Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juni 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. juni 2010 · Nr. 90 32 Sosialurin Nýtt telefonnummar Føroya Pedagogfelag hevur broytt telefon nr. – telefonnummarið er nú 357576 Føroya Pedagogfelag GRA RAVSTEINAR VSTEINAR Velbastaðvegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700 annars sambært avtalu. Sjónband - 31 77 74 Nýggj vøruskrá fæst! Sp/f. Sp/f. Løgfrøðingur til Løgtingsins umboðsmann Í sambandi við farloyvi er eitt tíðaravmarkað starv sum avloysari fyri ráðgeva hjá Løgtingsins umboðs­ manni leyst at søkja. Starvið verður sett skjótast gjørligt fyri tíðarskeiðið frá 1. august 2010 til 31. juli 2011. Embætið Umboðsmaðurin, ið virkar sambært løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000, fór undir virksemi sítt 1. mai 2001. Uppgávan hjá umboðsmanninum er at hava eftirlit við almennu fyrisitingini undir heimastýrinum, herundir at viðgera klagur frá borgarunum um avgerðir v.m. Á skrivstovuni starvast dagliga umframt umboðsmannin, tveir løgfrøðiligir ráðgevar og ein skrivstovufulltrúi. Uppgávurnar Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum: • fyrireiking og viðgerð av innkomnum klagum • uppgávur í sambandi við eftirlitskanningar av málsviðgerðini á útvaldum økjum, og • kunningarvirksemi um fyrisitingarlig evni og um virksemið hjá umboðsmanninum. Talan er um eitt rættiliga avbjóðandi starv í tøttum samstarvi við umboðsmannin. Setanartreytir Tann, sum settur verður, skal hava prógv sum løg­ frøðingur. Stórur dentur verður harumframt lagdur á royndir eftir lokna útbúgving, og er tað ein fyrimunur, um viðkomandi hevur starvsroyndir innan almennu fyrisitingina. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar­ og Løgfrøðingafelag Føroya. Møguleiki er fyri setan sum ráðgevi II, um førleikin og royndirnar eru til tess. Tann, sum settur verður, má tola møguligar broytingar í arbeiðsuppgávunum. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu verða umboðsmanninum í hendi í seinasta lagi fríggja­ dagin 18. juni 2010, kl. 12. Adressan er: Løgtingsins umboðsmaður Traðagøta 43 Postsmoga 2008 165 Argir Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sólju í Ólavsstovu, umboðsmann á tlf. 358500/218691. Løgtingsins UmboðsmaðUr Ítróttardagur Stuðulstænastan hjá Nærverkinum og Sinnisbati bjóða til ítróttardag í Roynhøllini í Hvalba miku­ dagin 23. juni 2010 kl. 11.00­17.00. Skrá fyri ítróttardagin 11.00 Innskriving + luttøkugjald. 11.15 Ábit – Otto Vest borgarstjóri í Hvalba, bjóðar vælkomin. 12.00 Upphiting. 12.45 Fótbóltur og boccia. 13.15 Kaffi/th, køkur og frukt. 14.00 Stafett-kapping og rundbóltur 15.30 Hermann Mortensen handar heiðursmerkir. 16.00 Borðhald v/felagssangi og undirhald. – Heilsan frá Sinnisbata og Roynhøllini 17.00 Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum endar dagin. Ítróttardagurin er ætlaður persónum við avmark- aðum sálarligum førleika og starvsfólkum, ið arb- eiðainnanhettaøkið.Brúkararogstarvsfólkluttaka á jøvnum føti í teimum ymisku ítróttargreinunum. Endamálið við ítróttardegnum er fyrst og fremst at hava tað stuttligt saman, at røra seg og síðst, men ikki minst, at knýta samband millum tey lut- takandi. Um onkur ikki kann/vil luttaka í kappingunum, er viðkomandi tó vælkomin við sum fjeppari. Til ber at luttaka í 2 ítróttargreinum. Í samband við innskriving í Hvalba verður boðað frá hvørjari grein ein ynskir at luttaka í. Tá kappingarnar eru lidnar verða heiðursmerki latin vinnandi liðunum og einstaklingunum. Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi 16. juni á tlf 764130 ella við at senda ein teldupost til magnusi@ naerverk.fo Luttøkugjald á kr. 150 skal gjaldast í samband við innskriving í Hvalba kl. 11.00. Við í prísinum er ábit, frukt, kaffi/te, køkur og borðhald. Barnagarðurin á Svangaskarði, Toftir søkir eftir námsfrøðingum Til Barnagarðin verður søkt eftir: • 1 námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna • 1 námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna í tíðaravmarkað starv, at seta frá 16.08.2010 til 23.12.2010, fyri námsfrøðing í farloyvi. • 3 námsfrøðingum at arbeiða 20 - 40 tímar um vikuna tíðaravmarkað frá 16.08.2010 til 15.07.2011 til serligan tørv. Barnagarðurin er ein ítróttarbarnagarður Í barnagarðinum eru 56 børn. Barnagarðurin liggur við stadionøkið á Svangaskarði, tætt við náttúruna og við nógvum møguleikum at vera úti. Vit ynskja at umsøkjarin: • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd • Er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið • Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í skala 11 – 18 Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað ístaðin. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðarin í Barnagarðinum á tlf 448760/565021 Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 18.06.2010. Nes KommUNa 650 Toftir www.nes.fo nes@nes.fo N e S K o m m u N a 650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo www.dekkmaster.fo · info@dekkmaster.fo · tel. 227 000 Original-look felgur til VW/Audi. Eru á goymslu í 5x100 og 5x112 18” RS4 look Við 225/40-18 dekkum Fyrr 9.990,- NÚ 7.990,- www.sosialurin.fo