Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juni 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. juni · Nr. 91 6 Sosialurin – Eg ynski at liva av tónleiki – Einki er sum á Langasandi – Børnini læra meg føroyskt Gleð teg til hetta í komandi OYGGJA- BLAÐI – Vit skulu ikki vera aftast Heðin riggar bátin til summarið Mikudagin kemur Sosialurin út við einum serstakum blaði um Sundalagsstevnuna í Hvalvík. Randi Jacobsen Tað gongur illa hjá krimi nal­ politiinum at loysa gátuna um teir mongu stuldrarnar, sum hava verið í Vágum seinastu mánaðirnar. Í seinastu viku helt poli­ tiið seg hava eina slóð at elta, men tað vísti seg, at vegurin var blindur. – Tað ganga túsund søgur, og vit hava roynt og kannað alt, men einki hevur givið nakað, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá politinum. Innbrot hava verið handl­ ar og á virkjum, men tað mest óhugnaliga er, at tjóv­ ar nir hava verið í hjøllum og í frysti boksum heima hjá fólki og stolið kjøt. Summir av hesum stuldrunum eru framdir á alljós um degi. Nógvar rannsóknir eru gjørdar, og húsa rann sóknir somuleiðis. Húsa rann sókn­ ir nar eru gjørdar við vælvild frá fólki, tí heimild er ikki til at gera húsarannsókn, uttan so at onkur í húsinum er skuld settur. Nógv kjøt Tað snýr seg um samanlagt 20 tjógv, sum eru stolin, og kriminalpolitiið hevur heitt á fólk, sum fáa boðið kjøt til keyps, um at siga frá. Politiið hevur eisini kannað lýsingar við kjøti til sølu, men tað hevur alt verið loyvligt. Av tí at nøgdin av stolnum kjøti err so stór, útilokar Berg­ leif Brimvík ikki, at tjóvarnir hava stolið fyri at fáa pening at keypa rúsevni fyri. Kriminalpolitiið heitir á fólk, sum hava sæð ella frætt okkurt, ið kann setast í samband við teir mongu stuldrarnar, um at siga frá. Tað ber til at fáa frá og vera ónevnd. Standa á berum um kjøtstuldrarnar Stuldur Kriminalpolitiið hevur enn onga hóming av, hvør kann hava stolið tey tjúgu tjógvini og annað í Vágum seinastu tíðina Morgun­ ballini eru long Ófriður Sonevndu aft­ urlatnu ballini á verts húsum í Havn hava við sær, at ung fólk ganga og vála i býnum langt út á fyrrapartin sunnudag. Og fleiri fáa bót fyri brot a politi við­ tøk urnar Randi Jacobsen Klokkan sjey sunnu­ morgunin kókaði bý­ urin fram vegis við ung fólki, og hetta vóru fólk, sum høvdu ver ið í til tiknu morg un ball­ un um á vertshúsunum í býnum. Summi av hesum fólkum vóru í øðrviti, og onnur ill í sær. Tríggjar ferðir valdi politiið at skriva upp brot á politi við tøk ur­ nar. Í samband við, at ein ungur maður var heldur harðligur, fór politiið at tosa við henda mannin, sum rópti ókvæmisorð eftir poli tinum. So legði ein annar ungur maður uppií, vildi ikki akta og fara og tók í armin á einum politisti. Poli­ tisturin valdi tá at brúka piparsprey móti manninum, sum varð tikin við á politistøðina at skola sær eyguni. Vertshúsini hava loyvi at hava hesi morg un ballini, men treyt irnar eru ymiskar fyri tey ymisku verts­ húsini. Summi hava 24 tímarfreist, onnur 48 tímar at boða frá, at tey fara at hava afturlati morgunball. Summi skulu frammanundan upplýsa nøvnini á lut­ takarunum. Hesum sleppa onnur undan. Halda tey reglurnar, fær politiið einki gjørt. Politiið dámar einki skipanina við morgun­ ball unum, tí tey hava við sær, at ung fólk ganga og mala og tvætla í býnum til langt ut á fyrra partin sunnu dag. Tróndur Arge Hóast bæði Ítróttasambandið, Fótbóltssambandið og Kring varpið hava gjørt vart við, at tey hava eina avtalu um, at Kringvarpið kann útvarpa frá fótbóltsdystum í Føroyum, heldur Víkingur, at felagið sjálvt ræður fyri, hvør útvarpar frá heimadystum hjá teimum. – Vit halda okkum eiga rættindini til okkara heima­ dystir, og til nakað annað er skjalprógvað, halda vit okkum til tað, sigur Páll Greg­ ersen, formaður í Víkingi. – Føroyskur fótbóltur hevur brúk fyri Rás2, tí rásin dugir væl at gera dystir spennandi bæði áðrenn, meðan og eftir, og tað hevur fótbólturin brúk fyri, sigur Páll Gregersen. Víkingur heldur tí fast við, at Rás2 hevur fingið einkarætt at senda frá seinnu hálvfinaluni í steypa­ kappingini millum Víking og ÍF týskvøldið. Rás2 hevur sagt, at rás in vil bert útvarpa, um Kring­ varpið ikki eisini útvarpar frá dystinum. – Eg fegnist um, at Vík­ ing ur hevur givið Rás2 rættindini til hendan dyst­ in, og vit ætla at gera okk ­ ara besta fyri at geva okk­ ara lurtarum eitt gott og spenn andi fót bólts upplivilsi týs kvøldið, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. Rás2 sendir úr Gøtu beint eftir tíðindini týsdagin klokk an 17.00. Víkingur gevur Rás2 einarætt Víkingur heldur fast um, at felagið hevur rættindi til sínar egnar heimadystur og hevur givið Rás2 einarætta at útvarpa frá hálvfinaluni millum Víking og ÍF týskvøldið Eitt tjógv er nógv vert, og taðå kann hugsast at stolnu tjógvini eru ætlað at selja fyri at fáa pening til rúsevni