Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 39

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89 Sosialurin Leys størv í eysturkommunu Námsfrøðingar til Gjáa í Gøtu Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum at byrja 09. august 2010. Talan er um størv á 30 tímar um vikuna. Eisini verður søkt eftir 2 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv, sum verður frá 09. august 2010 til 15. juli 2011. Talan er um størv ímillum á 20 og 30 tímar um vikuna. Har eingin námsfrøðingur er til starvið, verður hjálparfólk sett ístaðin. Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera Eysturkommunu, Postboks 30, 510 Gøta, í hendi í seinasta lagi 14. juni 2010 kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Martu Thomsen, stovnsleiðara á telefon 73 00 51. Námsfrøðingar til Brúsa í Leirvík Søkt verður eftir námsfrøðingum at byrja 09. august 2010. Talan er um størv ímillum 30 og 35 tímar um vikuna. Har eingin námsfrøðingur er til starvið, verður hjálparfólk sett ístaðin. Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera Eysturkommunu, Postboks 30, 510 Gøta, í hendi í seinasta lagi 14. juni 2010 kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sigvør Gregersen, stovnsleiðara á telefon 73 00 41. Føroya Handilsskúli søkir eftir Lærara í forritan til teldustøðingaútbúgvingina Um teldustøðingaútbúgvingina Teldustøðingaútbúgvingin er styttri framhaldsútbúgving, ið tekur 2½ ár. Útbúgvingin fevnir í høvuðsheitum um systemmenning, forritan, tøkni og virki. Kjarnuøkini eru systemmenning og forritan; tøkni og virki eru ætlað at stuðla undir kjarnuøkini. Umframt hetta eru seinast í útbúgvingini sergrein, praktikk og høvuðsuppgáva. Neyvari kunning um útbúgvingina er á heimasíðu skúlans, www.fh.fo. Arbeiðsuppgávur tínar eru m.a. at: undirvísa í viðkomandi lærugreinum innan forritan og tøkni (eitt nú softwarearkitektur, distribueraðar skipanir) leggja til rættis undirvísingargongdir, verkætlanir og próvtøkur leggja til rættis fakliga innihaldið í útbúgvingini í samstarvi við leiðslu skúlans luttaka í ráðlegging og verkætlanum á skúlanum Vit vænta, at tú: hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstigi ella aðra hægri útbúgving, ið gevur førleikar at undirvísa teldustøðingum hevur áhuga í undirvísing dugir væl at samstarva og samskifta vilt vera við til at menna útbúgvingina og skúlan ikki ræðist nýggjar avbjóðingar Tað er fyrimunur, men ikki ein treyt, at umsøkjarin hevur royndir við líknandi undirvísing. Vit kunnu m.a. bjóða: eitt fakliga mennandi undirvísingarumhvørvi eftirútbúgvingarmøguleikar góðar arbeiðsumstøður ein spennandi og gevandi gerandisdag Setanartreytir: Starvið er tíðaravmarkað og verður sett eitt ár í senn. Talan er um parttíðarstarv, setanarbrøkur verður avtalað við tann, ið settur verður. Starvsstaður er Handilsskúlin í Tórshavn. Lærarar á teldustøðingaút- búgvingini verða løntir sambært galdandi sáttmála. Starvið verður sett skjótast til ber, og í seinasta lagi 1. august 2010, um ikki onnur avtalað verður gjørd. Umsóknir: Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum vera at senda Føroya Handilsskúla, Marknagilsvegi 77, Postsmogu 177, 110 Tórshavn. Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 17. juni 2010. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ainu L. Knudsen á telduposti alk@hsh.fo. Á Føroya Handilsskúla ganga umleið 200 næmingar á Hægri Handilsskúla (HH) og 200 næmingar á Fyrisiting, handli og skrivstovu (FHS). Undirvísingin fer fram í Havn og á Kambsdali. Í Havn starvast um 35 lærarar, á Kambsdali 30. Umframt HH og FHS skipar Føroya Handilsskúli fyri kvøldskúla- og framhaldsútbúgvingum, so sum teldustøðingaútbúgving, HD og akademiútbúgving. Teldustøðingaútbúgvingin er skipað sum fulltíðarlestur í 2½ ár. FØROYA HANDILSSKÚLI Marknagilsvegur 77 Postsmoga 177 110 Tórshavn Tlf 317177 Fax 313374 www.fh.fo Tvingsils­ søla Týsdagin tann 29. juni 2010 kl. 13.00, verður á Dómaraskrivstovuni í rættarsali IV, undir Glaðs­ heyggi 14, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir matr. nr. 109 f, Glyvrar. Talan er um grundøkið til støddar 831 m2 við ástandandi sethúsum í stovu­ og loftshædd. Talan er um eini Hosby­ hús, 146 m2 til støddar. við kjallara og miðhædd, innrættað soleiðis: Miðhædd: Gangur, wc , køkur, ein stór stova og ein minni stova, hjúnarrúm, tvey kømur og baðiverilsi. Í kjallaranum er eitt kamar, eitt goymslurúm og restin er óinnrættaður kjallari. Húsini eru bygd úr múrsteini og eru fyri meginpartin klødd við timbri. Køkurin er skiftur fyri fáum árum síðani. Húsini eru í rímuliga góð­ um standi. Nærri upplýsingar um ognina fáast við at venda sær til Fríðu Patursson, advokatur, Frúutrøð 4, Tórshavn, tel. 353335 frp@jura.fo (j.nr. 200908 35) ella skrivaran Anniku Reginsdóttir Olsen aro@ jura.fo AdvokATskrivsTovAn Frúutrøð 4 • Postboks 6 Fo­110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 www.jura.fo