ bandi skal man tryggja sær, at øll neyðug trygdar­ tiltøk eru tøk. Vit mugu hava í huga, at í okkara øki eru brunnar boraðir í meira enn 30 til 40 ár, tá hugsi eg ser stak liga um norska og bretska økið. Okkara krøv eru meinlík teimum, sum verða sett í okkara grannalondum. Á tí økinum kenna vit okkum trygg. –Men ber til at siga, at eingin vandi er til steðar? – Ein fær meg ikki til at siga, at als einki kann henda. Men vit meta, at okk ara krøv eins og tað vit vita fyristøðufeløgini gera av forarbeiði tvs. trygd ar­ tiltøk tey seta í verk, eru á so høgum støði, at tað er nøktandi fyri tað trygd­ arsstøði, sum vit hava valt í føroyskum øki. Oljudálking í USA ongar avleiðingar fyri boring við Føroyar Boring Á okkara leiðum eru hundraðtals brunnar boraðir á djúpum vatni sein astu 30 árini og mett er, at trygdarstøðið hevur verið og er forsvarligt. Jarð feingi hevur tí, eins og myndugleikarnir í Noreg og Bretlandi, ikki sett í verk strangari trygdarkrøv til borivirksemi í økinum. Jan Müller Hetta sigur Meinhard Elias­ sen hjá Jarðfeingi, nú USA og Kanada fyribils hava sett forboð fyri boring og nú Greenpeace ávarar móti at bora um okkara leiðir. Uppá fyrispurning um líkn andi vanlukka kann henda um okkara leið ir og um munur er á lóg gávu, trygd­ ar krøv um og til búgv ingar­ viðurskiftum í Føroyum og USA sigur hann, at tey fylgja væl við hendingini í USA, og tað sama gera myndugleikar í okkara grannalondum, sum tey hava tætt samarbeiði við, tí okkara lóggáva og trygd­ arkvøv eru meinlík teirra. Royndir og lærdómur úr øðrum londum hava stór­ an týdning og eru við til at hækka trygdarstøðið á okkara leiðum. Eisini verður kravt av loyvishavarum á før oyskum øki, at teir alla tíðina eftirmeta, bøta um og framhaldandi menna eina trygdarmentan fyri at varð­ veita eitt forsvar ligt heilsu­ trygdar og umhvørvisstøði sigur Meinhard Eliassen. Hann leggur aftrat, at fyri­ støðufeløg í Føroyum skulu, tá tey søkja um boriloyvi, prógva og skjalfesta, at nøktandi tilbúgvingarætlanir eru gjørdar, at basingarútgerð er tøk, og at allar tryggingar og avtalur í hesum sambandi eru í lagi. Eisini skulu tær vera fíggjarliga væl fyri at átaka sær uppgávuna. Í Føroyum er basingar­ út gerð tøk, sum kann verja strendur og firðir, tá olja fer á sjógv inni við land. Havast má í huga, at tað sjálvdan og nærum er ógjørligt at nýta basingarútgerð á staðnum, har borað verður á opnum havi. Alda, streymur og vind­ ur gera tað nærum ógjørligt. jan@sosialurin.fo Meinhard Eliassen: – Royndir og lærdómur úr øðrum lond­ um hava stóran týdning og eru við til at hækka trygdar støð ið á okk­ ara leiðum.