Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90 4 Sosialurin Randi Jacobsen Lýst varð til kommunustýris­ fund í Kvíkvík mánakvøldið, men tá ið fundurin skuldi byrja, gjørdist borgarstjórin Dánjal Petur Müller ikki sørt skakkur. Tórarinn Didriksen, sum valdur varð við seinasta kommunuval møtti nevni liga á fundinum, og tað kom óvart á, tí maðurin hev ur ikki verið á nøkrum komm unustýrsfundi, síðan nýggja kommunustýrið hevði skip að. Borgarstjórin visti ikki, hvat hann skuldi gera og valdi at niðurleggja fundin. Fundurin verður tikin upp aftur helst í næstu viku, sigur Dánjal Petur Müller. Hann hevur biðið sakfør­ ara kanna málið. Tórarinn Didriksen sig ur, at hann hevur valt ikki at møta á fundum í komm unu­ stýrinum, tí hann hevði onga ávirkan kortini. Hann heldur, at ein partur av komm unu­ stýrinum hevur nakað per­ sónligt ímóti sær. Framvegis limur Tá ið Tórarinn Didriksen ikki var møttur á nøkrum fundum, valdi borgarstjórin at biðja næsta mann á list­ anum møta, og hesin hevur síðan virkað sum fastur limum. Hetta fekk Tórarinn Didriksen bræv um, og hann fekk at vita, at um hann ikki skrivliga svaraði í seinasta lagi 20. august 2009, fór hetta at verða so. Avrit av brævinum varð sent Innlendismálaráðnum, sum onga viðmerking gjørdi. Tórarinn Didriksen heldur fast við, at hann framvegis er limur í kommunustýrinum – Um eg møti ella ikki, kann eingin koyra meg frá. Eg eri valdur í kommunustýrið, sigur Tórarinn Didriksen. Hann heldur annars, at kommunustýrið er farið út um alt mark við at geva næsta manni á listanum sæti í teknisku nevnd um ­ framt fastan sess í komm­ unu stýrinum. Hann leggur aftrat, at tá ið hann heldur ikki fær fundarboð, kann hann illa møta á fundi. Mánakvøldið møtti hann, tí málið á skránni var sera viðkomandi fyri hann. Tað snúði seg um smábørnini á Válinum, sum í framtíðini skulu ansast í Kvívík og ikki í Vestmanna. Eftir hendingina mána­ kvøldið hevur Tórarinn Didriksen sett seg í samband við Innlendismálaráðið, og haðani fekk hann at vita, at hann framvegis er limur og ikki kann koyrast frá, uttan so at hann flytir úr komm­ ununi. Dánjal Petur Müller sig ur, at kommunustýrið noydd­ ist at taka næsta mann á listanum inn, tí komm unu­ stýrið kundi ikki virkað ófull­ mannað. Heimildarloysi Kvívíkar kommuna fekk hós­ dagin bræv frá Inn lendis­ málaráðnu, sum sigur, at komm unustýrislimir hava skyldu at røkja sítt arbeiði, uttan so at hann hevur lógligt forfall. Ger hann ikki tað, kann hann sektast við bót, men hetta verður bara gjørt í heilt serligum førum. Tað er kommunustýrið, sum í hvørjum einstøkum føri tekur støðu til møtiskylduna og ger av, um treytirnar fyri innkalling av tiltakslimi eru loknar. Tá ið viðkomandi komm unustýrislimur aftur er førur fyr atluttaka, fer inn komin tiltakslimur út. Sagt verður eisini í bræv­ inum, at spurningurin, um Tórarinn Didriksen hev ur røkt sínar skyldur, eigur ikki at ávirka komm­ unuvirksemið, sum tað hevur gjørt í hesum føri. – Rætta mannagongd í hesum føri hevði verið at niðurlagt fundin fyribils fyri at seta seg í samband við eftirlitsmyndugleikan og fingið greitt tann iva, sum eftir øllum at døma var um hvør hevði rætt at møta, og tikið fundin uppaftur o skjótt hesin ivi var greiddur. Kommunustýrið hevur ikki heimild at útseta ásettar fundir .... Solei Is sum málið er lýst, metir Innlendismálaráðið ikki, at fundurin átti at verið útsettur, stendur m.a. í brævinum. Einki verður sagt um, antin Tórarinn Didriksen ella tiltaksmaðurin átti at havt sætið á fundinum mána­ kvøldið. Bygdarráðslimur útskiftur Kommunustríð Tórarinn Didriksen, sum í 2008 varð valdur í kommunustýrið í Kvívík, hevur ikki møtt á fundi, eftir at kommunustýrið hevði skipað seg. Borgarstjórin valdi at loysa hann er úr starvinum sum kommunustýrislimur og kallaði næsta mann á listanum inn. Men sperðil kom í, tá ið Tórarinn Didriksen møtti aftur á fundi mánakvøldið Válabørn til Kvívíkar Barnaansing Børnini á Válinum, sum skulu i vøggustovu ella barnagarð fyri fyrstu ferð eftir summarsteðgin, skulu í nýggja stovnin i Kvívík. Tað ætlar kommunustýrið í Kvívík Randi Jacobsen Foreldur at smábørnum á Vál­ inum eru alt annað enn fegin um, at Kvívíkar kommuna hevur bygt nýggjan barna­ garð, sum øll tey smáu børnini í kommununi skulu ganga í. Tey á Válinum vilja heldur, at teirra børn skulu ganga í barnagarði í Vestmanna, sjálvt um Válurin er í Kvívíkar kommunu. Til kommunustýris fundin í Kvívík mána kvøldið møttu tey mans sterk upp, men fundurin varð av ongum av aðrari orsøk. Málið varð tí ikki viðgjørt. Nýggi barnagarðurin í Kvívík er stórur. Hann rúmar 100 børnum, men í bygdini Kvívík eru bara 60­70 børn í tí aldrinum. Í nøkur ár hevur komm un­ an havt ta skip an, at børnini á Válinum hava gingið í barnagarð í Vestmanna, tí ver andi barnagarður var ov lítil. Hetta hevur komm un an goldið fyri, og nú Kvívíkar kommuna fær størri barna­ garð, vil hon hava øll børn­ ini í barnagarðin í Kví vík. Og sam stundis sleppa frá at gjalda Vest manna kommunu fyri barna ansing. Dánjal Petur Müller, borg ar stjóri sigur, at komm­ unustýrið í Kví vík ætlar ikki at flyta válabørn, sum eru í skip anini í Vestmanna, í barna garðin í Kvívík. Komm ­ unan er sinnað at halda fram við at gjalda fyri ansingina í Vest manna, til tey børnini koma í skúlaaldur. Men tey, sum koma aftrat, skulu í barnagarð í Kvívík. Smábørnini á Válinum, sum fyri fyrstu ferð skulu í vøggustovu ella barnagarð, skulu hereftir ganga í barnagarðinum í Kvívík Barnagarðurin í Kvívík er ríkiliga stórur, og tí vil Kvívíkar kommuna ikki gjalda fyri at lata børnini á Válinum verða ansað í Vestmanna