fríggjadagur 4. juni 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90
28
Sosialurin
7 Byggivirki
Orkusparandi heildarloysnir
Sethús • Tvíhús • Íbúðir
Skjótt, gott og bíligt – sjálvandi
Lyklaklárar loysnir
Tlf. 56 20 70 · Fax 44 78 90
T-postur: janj@post.olivant.fo
Til sølu
Tvíhús og íbúðir
Tvíhús í Sundalagnum. Eru klár at flyta inn í.
Íbúð í Havn tætt við skúla, barnagarð og
handlar. Gott busssamband.
Íbúð í Sundalagnum. Klár at flyta inn í.
Er hetta nakað fyri teg,
so ring tel. 56 20 80
Deildarleiðari til
virksemi í Havn
Frágreiðing um virksemið hjá Dugna
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál
er m.a. at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið
eru vinnutarnað. Eisini skipa vit fyri arbeiðsvenjing,
endurbúgving og umskúling, so vinnutarnað aftur kunna
fara til arbeiðis. Starvsfólk okkara arbeiða málrætta
saman við borgaranum at finna og menna førleikarnar
hjá hvørjum einstøkum at arbeiða. Okkara tilboð eru
fyri fólk, ið vegna skerdan arbeiðsførleika ikki megna
at fáa ella at fasthalda eitt arbeiði. Tilboðini eru fyri
fólk í vinnuførum aldri. Vit hava einki tilboð fyri fólk við
menningartarni.
Dugni hevur deildir í Havn, við Áir og á Kambsdali.
Tilsaman eru áleið 120 næmingar/arbeiðsfólk, og her
starvast áleið 27 starvsfólk. Sí meira á heimasíðu okkara
www. dugni.fo
Starvsøki og uppgávur
Starvsøkið hjá tær er at vera leiðari fyri endur
nýtsluhandilin Tinghúsið á Hjalla og fyri deildina í
Smiðjugerði, har tilboðini eru:
• Verksskúli, ið er endurbúgvingartilboð fyri næmingar.
• Verkstaður, ið er arbeiðstilboð fyri
fyritíðarpensjónistar.
• Kvøldvirksemi, ið er frítíðartilboð fyri
fyritíðarpensjónistar.
Tú verður ein partur av leiðslubólkinum á Dugna.
Førleikakrøv
• Hóskandi útbúgving, góð samstarvs og leiðslu evnir.
• Hevur pedagogiskan førleika og kanst ráðgeva
starvsfólkum í teirra pedagogiska arbeiði.
• Hevur lætt við umskiftiligar støður og at seta nýggj
mál, tá tingini flyta seg skjótt.
• Kanst orða skriv um eygleiðingar, útlit og ætlan
fyri framtíðina hjá hvørjum einstøkum næmingi/
arbeiðsfólki.
• Hevur KTførleika á rímuligum støði.
• Ert søluáhugað/ur og hevur kunnleika til framleiðslu.
• Megnar at innføra greiðar og einklar mannagogngdir
fyri ymisku økini.
Vit bjóða
• Spennandi og mennandi arbeiðsumhvørvi, har góðir
møguleikar eru fyri ávirkan.
• Tætt samstarv við dugnalig og íðin starvsfólk, ið leggja
dent á at trívast í gerandisdegnum.
• Fjøltáttað og sjálvstøðugt arbeiði.
• Skeiðsmøguleikar.
Løn og setanartreytir
• Starvið verður sett við beinleiðis tilvísing til stjóran.
• Starvið verður at seta 1. Septembur 2010.
• Lønin verður javnlíknað við pedagogiska økið.
Fleiri upplýsingar fáast hjá Kristinu T. Larsen, stjóra, á
tlf. 29 29 99
Umsóknarfreist og setanarsamrøður
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi
mikudagin 16. juni 2010.
Setanarsamrøður verða 21. Juni, 22. juni og 25. juni.
Umsókn saman við prógvið, royndarváttan v.m. skal
sendast til dugni@dugni.fo ella til:
Dugni
Boks 301
110 Tórshavn
brævbjálvin skal viðmerkjast: »umsókn deildarleiðari«
D U g n i @ D U g n i . F O · w w w. D U g n i . F O
Pedagogar og
hjálparfólk
til dagstovnin í
Fuglafirði
Søkt verður eftir pedagogum og hjálparfólkum
at byrja 1. august 2010 ella skjótast tilber.
Tvey pedagogstørv á 40 t. viku í barnagarðsstov
um
Eitt pedagogstarv 30 t. viku í barnagarðsstovu.
Eitt tíðaravmarkað pedagogstarv 30 t.viku í
vøggustovu
í tíðarskeiðnum 1. aug 2010 til 31. januar 2011.
Eitt tíðaravmarka pedagogstarv á 35 t. viku í
vøggustovu
í tíðarskeiðnum 1. aug. 2010 til 28. februar 2011.
Eitt tíðaravmarka hjálparfólkastarv á 30 t. viku í
vøggustovu
Í tíðarskeiðnum 1. aug.2010 til 30.apríl 2011.
Dagstovnurin er skipaður í tvey hús við eini
barnagarðstovu og eini vøggustovu í hvørjum
húsi.
Frá 01.08.2006 er dagstovnurin ætlaður 76 børnum
við tað at stovnurin varð víðkaður við eini barna
garðsstovu.
Vit sóknast eftir pedagogum:
• í kunna arbeiða sjálvstøðugt, og eru førir fyri at
orða seg skrivliga
• hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga
arbeiðinum
• hevur umsorgan fyri børnunum
• er eldhugaður og jaligur
• hevur góð samstarvsevnir
• sær møguleikar fram um mørk
Vit kunnu bjóða tær:
• fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
• eitt starv, har tú kanst brúka tínar dygdir,
• hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan
• samstarv við NSR tænastu, náms og
sálarfrøðilig ráðgeving,sosialu deild og stovnar
hjá Fuglafjarðar kommunu
Setanartreytir
Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og
Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
leiðaran í dagstovninum Julianna Næs, á tlf 737780.
Umsóknir saman við avritum av prógvum og við
mælum skulu verða Býráðsskrivstovuni, Ennivegur
38, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi 18.juni
2010 kl. 10.00
Møguligar setanarsamrøður verða í viku 25 og 26
Kommunan skilir sær rætt til at velja millum inn
komnu umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar
Kommuna
Víst verður til heimasíðu felagsins
(www.fp.fo), har boðað verður til
aðalfundar tann 17. juni kl. 12:00 hjá
Faroe Petroleum plc
(Incorporated and registered in England
and Wales with registered No.04622251)
í hølunum hjá Financial Dynamics, 26 South-
ampton Buildings, London WC2A 1PB.
Tað ber til hjá partaeigarum at atkvøða til
aðalfundin við at nýta atkvøðuseðilin (AGM
Proxy Form), ið kann takast niður frá heimasíðu
felagsins, og senda hann til:
Capita Registrars,The Registry,
34 Beckenham Road, BR3 4TU
ella til skrivstovu okkara í Tórshavn sum bræv,
pdf ella faks áðrenn tann 15. juni 2010.
Hava tygum spurningar viðvíkjandi hesum,
so kunnu vit vegleiða tygum.
Faroe Petroleum • Faroe Islands
Bryggjabakki 22 • 110 Tórshavn • Telefon 350462 • email ns@fp.fo