Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90 30 Sosialurin 5 námsfrøðingar til Dagstovnin á Argjum Vísandi til Dagstovnalógina søkir Dagstovnurin á Argjum eftir 4 námsfrøðingum, at byrja 1. august 2010 ella eftir nærri avtalu. Eisini søkja vit eftir einum námsfrøðingi í tíðarav­ markastarv, at byrja 1. september 2010 til 30 juni 2011, fyri námsfrøðing í barnsburðafarloyvi. Um eingin námsfrøðingur søkir, eru hjálparfólk við royndum vælkomin til at søkja. Lønarviðurskifti Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog­ felag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Hansy M Andreassen, leiðara á telefon 219019 . Umsóknin skal sendast til Dagstovnin á Argjum, Traðagøta 55, 160 Argir, og verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. juni 2010. Dagstovnin á argjum TraðagøTa 55 · 160 argir Kunngerð Um broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. Mai 2009, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 29/04-2010, hevur viðtikið at endurskoða býarplanin og Almennu byggisamtyktina fyri Runavíkar Kommunu. Endurskoðanin umfatar allar eigindómar og matriklar í bygdunum Funningi, Elduvík, Oynd­ arfjørð, Funningsfjørð, Skálafjørð, Skála, Skipa­ nes, Søldarfjørð, Lamba, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Rituvík og Æðuvík Broytingarnar í býarplaninum og Almennu byggi- samtyktini eru til skjals í tíðarskeiðnum frá 8. juni 2010 til og við 22. juni 2010. á býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini og í skúlunum í bygdunum Funningi, Funningsfirði, Oyndarfirði og Skála. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 20. juli 2010 í kommunuskrivstovuni í Saltangará. Runavíkar býráð søkir eftir Pedagogum til Barnagarðin á Mýrunum Søkt verður eftir: pedagogum 30t til 35t um vikuna, til vøggustovu, barnagarðstovu og serstovuna Førleikakrøv: vit sóknast eftir starvsfólki, ið eru nýhugsandi og ígongdsetandi og eru opin, jalig, duga at veita umsorgan og hava góð samstarvsevnir. Vit ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri hvørt einstakt barn. Vit bjóða tær: eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum avbjóðingum í dagligdegnum, har tú blívur ein partur av okkara breiða starvsfólkahópi, har tað námsfrøðiliga arbeiðið verður raðfest høgt. Dentur verður lagdur á, at møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning. Størvini verða sett 16. august 2010 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Eyðnu Norðfoss, leiðara ella Jastrid Weihe, varaleiðara á tlf. 448254 ella 218254. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. juni 2010, kl. 12.00. Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 · Postrúm 139 FO-610 Saltangará Í Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru 2 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og 1 stova til børn við serligum tørvi. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/venjingarrúm og stórt felags/ rørslurúm við barnavinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið. Starvslýsing eftir námsfrøðingum til Dagstovnin við Stórá Søkt verður eftir námsfrøðingum til Dagstovnin við Stórá at byrja 16 aug 2010 Dagstovnurin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Stovnurin er normeraður til 70 børn í aldrinum 5 – 7 ár. Leys størv Starv á stovu við frítíðarskúlabørnum úr fyrsta flokki. Starvið er 25 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er ímillum kl 12.00 og 17.00 Starv á stovu við frítíðarskúlabørnum úr fyrsta flokki. Starvið inniber at verða stuðul hjá barnið við ADHD. Starvið er 20 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er ímillum kl 13.00 – 17.00 Starv á barnagarðstovu. Starvið er farloyvisstarv og er tíðaravmarkað frá 16.08.10 – 01.07.11. Starvið er 30 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 07.30 – 17.00 Starv at verða stuðul hjá børnum við rørðslutarni. Starvið er tíðaravmarkað frá 16.08.2010 til 18.07.2011 Starvið er 20 tímar um vikuna. Vit ynskja at umsøkjarin: • Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 5 – 7 ár • Er íðin, nærlagdur og álítandi • Hevur góð samstarvsevnir • Hevur umsorgan og virðing fyri børnunum og vaksnum Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya á lønarstigi 1-18 Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Umsóknir Umsøknir við avriti av prógvi og møguligum við- mælum skulu vera Runavíkar kommunu í hendi innan mánadagin 20 juni 2010 Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Jørgin Olsen leiðara tlf 216630 Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 · Postrúm 139 FO-610 Saltangará Frá Tórshavnar Bátafelag Aðalfundurin verður mánadagin 14. juni, kl 20,00 í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, J. Schrøtersgøta 9. Skrá sambært lógum felagsins. Uppskot, sum ynskjast viðgjørd, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagið 8 dagar undan fundinum. Nevndin Vit ramma inn Vit taka okkum av øllum innan innramming. Vit hava fakkunnleika á økinum. tel: 31 06 23 · www.glarsmidjan.fo Dr. Jacobsensgøta 7 – sjálvandi Glarsmiðjan