fríggjadagur 4. juni 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 4. juni 2010
18
VIKUSKIFTI
Eg hElt
mEg vEra
blIVnan øran
– Lívið á konsertferðunum hjá korn var ørt. vit drukku hvønn dag og
vaknaðu hvønn morgun við timburmonnum. við tíðini misti eg meg sjálvan
burtur og mátti broyta Lívið grundLeggjandi, sigur brian head Welch,
fyrrverandi gittarspæLari í korn, sum vitjar í føroyum um vikuskiftið
IntervIew
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
Brian Head Welch var ein av vin monn
unum úr Bakersfield í California, sum
stovn aðu rockbólkin Korn í 1993.
Bólk urin gjørdist við tíðini ein av best
umtóktu hørðu rockbólkunum í heim
inum, teir seldu milliónir og aftur
millión ir av fløgum, og teir spældu
ú tseldar kon sertir víðahvar.
Í februar mánaði í 2005 avgjørdi
Brian Head Welch, sum var gittarspælari
í bólkinum, at fara burtur úr bólkinum.
Hann tók seg aftur, tí hann hevði rent
seg fastan við hørðum lívsstíli og rús
evnis misnýtslu. Hann helt seg hava
brúk fyri broyting í sínum lívi, og so
mátti hann taka neyðugu avleðingarnar
– millum annað at siga farvæl til ein av
størstu rockbólkunum í USA.
Korn kom av álvara í hæddina sein
ast í 1990’unum, tá ið bólkurin vann
upp á tindarnar á sølulistunum. Tá gekk
tað lív liga fyri seg, og tónleikararnir
vóru støð ugt á konsertferð ella í studio
og tóku upp.
– Lívið við Korn varð púra vilt. At
byrja við vóru vit bara nakrir vinmenn,
sum fóru at spæla saman, og tá vit so
sluppu út at spæla og kundu liva av
tí, hildu vit okkum verða sera hepnar.
Og so alt í einum vaks tað seg bara
risa stórt, og vit spurdu okkum, hvat
í allari víðari verð hendi hjá okkum,
sig ur Brian Head Welch.
– Men at tað gekk so væl hjá okkum,
broytti okkum eisini. Vit upplivdu at
trýst kom á okkum, tí vit skuldu koma
við nýggjum sangum allatíðina, og vit
skuldu umboða bólkin á ein serligan
hátt, sigur hann.
Rúsaðu seg hvønn dag
Eitt varð at arbeiða í studio, leggja
nýggj ar sangir til rættis og spæla teir
inn. Lívið var ikki minni hektiskt, tá ið
Korn fór á konsertferðir kring USA og
aðra staðni í heiminum.
– At byrja við var tað sera stuttligt.
Vit vóru allir góðir vinir, men við tíðini
broyttist tað, og tað gjørdist ov nógv
av tí góða. Ár eftir ár spældu vit kring
all an heimin, og vit vóru lítið heima
sam an við familjunum. Eftir triðju út
gáv una hjá Korn, blivu vit allir giftir,
men tað var trupult hjá okkum at hava
fam ilju og verða á ferð við tónleikinum
alla tíðina.
– Lívið á konsertferðunum var ørt.
Vit ballaðust allatíðina. Vit drukku
hvønn dag og vaknaðu hvønn morgun
við timbur monnum. Vit livdu ikki nak
að van ligt lív. Vit vóru alkoholikarar
og við hvørt rúsevnismisnýtarar, og við
tíð ini misti eg meg sjálvan burtur og
var troytt ur av lívinum, sigur Brian
Head Welch.
– Tað ber ikki til at drekka og drekka
og drekka – hvønn dag – og hava eitt
nor malt lív. Tað ber heilt einfalt ikki
til, sigur hann.
Misti seg sjálvan burtur
Í 2005 hevði Brian Head Welch fingið
nóg mikið av harða lívinum hann lividi
sum tónleikari á ferð.
– Tað vóru fleiri orsøkir til, at eg
gavst at spæla í Korn. Eg var troyttur
av at verða fullur og skeivur ár eftir ár.
Eg brúkti harðari rúsevni enn nakrantíð
áður, og eg helt meg verða blivnan
øran. Eg hevði eisini eina dóttir har
heima. Mamma hennara var rýmd, og
eg hevði ábyrgd av henni, meðan eg
var á konsertferð. Og tað hevði eg sera
ringa samvitsku av, sigur Brian Head
Welch.
– Eg kendi tað sum, at eg fullkomiliga
misti tamarhaldið á mínum, og eg mátti
gera eina grundleggjandi broyting. Tað
var tá, at tók avgerðina um at broyta
meg og finna meg aftur sum persónur,
og so mátti eg taka tær avleiðingarnar,
sum vóru neyðugar. Eg gav mítt lív til
Jesus, og eg gavast í Korn, tí eg kundi
ikki halda fram við tí lívinum.
Brian Head Welch heldur, at lívið
hjá hon um er broytt til tað betra, síðani
hann gavst í Korn.
– Eg havi framvegis góðar og ringar
dagar, og við hvørt eri eg deprimeraður
og illur. Eg livi ikki nakað perfekt lív,
men eg drekki ikki longur, og eg brúki
ikki rúsevni, og lívið er munandi betri,
enn tað var, sigur hann.
Í 2008 gav Brian Head Welch út sína
fyrstu fløgu undir egnum navni, og
síðani er hann eisini farin út at spæla
live aftur. Nú kemur hann til Før oya at
vitja, og í kvøld spælir hann á Fjarða
festivalinum í Skálafirði.
– Eg havi framvegis góðar og ringar dagar, og við hvørt eri eg deprimeraður
og illur. Eg livi ikki nakað perfekt lív, men eg drekki ikki longur, og eg brúki
ikki rúsevni, og lívið er munandi betri, enn tað var, sigur Brian Head Welch
mynd: Polfoto