fríggjadagur 4. juni 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 90 · 4. juni 2010
19
VIKUSKIFTI
Mín besta uppskrift
er teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin
kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman
við mynd av rættinum og navni á kokkinum.
Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði
bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki
hava verið almannakunngjørdar áður.
Send tína bestu uppskrift til:
Sosialurin
Postboks 76
FO-110 Tórshavn
mrk. uppskrift
Ella til post@sosialurin.fo.
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
UppsKrIft: Jákup Mørk
Uppskriftin, sum verður prentað
í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,-
frá Thomas Dam búnýti
tórshavn
Niels Finsensgøta 18
tel. 36 30 00
saltangará
Heiðavegur 56
tel. 44 76 04
Rullusteik
v/sós, persillu eplum og gularótum
Rullusteik
Hita oljuna á eini djúpari pannu. Brúnka steikina í 10 min við góðum hita.
Krydda við 2 fed av hakkaðum hvíttleyki, rivnum appelsinskali, væl av
timian, eitt sindur av rosmarin, salt og pipari meðan stokt verður. Brót
bótarmolan í kókandi vatni og oys yvir steikina saman við hvítvíni og
skorna leykinum. Steikin og soðið verður lagt í steikigrýtu við loki á og
sett í ovnin við 150 stigum í 2 tímar. Tá bótin verður tikin til sósina, eigur
nakað av kókandi vatni at latast í aftur steikigrýtuna.
tipp: 10 minuttir undan servering verður steikin tikin úr ovninum og løgd í
fat við reinum viskistykki omanyvir.
Epli og gularøtur
Flys eplini og gularøturnar – sker gularøturnar í stórar bitar. Kóka eplini
í 30 min. Seinastu 15 minuttirnar verða gularøtur koyrdar í. Koyr salt
í vatnið, tá kókað verður. Koyr væl av margarini á pannuna. Hakka 2
fed av hvíttleyki og koyr á pannuna saman við persilluni. Koyr eplini og
gularøturnar á pannuna 15 min – vend við jøvnum millumbilum.
tipp: Tá flust epli verða kókað, gerast tey fastari, um ein tsk. av eddiki
verður latið í vatnið, áðrenn grýtan verður sett á kók
Sós
25 g av margarini verður brúnkað í grýtuni. Rør saman við 3 spsk
hveitmjøli. Bótin av steikini verður rørd í javningin so við og við. Lat
appelsinsúltutoy í. Smakka til við salti og pipari. Koyr róman í. Er sósin ov
tjúkk, kann hon tynnast við kókandi vatni. Lita sósina.
tipp: Tá sós verður uppbakað, eigur hon at sleppa at kóka, so hvørt sum
væta verður latin í javningin
Hav hvíttvín afturvið
CNN doypir filmin um til "Sex and
the desert", tí størsti parturin av
filminum fer fram í Abu Dhabi og
ikki í New York, har røðin og fyrri
filmurin vóru innspæld.
L A Times er á somu leið og
skemtar sær soleiðis í sínum um
mæli: »Almost no sex and very
little city«.
Flestu bløð eru á einum máli um,
at handlingin er tunn, umhvørvið
líkist mest einum lýsingafilmi úr
Miðeystri, og harafturat verða
klæðini søgd at vera kiksað, hóast
príslepin man ræða vanlig fólk.
Ekstrablaðið skrivar, at tær fýra
vinkonurnar Carrie, Charlotte,
Samantha og Miranda eru farnar
frá at vera stuttligar, nýskapandi og
begávaðar til at gerast desperatar og
troyttandi. Um handlingina skrivar
Extrabladet soleiðis: "Handlingen
er omtrent lige så dybsindig og
gribende som vaskeanvisningen
på et Pradatørklæde."
CBC News vil vera við, at film
urin er alt ov langur, og at innihaldið
í spælifilminum hevði passað betur
til ein part í sjónvarpsrøðini.
Tað, sum flestu ummælini taka
upp sum mest álvarsami trupulleikin
við filminum, er rasisman móti
arabisku kvinnunum, og óviljin
hjá teimum fýra móti arabisku
mentanini.
Hóast ummælini eru út av
lagi vánalig, so er filmurin ein av
teimum mest sæddu í biografum
seinastu vikuna.
Í døgunum hevur filmurin »Sex
and the city 2« fruMfraMsýning.
vit náddu ikki at fáa eitt ummæli
við Í hetta blaðið, og tÍ hava vit
lúrt eitt Sindur, hvat bløðini í
utlondunuM Siga um filmin.
Oyðimarkar
gongd í Sex
and the city 2
1 rullusteik (uml 1 kg)
2 dl hvítvín
2 dl kókað vatn
2 spsk olivenolju
1 bótarmola av oksakjøti
1 leyk
Rivið skal av 1 appelsin
appelsinsúltutoy
4 fed hvítleyk
25 g persillu
Timian
Rosmarin
Salt
Pipar
1 ½ dl róma
margarin
3 spsk hveitimjøl
500 g epli
250 g gularót
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Charlott, Carrie og Miranda fáa ikki góð skoðsmál í útlendskum miðlum